Lýsing
Lýsing
Lýsing

Teir kavaðu niður á Reynsmúla í dag

SKRIVAÐ: Oliver Joensen  |  28.03.2020 - 20:25 Mentan Myndarøð Tíðindi

Tveir mans úr Havn ringdu til mín í morgun. Ørindini vóru at spyrja seg fyri um Reynsmúla og møguleikarnar at dykka niður á hann. Teir vóru tveir, David Christiansen og Andrias Joensen. Jú teir fingu at vita tað sum var neyðugt og avgjørdu so at koma norður at royna ein túr niður. David segði, fryntliga, at í hesi korona tíð galt um at finna eitthvørt meir hugaligt enn at sita inni og hoyra uppá koronatrupulleikarnar.

Hugsaði at tað fór at vera langt hjá teimum at svimja út til boyuna, sum liggur einar 200 metrar úr landi, so eg fór ein túr út á Oyrar tá eg væntaði teir har. Hitti Johnleif Thomsen, hann segði seg beinanvegin fúsan at sigla teir út. Johnleif hevði eitt fýramannafar í neysti sínum skamt frá lendingini.

Teir báðir Dávid og Andrias takkaðu fyri og vit báðir Johnleif fóru so í bátin við teimum og sigldu teir út. Kalt var í veðrinum, so vit báðir fóru aftur í neystið, tá froskmenninir vóru farnir niður. Eydna, kona Johnleif hevði gjørt okkum ein kaffimunn, so vit hugnaðu okkum har til vit aftur skuldu hittast við froskmenninar við boyuna. So var at fáa teir inn í bátin, tað gekk væl, fyrst bleiv útgerðin lossa upp, hon vigaði um 50 kilo hvør, og so menninar. Alt gekk gott. Teir høvdu havt eitt fototól við og lovaðu at nordlysid.fo skuldi fáa nakrar myndir. Tær eru ímillum myndirnar niðanfyri. sjógvurin var ikki klárur í dag, tað sæst aftur í myndunum, men teir søgdu seg hava fingið ein fínan túr.

Afturkomnir á lendingina bjóðaði Elmar Hansen okkum inn at síggja neystið sum hann hevur gjørt til sín Anniku og børnini. Annika serveraði kaffi og alt gott.

Hetta bleiv ein fínur korona leygardagur fyri okkum øll.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Javnleik í aðalroyndini
Opera fyri øll í Varpinum
Klaksvíkar Arbeiðsmanna­felag hevur aðalf…
Beinta Løwe stillar upp fyri Framsókn
Stjørnan danskan styrk til komandi kappi…
Valfundur á Skúlatrøð um vinnukarmar og…
Reint vatn til fjarskot­nar bygdir – før…
Eyka konsert Tey á Kamarinum
Aðalfundur og 2. og 3. uppstillingarfund…
Evnisdagur fyri sjófólk
Næmingar kappast í íverksetan í SkúlaFM-…
18.698 fáa pengar aftur í skatti
Spurnarkapping á Norð­lýsi­num í dag
Undir slíkum treytum ber ikki til at rek…
Fólka­flokku­rin hevur loysnirnar
Fjølbroytt kunningartiltak um útbúgvinga…
Breitt samstarv um integratión
Bakkafrost væntar at taka metið, ið varð…
Vinnarin av Lesaravirðisløn­ini 2026 funn…
Flyta fundir í samband við val