Lýsing
Lýsing
Lýsing
Lýsing

Ongin tænasta - onki gjald

SKRIVAÐ: runavik.fo  |  26.03.2020 - 22:04 Politikkur Tíðindaskriv

Á býráðsfundinum í kvøld viðgjørdi býráðið eitt uppskot frá fíggjarnevndini, um hvussu leikur skal fara fram, á fíggjarmótinum ansingini viðvíkjandi, nú dagstovnarnir fyri stóran part lótu aftur fyri smáum tveimum vikum síðani og væntandi lata uppaftur 3. páskadag.

Í stuttum snýr málið seg um, at foreldur hava goldið, sum um at støðan var vanlig, men í veruleikanum hava tey goldið fyri eina kommunala tænastu, sum tey ikki hava havt møguleikan at brúka, táið kommunalu myndugleikarnir, eftir tilmæli frá landsmyndug-leikanum, tóku at kalla øll repini niður á dagstovnaøkinum.

 

Býráðið samdist um meginregluna: Ongin tænasta – onki gjald.

Uppskotið frá borgarstjóranum og fíggjarnevndini - til viðgerðina í býráðnum - var annars soljóðandi: ”Í fyrstu atløgu snýr hetta málið seg um, at støða verður tikin til, um foreldrini skulu fáa fíggjarliga kompensatión fyri eina tænastu, sum tey ikki fingu, og sum tey kortini hava goldið fyri. Tilmæli er, at vit gera støðuna upp, táið dagstovnarnir aftur virka sum vanligt, og gjalda foreldrunum fult endurgjald fyri tænastuna tey ikki fingu.”

Fíggjarliga avleiðingin er annars, fyri kommunukassan, at mánaðarliga inntøkan á hesum økinum verður millum 650 og 700 túsund krónur lakari enn annars roknað við í fíggjarætlanini fyri 2020.

Fíggjarliga høpið á dagstovnaøkinum er annars soleiðis samanskrúvað, í verandi ári, at roknað er við einum rakstrarkostnaði á 37,6 mió. kr., og av hesum vóru brúkaragjøldini ætlað at vera 8 mió. kr.

Nú, táið inntøkan frá brúkaragjøldum minkar, verður neyðugt at veita økinum eykajáttan, um ætlanin er at varðveita sama tænastustøði, tað sum eftir er av árinum.

 

 

 

 

 

Tórbjørn Jacobsen,

borgarstjóri,

Runavíkar kommuna.

 

 

 

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Orka framyvir — trygd, prísur og grøn fr…
Virðið pensjónistar – hjálpið kvøldskúla…
Føroyska málið og mentanin fyri hóttafal…
Míni hjartamál: Strika 8000kr, útleigara…
Løgtingsvalið: Norðlýsið on Tour
Kvinnu­ungl­ingar: Mjølnir er føroyameista…
- Sirið og eg kunnu seta rekord
Leivur Øssursson TG 32
Bárður á Steig Nielsen og Anna Falkenber…
FM-stríðið fær fyrstu stóru ábendingina
Johnny um dýr vallyfti: Hetta skalt tú k…
Í kvøld spælir Team Klaksvík síðsta dyst…
Nevndarval á Herluf's Kafé
FC Suðuroy bjóðar til fótbóltsskúla í pá…
Kapitalisma - Skipanin ið lønar tær fyri…
Útróðurin má fáa betri treytir!
KÍ fingið styrk úr brasilia
Duopol í føroyskari telving
Forboð hjá ungum at brúka sosialar miðla…
Rasmus Seebach á Summar Festivalin
Lýsing