Lýsing
Lýsing
Lýsing

Vit elska skeið

SKRIVAÐ: Sólfinn Hansen  |  31.03.2020 - 22:43 Bloggur Tíðindi

Øll elska skeið. Ella (nógv) rættari, øll elska tað avbrotið í monotona gerandisdegnum, sum skeið eru. Tey allarbestu eru sjálvsagt goldnar ráðstevnur uttanlands við hotelluppihaldi, men internetið hevur oyðilagt so nógv á hesum økinum. Nógvar teirra eru útskiftar við Webinar, sum ongin tímir á. Men heimligu skeiðini eru avgjørt heldur ikki at forsmáa. Her kemur ein gjøgnumgongd av einum typiskum skeiði, faktiskt av øllum skeiðum, við nøkrum praktiskum fiffum til, hvussu tú fært tað besta burturúr.

Tú eigur at melda teg til so nógv skeið sum gjørligt, har tú ikki sjálv/ur skalt gjalda. Um tað eitur “Teambuilding við benchmarking” ella “Flytimynstrini hjá tibetanska moskusoksanum í ístíðini” er flunkandi líkamikið. Far á tey skeið, sum eru. Tú sleppur úr traðkimylnuni eina løtu, stjóri og starvsfelagar fáa frið fyri tær ta løtuna, og skeiðshaldarin fær ivaleyst av pengum til at halda teg út. Hetta er win-win-win fyri allar partar.

Royn at møta nokkso tíðliga, einar 15 minuttir áðrenn skeiðsbyrjan. So fært tú sett fartelduna upp, loggað á facebook, har tú jú nokk kemur at vera tað mesta av skeiðnum, og fært kortini virkað sum seriøsur bert við at vera møttur ov tíðliga. Um tað við skeiðsbyrjan koma boð um, at tit ikki skulu brúka teldur, ert tú eisini umskyltur, tí tú setti hana upp áðrenn. Hini fara tá at hyggja at tær við øvund, meðan tey boyggja papírklips.

Tað er altíð eitt gott hugskot at seta seg aftast og tætt við hurðina. Tey frammanfyri fáa ikki fylgt við í, hvat tú gert, og skjótt er at sníkja seg út, skal tað vera. Hetta angrar tú ikki, tí vanliga verður ein hektolitur ella báðir tveir av kaffi bryggjaðir til hesi skeiðini. Orientera teg eisini um stikkkontaktir í hølinum og set teg av somu orsøk ongantíð í miðjuna. Farteldur hava ikki battarístreym til eitt heilt skeið. 

Eitt góður indikator fyri, at skeiðshaldarin ikki tímdi at fyrireika tað heilt stóra, er, at hann fegin vil byrja við eini navnarundu. Onkuntíð peppað upp, við at hann tveitir til bólt eftir tí fyrsta, sum so skal siga “Eg eiti Petra, eri 47 ár og arbeiði við HR”, og so tveita bóltin víðari, meðan hini siga “Hey, Petra!”. Á tann hátt kunnu lættliga 10-15 minuttir ganga. Er skeiðshaldarin snildur, so hevur hann frammanundan tikið stikkarar úr samvirknu talvuni, so ein góð løta eisini fer við tøknitrupulleikum, og hann samstundis fær eitt fínt høvi at framstanda sum ein tøkniligur gandakallur.

Síðani verður lagt til brots við eini framløgu, sum helst skal vera í Prezi fyri at vísa at man er komin víðari frá Powerpoint, har man presenterar turr hagtøl á ein litríkan hátt við pedagogiskum farvukotum. Skeiðsluttakararnir verða síðani settir í blandaðar bólkar sum vit kenna teir: Øll umrøða fyrst evnið intenst í umleið ein minutt í part. Ikki av áhuga, men fyri at finna fram til størsta nørdin í bólkinum og tann við bestu talugávunum at framleggja aftaná. Nørdurin fer so eldhugaður til verka, meðan restin av bólkinum útvekslar anekdotir, og tann við talugávunum lesur at enda arbeiðið hjá nørdinum upp í plenum.

Ein og hvør góður skeiðshaldari veit, at skal hann vera kaisarans vinur, so tosar hann ongantíð inn í kaffipausuna. Tað er tó langt frá altíð, at luttakararnir vita tað, og summir eru herviligir til at seta spurningar, beint áðrenn farast skal til kaffi. Um tit hava pappkrúss, kanst tú gerast frelsandi eingilin við av óvart (tú situr jú aftast) at koma undir títt krúss og stoyta tað á gólv. Statt síðani upp og sig, at tú mást fara út eftir einum klúti. Leyp so á dyr áðrenn nakar vísir tær á, at har longu er ein klútur í rúminum, og minst til lata hurðina standa opna. Tú ert í alramanna eygum tá hetjan, ið bjargaði kaffipausuni. Og í skeiðshaldarans, sum slapp undan at svara.  

