Lýsing
Lýsing
Lýsing

27 fakfeløg hava skipað fakfelagsráð

SKRIVAÐ: Tíðindaskriv  |  24.03.2020 - 19:03 Tíðindaskriv

Til Føroya Landsstýri

Av íkomnu støðuni við koronasmittuni hava 27 fakfeløg skipað eitt fakfelagsráð, sum eitt nú skal kunna, samskifta, ráðgeva og vegleiða um íkomnu støðuna, og eru fleiri stig neyðug, so kann fakfelagsráðið vera samráðingartoymi fyri fakfelagsrørsluna.

Eisini heitir ráðið á landsmyndugleikar um at gerast partur av landstilbúgvingini og at fáa umboð í tilbúgvingina hjá landinum. Tað er neyðugt, at báðir partar á arbeiðsmarknaðinum eru við, tí íkomna støðan hevur víðfevnda ávirkan á arbeiðsmarknaðin, og hvussu vit skipa okkum í hesi serligu tíð.

Arbeiðsmarknaðurin og gerandisdagurin hjá okkum øllum er nógv ávirkaður av umfarsóttini. Tí er neyðugt er við áhaldandi kunning og alla tíðina at hava fingurin á pulsinum. Fakfelagsrørslan hevur í hesi serligu tíð tikið ábyrgd og fylgir neyvt við. Fakfeløgini uppliva eisini, at sera nógv venda sær til feløgini við fyrispurningum av alskyns slagi, sum feløgini svara eftir besta fyrimuni. Hvussu leingi íkomna støðan varar, hvørji tiltøk verða neyðug í framtíðini, hvussu latið verður upp aftur, tá ið tiltøkini skulu takast av aftur o.s.fr., hevur stóra ávirkan á arbeiðslívið hjá fólki. Fakfeløgini fylgja gongdini og kunna limirnar so hvørt.

Í samband við tey hjálpartiltøk, sum eru sett í verk, vilja feløgini heita á landsmyndugleikar um at tryggja løntakarum, soleiðis at fíggjarligi smeiturin ikki rakar privatfólki óneyðuga hart. Neyðugt er tískil við eyka átøkum omaná tað sum Arbeiðsloysisskipanin hevur sett í verk, soleiðis at landið eisini tekur ábyrgd av løntakarum, eins og arbeiðsmarknaðurin ger. Eisini er neyðugt at viðgerða, hvat gjørt verður, um 100 tals mió. renna úr kassanum hjá ALS.

Enn standa nógvir spurningar ósvaraðir, sum ráðið saman við avvarðandi myndugleikum og møguligum arbeiðsgevaraumboðum mugu fáa greiðu á. Saman kunnu vit finna loysnir á nógvum málum, men neyðugt er at landsstýrið letur dyrnar upp, soleiðis at vit í felag finna best møguligu loysnirnar fyri arbeiðsmarknaðin og samfelagið sum heild.

Feløgini skilja álvarsomu støðuna, og at átøk mugu gerast fyri at steðga smittuni, men vilja samstundis heita á myndugleikar um at tryggja, at fólk ikki koma í fíggjarligt óføri av íkomnu støðuni.

Vit mugu gera alt vit kunnu fyri at fyribyrgja, at avleiðingin av koronasmittuni verður ein umfatandi samfelagskreppa. Fakfeløgini eru klár, og vit heita á myndugleikar um at taka ímóti okkara útrættu hond.

 

Vegna fakfelagsráðið,

Starvsmannafelagið, Føroya Arbeiðarafelag, Ljósmøðrafelag Føroya, Heilsurøktarafelagið, Ergoterapeutfelagið, Heilsuhjálparafelag Føroya, Kost og Føðslufelagið, Føroya Handverkarafelag, Musikklærarafelag Føroya, Bioanalytikarafelagið, Føroya Pedagogfelag, Føroya Lærarafelag, YF- Miðnám, Fysioterapeutfelag Føroya, Havnar Handverkarafelag, Búskapar- og Løgfrøðingafelag Føroya, Landsfelag Handverkaranna, Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar, S&K Felagið, Felagið Radiografar í Føroyum, Havnar Arbeiðarafelag, Havnar Arbeiðskvinnufelag, Maskinmeistarafelagið, Akademikarafelag Føroya, Klaksvíkar Arbeiðmannafelag, Klaksvíkar Arbeiðskvinnufelag og Samtak

 

Kontaktpersónar vegna fakfelagsráðið eru:

Súni Selfoss, 214868 – suni@starvsmannafelag.fo

Sonja Jógvansdóttir, 210013 – sonja@samtak.fo

 

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Parasport Føroyar og Atlantic Airways lo…
Signar syngur við
Málningar á Laksatorginum
Laksatorgið 2025 – Ein uppliving fyri al…
Sokallaða tjóðarsemjan
Umvæling av ambulatorii­num til skopi og…
Jonna 1:17.21 og bronsu á DM í 5 km Open…
Sjálvt grindina lata vit fara
Brandur hevði 6.000 pund
Føroyar fingu hvøkk, men vunnu 3-1 á Geo…
Viðmerk­ingar til hvønn kapittul í Gamla…
U21-sensatión: Føroyar triðbest í heimin…
Búgv í hugnaligu tjaldbygdini
KÍ - FC Suðuroy 4-0
Fíggingin komin í hús
Maður fyri borð: Væntað at maðurin er de…
Leitingin heldur fram
Árni var skarpari enn hinir
Deep Energy á Skálafjørðinum
Bronsudystur á Skúlatrøð!