Lýsing
Lýsing
Lýsing
Jákup B. Andreasen dámar væl at fara á flot við báti sínum og er ein góður tónleikari umframt bóltkynstrini | Mynd: Norðlýsið

Nærvera í fjarstøðu

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  30.03.2020 - 14:54 Ítrottur Kykmynd Mentan Politikkur Vinna

Enn einaferð stóðu norðoyingar tryggir saman við sínum landsmonnum, tá tiltakið “Saman í tryggari frástøðu” fyri aðru ferð varð sent leygarkvøldið 28. mars. Hetta var beint áðrenn Earth Hour, ið soleiðis gleið væl inn í tiltakið. Hesaferð var staðsetingin Leikalund, og innihaldið beyð uppá sang, tónleik, samrøður við politikara og umboð fyri vinnuna, eins og ein spildurnýggjan Coronatátt.

Eins og seinast byrjaði Jógvan Andrias Joensen við at gera frá um hølini. Seinast var tað Spaniastova, og nú var farið víðari og greitt frá øllum bygninginum hjá gamla Kongaliga Einahandlinum, ið húsaðist har frá 1838 og fram til 1856 – við lítlu víkina, Klakksvík hevur navn eftir. Orðið fór so víðari til konferencier, Ragnhild Ellingsgaard, ið greiddi frá skránni og kom við áheitanum um smittufyribyrging.

Steintór Rasmussen og dóttirin Rakul Ró Steintórsdóttir settu sín dám á við “gittara og sangi” tíðliga í sendingini og við felagssangi móti endanum, og komu stak væl frá báðum. Tað sama gjørdi solisturin Hans Andrias Jacobsen, sum gav fleiri nummur á guitar og munnhørpu eftir at umboð fyri kommunu og vinnu hvør í sínum lagi høvdu verið á skíggjanum við meira álvarsomum boðskapum.

Hetta eru álvarsamar tíðir, og tað slepst sjálvsagt ikki undan álvara í sendingini. Signhild Vilhelmsdóttir Johannesen, varaborgarstjóri, greiddi frá hvussu kommunan og vinnan í kommununi varð rakt. At tiltøk eru avlýst, ítrótturin liggur púrasta lamin, men kom so eisini inn á, hvussu væl fólk høvdu tilpassað seg við til dømis venjingum á netinum og óbeinleiðis eisini við sendingum sum hesari.

Vinnulívið var eisini umboðað í tí meira álvarsama táttinum av sendingini, og har var Petur Simonsen frá North Pelagic komin í Leika-studio at greiða frá, hvussu teirra fyritøka var rakt av Corona. Fyritøkan er merkt á tann hátt, at tey nú arbeiða nógv heimanífrá, at goymslurnar ikki minka serliga skjótt, men at marknaðirnir hóast alt eftirspyrja og keypa enn. Sum heild er virksemið á einari leið enn, men Petur var ikki heilt álvuligur við gongdina, har líkt er til, at lond, sum Føroyar handla við, lata alsamt meira aftur.

Jákup Biskopstø Andreasen var eisini í sendingini og viðgekk fyri opnum skermi, at hann hevði verið í song við FM-steypinum frá 2019. Hendan afferan vardi tí ikki leingi, tí síðani hevur hann ikki sæð steypið, ið hevur gingið runt á m.a. jólafrokostum og heldur ikki kundi koma við í sendingina.

KÍ er hart rakt av Corona. Venjingin er rakt og fyrigongur í stóran mun einsæris nú, eins og tað fíggjarliga somuleiðis liggur í tí óvissa. Liðskiparin segði seg vóna, at teir sleppa upp í hjálparpakkan hjá ALS. Hetta tóktist vera víst, men síðani íkom ivi um tað, og eftir øllum at døma kemur ein avkláring í hesi vikuni. Eisini greiddi Jákup B. frá, at teir nokk skulu vera klárir bæði við atliti at motivatión og formi, tá ið kappingarnar einaferð byrja aftur.

Hæddarpunktið var kanska nýggi Coronatátturin hjá Hans Hjalta Skaale. Væntanirnar vóru stórar, og Hans Hjalti leveraði sanniliga eisini vøruna. Steintór Rasmussen hevði skrivað orðini, og eins og sendingin byrjaði, tóku hann og dóttirin Rakul Ró sær eisini av at syngja og spæla fyri til felagsanginum til endans í sendingini. Sangurin var “Saman við tær” hjá Frændum.

Øll leingjast vit eftir at sleppa út aftur, men um vit ikki sleppa tað í bræði, er ikki ómøguligt at vit fáa eina sending afturat, sum Ragnhild eisini rundaði av við at siga.

Sí sendingina her.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Núpur inni við 100.000 pundum
Tvey prik móti krabba: Nýtt átak skal øk…
Thorvald er ein dreymur
Ægir flest gull til FM á langgeil
Føroyar vunnu á San Marino í finaluni
- Vit hava góðan kjans í finaluni
Veðrið í vikuni
Unglingi meiddi seg illa av fløskubroti
Ísland vann U-lands­dystir­nar í Klaksvík
Ikki nóg kaldir í hitanum
Livandi Varmakelda
DUOPOL: Føroyskur rokkari skiftir kós –…
Føroyar í finaluni eftir fimmsettara ímó…
FML: Føroyskt met til Ægir, og enn flest…
Góðar 220.000 krónur til EB
Gamla Slanga á Tvøroyri
Fleiri námsfrøð­ingar og hjálpar­fólk til…
Ægir nýtt mett í 4x100 frí fyri mix-lið
Veðrið um vikuskiftið
Partalagsfundur millum Føroyar og USA hi…