Lýsing
Lýsing
Lýsing

Norðoya Sparikassi 9,5 milliónir í avlopi

SKRIVAÐ: Norðoya Sparikassi  |  26.03.2020 - 15:25 Tíðindaskriv Vinna

Úrslitið áðrenn skatt í 2019 var eitt avlop á 9,5 mió. kr. Eginognin rentaði við 3,9 % og solvensurin var 21,7 % við árslok 2019.

Vøksturin í útlánum var 3,2 % ella 60 mió. kr. Útlánini øktust úr 1.886 til 1.947 mió. kr.

Vøksturin í innlánum var 4,4 % ella 100 mió. kr. – úr 2.302 mió. kr. upp í 2.403 mió. kr. Innlánsavlopið var 456 mió. kr. við ársenda 2019.

Áhugin fyri at seta pening í ábyrgdarfæ er framvegis stórur og líkt er til, at ábyrgdarar hava álit á sparikassanum og eru væl nøgdir við rentuna, sum í løtuni er 4 %. Samlaða ábyrgdarfæið var 25,2 mió. kr. við árslok 2019 í mun til 20,8 mió. kr. við ársbyrjan. Hetta er ein øking á 4,4 mió. kr. ella 21,3 %.

 

Gjaldføri og solvensur

Gjaldførið er gott. Við ársenda 2019 var yvirdekningurin í mun til lógarkravda gjaldførið 174 %.

Eisini solvensurin er góður. Við ársenda 2019 var solvensurin 21,7 % sammett við 20,5 % árið fyri.

Samanumtikið er sparikassin væl nøgdur við gongdina í 2019.

 

Norðoya Sparikassi 100 ár

Árið 2019 var eitt merkisár, tí 24. septembur 2019 vóru 100 ár liðin, síðani Norðoya Sparikassi varð stovnaður, og hetta ynskti sparikassin at hátíðarhalda gjøgnum alt árið.

Á hvørjum ári er ein røð av mentanarligum og ítróttarligum tiltøkum, sum sparikassin stuðlar og í 2019 hevur sparikassin verið serliga sjónligur í sambandi við hesi tiltøk og dagar.

100-ára hátíðarhaldið endaði leygardagin 28. septembur 2019 við stórum tiltaki fyri ábyrgdarum, viðskiftafólki og almenninginum – bæði børn og vaksin – í ítróttarhøllunum í Klaksvík. Umframt mat og undirhald var framløga av 100-ára minnisriti.

Sparikassin er væl nøgdur við 100-ára hátíðarhaldið og góðu undirtøkuna í hesum sambandi.
Orsakað av koronasmittuni er umboðsráðsfundurin fyribils útsettur - meira verður at frætta seinni.

Ársfrásøgnin fyri 2019 verður tøk á heimasíðu sparikassans www.ns.fo eftir umboðsráðsfundin.

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Væl eydnaður lands­fundur hjá Miðflokkinu…
Tórunn og KÍ hava munin
Bill til Sogndal
Eitt farligt experiment at selja fiskiræ…
Toymið á KG er nú sett
Sildakann­ingar norð­anfyri
Miriam og Rúni í Slovenia
Í felag seta vit eina grønari kós
Uppboðssøla av fiski­rættindum er eitt ek…
Tiltøk í vikuni
Vit seta eina fjølbroytta skrá saman til…
Skjótt at byggja
Einfaldari at avgreiða byggimál og endur…
KÍ vann sera undirhald­andi dyst
Myndarøð: KÍ - NSÍ (4-2)
Ommu- og abbakaffi í Varpinum
50 ár í starvi á Estra
Hugnaløta fyri sjómansfamiljur
Minningarorð um Fastur mína, Eydnu Kjeln…
Norð­oyastevnan = Norð­oyastevnuteitið