Lýsing
Lýsing
Lýsing
...tá ið ælið freka fór sín kós. Í dag fara onkur sovorðin æl at síggjast, men ikki mong. Fyri tað mesta klárt og gott veður allan dag. | Mynd: Vørn (www.vedrid.fo)

Gott veður í dag

SKRIVAÐ: Hanus Kjølbro  |  25.03.2020 - 09:31 Tíðindi Veðrið

Gott veður at koma upp til í morgun. Eitt lot úr útsynningi og klárt. Sólin skínur. Hitin liggur um 4 til 6 stig.

Luftrákið kemur til Føroyar úr miðjum Norðuratlantshavi. Vanliga uppliva vit slíka luft nakað væl slavnari, enn hon er í morgun. Av myndunum við mátistøðirnar hjá Vørn, vísa allar klárt og gott veður – uttan ein. Eitt lokalt æl sæst ímillum Stongina og Eystnes. Men tað reka eystureftir.

Hetta er hátrýstveður. Sunnan fyri okkum liggur eitt stórt hátrýst, og tí er veðrið so gott hjá okkum í morgun.

Ættin í dag fer er og fer at vera útsynningur. Vindferðin um 5 til 10 m/s í miðal fyri alt landið. Fyri tað allarmesta turt, tó okkurt æl í støðum. Í kvøld kunnu væntast fleiri æl í eina løtu.

Klárt meginpartin av degnum, undantikið løtur í støðum, meðan okkurt æl er.

Hitin í dag fer at liggja um 4 til 6 stig.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Góðar 220.000 krónur til EB
Gamla Slanga á Tvøroyri
Fleiri námsfrøð­ingar og hjálpar­fólk til…
Ægir nýtt mett í 4x100 frí fyri mix-lið
Veðrið um vikuskiftið
Partalagsfundur millum Føroyar og USA hi…
Føroyar vann 3-2 á Georgia
Mai 2026 – miðal heitur og eitt sindur t…
Flogbóltsmenni­nir vunnu á Norð­urírlandi
Nevndin í Stjørnuni hevur skipað seg
Fullveldis­politikkur og vantandi viðlíka…
Skulu skapa fleiri kjansir
Knit in Public - Klaksvík
Tá menn gerast pápar, broytist meira enn…
Frits í stýrhúsrúti­num á Lisshøvda undir…
Menniskjansligt ríkidømi
Oljuleiting her og nú!
Effo byggir Føroya størstu orkugoymslu
Felagið Føroysk Bygdarsøvn
Stjørnan styrkir venjaratoymið