Lýsing
Lýsing
Lýsing

Kvøldseta úr Vb-húsinum stroymd á netinum íkvøld

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  26.03.2020 - 14:16 Mentan Tíðindi

Tað er í kvøld, at Vágbingar skipa fyri kvøldsetu, ið verður stroymd á netinum.

Fyrireikararnir prátaðu stutt saman, og so var farið undir at gera klárt. Og nú vit hava hósdag 26. mars, eru seinastu fyrireikingarnar við at koma undir land, soleiðis at kvøldsetan kann sendast beinleiðis úr VB-húsinum íkvøld.

Kvøldsetan verður merkt av tónleiki, tí fleiri tónleikarar eru við til kvøldsetuna, og eru teir Dagfinn Olsen, Hjalmar Magnussen, Bergur Gudmundssen, Hans Jacob Hjelm og Ingi Poulsen.

Umframt tónleikin, so verður práta, og lurtararnir sleppa eisini upp í part, tí teir kunnu nevniliga senda heilsanir og ynskir inn, soleiðis at tónleikararnir kunnu tríva í onkran av ynsktu sangunum, og soleiðis fáa hugna um í hesum koronatíðum.

Ein ella fleiri táttir, ið eru skrivaðir til tiltøk, ið júst hava verið í Vági, verða eisini framførdir íkvøld.

Ætlanin byrjar kvøldsetan um 19.30, og heldur á í ein tíma ella so. Ein kann fylgja hesi leinkjuni, um ein hevur hug at fylgja við íkvøld.

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Trivnaðar­nevndin á vitjan í norð­urøkinum
Spurnarkapping: Vinn krúss og fótbóltsbl…
Mylnuhúsið savnaði pengar inn til Team R…
Per Busk settur sum nýggjur forstjóri fy…
Íslendski forsetin kemur til Klaksvíkar…
Rannvør Fríða Eyðunsdóttir og David Thom…
Sylvia Thomsen umboðaði Klaksvíkar kommu…
Amanda Hansen 100 ár
Óstabilitetur úti í heimi krevur stabili…
Nýggj floksstjórn vald í Miðflokkinum
Vágbingur er bílagdur til 2028
Søguligur dagur á TSK
Kósin besta úrslit nakrantíð
Summar­blaðið í gerð
Útivikan 2026
Jeff Landry: Vil arbeiða fyri at gera Gr…
8.019.600.000.000 kr
Nýggj regla hevur longu avgjørt lagnuna…
Myndarøð: KÍ kvinnur - 07Vestur (5-1)
Samleikin verður styrktur