Lýsing
Lýsing
Lýsing

Bakkafrost útsetir uppskot um útgjald av vinningsbýti fyri 2019 til 25. august 2020

SKRIVAÐ: Bakkafrost  |  26.03.2020 - 18:37 Tíðindaskriv Vinna

Víst verður til fráboðanina frá P/F Bakkafrost 25. februar 2020, har nevndin hevði uppskot um útgjald av vinningsbýti fyri 2019.

Orsakað av óvissuni av áhaldandi COVID-19 alheimsfarsóttini hevur nevndin í Bakkafrost P/F í dag avgjørt at afturkalla uppskotið um útgjald av vinningsbýti fyri 2019. Nevndin fer at leggja nýtt uppskot um útgjald av vinningsbýti fyri 2019 fram tann 25. august, tá ið úrslitini hjá Bakkafrost fyri fyrra hálvár verða løgd fram og óvissan orskað av COVID-19 væntandi er avhæsað nakað.

Seinastu vikurnar er COVID-19 alheimsfarsóttin farin um allan heim og hevur ávirkað laksamarknaðin munandi, órógvað sølu, veitingar og flutningsleiðir sum heild. Støðan broytist alsamt og skapar stórar óvissur, sum óivað fara at halda á enn eina tíð. Óvissa støðan hevur sannført nevndina og stjórnina á Bakkafrost um, at ábyrgdarfullast er yvir fyri partaeigarum, starvsfólki og samfelagnum at útseta avgerðina um útgjald av vinningsbýti fyri 2019.

Týdningarmikið er at veita vissu fyri, at Bakkafrost varðveitir smidleikan og fíggjarligu styrkina at halda fram við mongu íløguætlanunum. Hesar íløgurnar gera, at vit verða før fyri at vaksa framyvir og eru eisini av stórum týdningi fyri, at føroyski og skotski búskapurin koma fyri seg aftur aftan á kreppuna av alheimsfarsóttini.

Bakkafrost hevur ein alstóran leiklut í samfelagnum og í at tryggja nøktandi matframleiðslu til heimsins borgarar. Hesin leikluturin hevur ongantíð verið týdningarmiklari enn í truplu tíðunum, sum heimurin stendur yvirfyri í dag. Tí er tað alneyðugt at tryggja stóra framleiðslu, og Bakkafrost hevur innført hópin av verndaratgerðum at tryggja heilsuna og trygdina hjá arbeiðsfólkunum.

Týdningarmikið er at leggja dent á, at Bakkafrost hevur eina sterka fíggjarstøðu og góða atgongd til kapital. Í desember 2019 endurfíggjaði Bakkafrost bankalánini hjá samtakinum við einari fulltryggjaðari 5ára lánirammu við eitt bankasamtak, ið fevnir um Nordea, DnB og Rabobank. Nýggja lániramman er áljóðandi 352 mió evrur og 100 mió pund, umframt at Bakkafrost hevur møguleika at økja rammuna við 150 mió evrum. Við árslok 2019 var rentuberandi skuldin hjá Bakkafrost 1.019 mió kr., og tøki peningurin var áljóðandi 2.470 mió kr. (uttan gagnnýtslu av møguleikanum at økja rammuna). Solvensurin var 65% við árslok 2019.

Avgerðin í dag at útseta uppskotið um útgjald av vinningsbýti fyri 2019 broytir ikki politikkin um vinningsbýti hjá Bakkafrost, at 30-50% av vinninginum fyri hvørt partabræv skal verða útgoldið sum vinningsbýti.

Ársaðalfundurin verður hildin 3. apríl 2020, sum áður fráboðað. Samband:

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Strika gjaldið á tóm hús
Verður hetta nú ein farin sjón?
Veðrið í februar 2026
Harðskapu­rin mótvegis okkara børnum skal…
Løgtingsvalið 2026
KVF: Ongir sjónvarpaðir valfundir kring…
Sjey stilla upp til fólka­tingsvalið fyri…
Ongin ognarskattur í stevnuni hjá Sjálvs…
Øll hava rætt til virðiliga pensjón
Sálarfrøðin og Løgtings­fólk
Politikarar­nir eru forðingin fyri lægri…
Frá Klaksvíkar Handverkara­felag
Eg stilli upp
Tobbi greinar politisku støðuna
Norðlýsið í RÚV
Barnakekk á 20.000 kr. – skattafrítt!
Norskur prædiku­maður vitjar Elim í Sølda…
Veðrið í vikuni
KÍ var sannfør­andi í Sørvági
Eg eri klárur til valstríð og havi eina…