Lýsing
Lýsing

Heimsins ríkasta land - vit eiga at klára eina kreppu

SKRIVAÐ: Jaspur Langgaard  |  24.03.2020 - 12:51 Politikkur Tíðindaskriv

Tað vísir seg, at føroyingar altíð standa saman, tá kreppur raka okkum. Eg meti, at í núverandi ekstremu kreppustøðu, eiga vit allir føroyingar at vísa okkara solidarisku evni. Skjót tiltøk eru neyðug og tey eiga at verða so mikið munagóð, at skaðiligu avleiðingarnar av kreppuni kunnu avmarkast mest møguligt

 

Samfelagið endavent og lukkað niður

Nú liggja Føroyar meira og minni sosialt og búskaparliga lamnar, har fólk ikki longur kunnu savnast, starvsfólk eru send til hús og fyritøkur eru latnar aftur. Helst er hetta byrjanin til størstu búskaparkreppu í nýggjari tíð, altjóða og í Føroyum - ein kreppa, sum minnir okkum um kreppuna í 90-unum. Hetta er kortini ein øðrvísi kreppa, sum vit kunnu minka avleiðingarnar av og sum vónandi gongur skjótari yvir enn aðrar kreppur, men hvat gera vit framyvir?

 

Vit í tí framkomna Vesturheiminum tosa altíð nógv um vælferðarsamfelag, fíggjartrygd, heilsuverk, útbúgving og nógv onnur fyribrigdi nú seinastu árini. Ofta hevur verið spurt, nær sokallaða búskaparliga boblan mundi fara at bresta, sum vit hava stúrt fyri. Vit hava eisini dugað væl at tosa um at hava tamarhald, fyrilit, skynsemi og nógv onnur fín orð hava verið uppi og vent. Men nú datt líkasum alt á gólv. Hvat gera vit framyvir?

 

Vit standa saman, tá kreppur raka okkum

Umframt tað at fylgja tilmælunum frá heilsumyndugleikunum, hvat gera vit so næst? Eg meti, at í hesari ekstremu kreppustøðuni, eiga vit allir føroyingar at vísa okkara solidarisku evni.

 

Henda kreppan kann raka sera meint nakrar vinnur, t.d. arbeiðspláss í ferðavinnuni, í undirhaldsvinnuni og á matstovum. Og tey, sum liva av tí, hava nú ongar møguleikar at vinna sær pening, nú eftirspurningurin meira og minni er dottin burtur.

 

Hvør skal traðka til, kundi verið ein góður spurningur at sett til øll Føroya fólk. Vit hava sæð vælvild á Facebook og øðrum støðum, har fólk fegin vilja hjálpa hvør øðrum sjálvboðið, og bara vera ein góð grannahjálp. Hvør hevur nú til yvirs at geva av síni stóru ogn, kundu vit spurt. Hvat við tryggingarfeløgum, bankum, ALS o.a, sum hava langt niður á kistubotnin og djúpar lummar. Um vinnan ikki megnar at fóta sær nú, verður fallið stórt, tí eiga vit at veita teimum stuðul, ið tørva tað - tí arbeiðsloysið kann gerast sera stórt, verða neyðug og munagóð tiltøk ikki sett í verk.

 

Eingin veit við vissu, men øll gita, nær henda sóttin fær ein enda, so samfelagið kann lata upp aftur og virksemi sleppur á rull. Tær nýggjastu kvalifiseraðu gitingarnar siga, at vit kunnu vænta, at umleið 18% av fólkinum ikki fær arbeitt í einar 2-3 mánaðar fram. Hugsa tær, hvørjar ringvirkningar tað hevði havt á arbeiðsloysið, um eingin fekk arbeiðsloysisstuðul sum eitt ískoyti til niðursetta arbeiðstíð, so kundu nógv enda í langtíðararbeiðsloysi umframt mist arbeiðspláss.

 

Sjálvandi skal ALS og aðrir stovnar, sum eiga nógv niðurfyri veita arbeiðsleysum stuðul. Sambært endamálsorðingini hjá ALS stendur: “At veita fíggjarligan stuðul til arbeiðsleys.” 

 

Kanska áttu onnur, sum eiga nógv niðurfyri at veitt rentufrí lán til smærri fyritøkur og annað, so tær ikki hvørva úr vinnuni.

 

Eg meti, at í hesari ekstremu kreppustøðu eiga vit at hjálpa hvørjum øðrum, alt hvat vit klára. Tann fría kappingin í vinnuni er ikki viðkomandi í hesum undantakstíðum, tí vit øll hava brúk fyri hvørjum øðrum, soleiðis at vit halda lív í samfelagshjólunum.

 

Veitingar, sum koma til teirra, sum í løtuni eru arbeiðsleys, skulu ikki útnyttast fyri vinning og til at ríka seg upp við, men sum ein fíggjarligur stuðul til tær fyritøkur, sum verða hart raktar av almennu tiltøkunum o.a., og skulu sleppa undan at siga fólki úr starvi. Við at gera hetta, verður vinnulívið minst møguligt rakt, so tað kann sleppa so skjótt í fulla ferð aftur, tá tað verður møguligt. Tá verða vónandi so fá varandi arbeiðsleys, soleiðis at núverandi loysn um arbeiðsloysisstuðul sum ískoyti til niðursetta arbeiðstíð, verður ein fyrimunur fyri ALS eftir hesa kreppuna ella upp á sikt.

 

Jaspur Langgaard

løgtingsmaður fyri Sambandsflokkin

Lýsing
Seinastu tíðindini
Requiem í Varpinum skírisdag
Ein heimskendur hándverkari! 
Framsýning á Viðareiði á páskum - Undir…
Sangkórið og Jógvan Mortensen syngja í B…
Áhugaverdur djóragarður í Kunoy
Aðalfundir og lagnusøgur á Krígssavninum
Meistarar og lærisvei­nar í Gøtu
Fyrsta Reyða Kross Summarlegan
Pengar fyri bøtur úr Føroyum eiga at far…
Klaksvík kosið millum vakrastu býir í he…
Mass Hoydal leiðari fyri Visit Runavík
Svimji­høllin um Páska­høgtíðina
Frá Melodi Grand Prix til FríðuTónar
Hiddenfjord fingið altjóða góðkenning fy…
Stór ungdóms­páskastevna í Havn um vikusk…
Uni Holm Johannsen: - Tann fyrsta breið…
Stór listaframsýning við Løkin
Grundøki til sølu Undir Gerðhamri í Hvan…
Danmark hevði munin
Slóðbrót­andi semja um tøkugjald