Lýsing
Lýsing
Lýsing
Mynd: FSF

Royndarverkætlan við landskappingardysti í Betri Deildini í dag (KÍ-HB)

SKRIVAÐ: Norðlýsið  |  01.04.2020 - 00:08 Ítrottur Tíðindi

Sum eina roynd verður landskappingardystur í Norðoyggjum í dag.

Betri Deildin hjá monnum byrjar í dag eftir, at hon annars hevur ligið still í fleiri vikur vegna koronasmittuna.

FSF hevur tikið avgerð um at spæla fyrsta dystin sum eitt slag av royndarverkætlan. Dysturin verður millum KÍ og HB. Men hann verður uttan áskoðarar, tí fólk skulu ikki samlast í bólkum. Tað hevur tí verið hemmiligt fram til nú fyri at minka um vandan fyri at áskoðarar skulu møta upp. Tí hevur FSF útvegað sær serliga útgerð við einum serligum slagi av graslíkisvølli, sum er skjótur at flyta millum bygdir og leggja á, har ein ynskir tað. Vit kenna hetta serliga frá hondbóltinum og flogbóltinum. Fyri at áskoðarar ikki skulu møta upp, so er avgjørt, at dysturin verður leiktur í Norðoyggjum, men fram til dystarbyrjan er hemmiligt, hvar hetta verður, tí áskoðarar sum sagt ikki skulu møta til dystin. Tað er tó avgjørt, at dysturin verður ikki í Klaksvík. Heitt verður á bygdafólki um at halda tað hemmiligt, tá tey koma at síggja starvsfólk frá KÍ og FSF (í mesta lagi 10 fólk) koma at seta vøllin upp á middegi.

FSF boðar frá, at bara hesin dysturin verður leiktur fyribils, og so verður støða tikin til, hvussu royndin eydnast og um spælast skal víðari eftir hesum leisti komandi vikurnar. Sum skilst hevur verið uppá tal, at spæla við færri enn 11 leikarum á hvørjum liði fyri at minka um smittuvandan, men hetta hava vit ikki fingið váttað enn. Eisini hevur verið uppá tal, at bæði liðini einans kunnu møta upp við fólkum, ið hava havt koronasmittuna og sum eru blivin frísk aftur. Hetta kann vera ein orsøk til, at júst KÍ og HB spæla í hesi royndarverkætlanini, tí tað eru nógv flest smittað í Klaksvík og Tórshavn. Men til hetta krevst undantaksloyvið frá FSF viðv. spæliloyvinum. Eisini hesi tíðindi eru óváttað enn.

HB er felagið, har núverandi landsstýrismaður í heilsumálum, Kaj Leo Holm Johannesen, áður hevur spælt og verið formaður í. So tí er upplagt at byrja kappingarárið við dystinum millum føroyameistararnar og liðnum hjá landsstýrismanninum í heilsumálum. Júst hetta kann hava gjørt tað lættari hjá FSF at fingið heilsumálaráðið at sagt gott fyri at royna hendan eina dystin. 

 

Landskappingardysturin millum KÍ-HB byrjar kl. 16.00 og verður stroymdur beinleiðis á nordlysid.fo.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Føroyar í finaluni eftir fimmsettara ímó…
FML: Føroyskt met til Ægir, og enn flest…
Góðar 220.000 krónur til EB
Gamla Slanga á Tvøroyri
Fleiri námsfrøð­ingar og hjálpar­fólk til…
Ægir nýtt mett í 4x100 frí fyri mix-lið
Veðrið um vikuskiftið
Partalagsfundur millum Føroyar og USA hi…
Føroyar vann 3-2 á Georgia
Mai 2026 – miðal heitur og eitt sindur t…
Flogbóltsmenni­nir vunnu á Norð­urírlandi
Nevndin í Stjørnuni hevur skipað seg
Fullveldis­politikkur og vantandi viðlíka…
Skulu skapa fleiri kjansir
Knit in Public - Klaksvík
Tá menn gerast pápar, broytist meira enn…
Frits í stýrhúsrúti­num á Lisshøvda undir…
Menniskjansligt ríkidømi
Oljuleiting her og nú!
Effo byggir Føroya størstu orkugoymslu