Endiliga koma vit til hæddarpunktið av einum og hvørjum skeiði: Frokostpausuna. Her er tað, at luttakararnir fáa 75% av síni heildarfatan av skeiðnum. Fyriskiparin veit, at skal hann fáa eina góða evaluering, skal denturin leggjast her. Og tann garvaði skeiðsgangarin veit, at tá onkur annar rindar fyri buffettina, skal man ongantíð lempa eplir ella várrullur frá Daloon á tallerkin, men altíð fara beint eftir tí dýrasta. Eru rækjur og laksur har, so fyll borðiskin á tremur við teimum. Til ber at fáa sær tvær ferðir, men tá kann onkur annar hava tikið tað.

Seinnapartin av skeiðnum rindar man avlátið fyri miðmálan og situr tungur og lurtar við hálvum oyra eftir eini gjøgnumgongd av onkrum flowchart um teambuilding. Tey meira útspekuleraðu leggja sær tí ofta strategiskar tannlæknatíðir, frisørtíðir ella hava frammanundan spurt børnini um tey ikki vilja avheintast við tveytíðina hendan dagin, so tey kunnu fara til skeiðshaldaran – sum tey vita altíð er meira eftirgevandi enn stjórin – og siga, at tey mugu rýma tíðliga. Tí síggja tit altíð eini 4-5 rýma av skeiðnum millum kl. 13 og 14. Og tá døgurðin er etin, hevur man jú í grundini fingið tað, man kom fyri.

Í skeiðsmappuni liggur typiskt eitt eftirmetingarskjal, og tað skal man útfylla longu meðan skeiðshaldarin tosar. Her ber væl til at tekna bilar, flúgvarar ella hinar skeiðsluttakararnar; tað er ikki soleiðis, at nakar fer afturumaftur at lesa eftirmetingarnar. Og skuldi tað hent, so eru tey anonym, so her er eitt fínt høvi at útfolda teg listarliga. Ella tú kanst geva nørdinum títt skjal, tí hann fer helst at mangla pappír til sína eftirmeting.

 

Lýsing
Bloggarin
Sólfinn Hansen
Cand.Mag. & bac.scient.pol.

Sólfinn Hansen er føddur í 1978 á Klaksvíkar Sjúkrahúsi. Hann er upprunaliga úr Klaksvík, nú búsitandi á Kambsdali. Hann er útbúgvin cand.mag. í føroyskum og søgu og B.S.Sc. í stjórnmálafrøði. Hevur síðani 2003 undirvíst á studentaskúla, HF, handilsskúla, tekniskum skúla og á Fróðskaparsetrinum. Sólfinn er limur í Málráðnum.

Hvør bloggar
Bergur Jacobsen
Pensionistur

Bergur Jacobsen er føddur og uppvaksin á Stongunum í Klaksvík. Útbúgvin prestur frá Chichester Theological College, University of Southampton. Hevur verið prestur á Sandi, við donsku Kirkjuna í London, i Ordrup og í Føroysku Kirkjuni í Keypmannahavn. Starvaðist í Útvarpinum í átta ár, og var landstýrismaður fyri Sjálvstýrisflokkin í tvey ár. Bergur hevur ongantíð sæð ein heilan fótbóltsdyst, men spælt í nógvum hornorkestrum. Bergur hevur eisini verið blaðstjóri á Norðlýsinum og á Tingakrossi eitt stutt skifti.

Seinastu tíðindini
Lands­stýris­maðu­rin lýst svartkjaftakunng…
Lutur Mansins í Fosturtøkuni
Flaggdagshald
USS Albany í Nólsoyarfjørð
Hoydalar til Tjóðpall og Symfoniorkestur
Semjan um tøkugjøld­ini hevur stóran týdn…
Mjølnir og SÍ spæla fyrru FM-finaluna í…
Vei teimum ið kalla ilt gott, og gott il…
Eystanljóð á kórferð í Skotlandi
Pison við kós á Flemish Cap
NEXUM til DM í íverksetan
Myndarøð: KÍ úti av steypakappingini
Triðja KÍ-tapið móti HB áðrenn flaggdagi…
Trý aðalstjórastørv leys at søkja
Býráðið roynt nýggja borðið
Burhan G á OY Voxbotn 2024
Formula umboðar Marel í Føroyum
15 landmátarar á skeiði
Várframsýning hjá Anniku
Loyvisgjaldið skal byggja á skattliga úr…