Lýsing
Lýsing
Lýsing

Byrja við Føroya Løgtingi

SKRIVAÐ: Tóra við Keldu, forkvinna í MEGD  |  03.04.2020 - 16:52 Politikkur Tíðindaskriv

Samfelagið hevur seinastu vikurnar ligið í dvala. Føroyingar hava lurtað eftir tilmælunum frá myndugleikunum, hildið frástøðu, vaskað og sprittað hendur. Áhugaverdi spurningurin er nú, hvussu samfelagið kann, so smátt, byrja at rakna við aftur – møguliga eftir páskir.

 

Føroya Løgting heima

Meðan vit 12. mars sótu og bíðaðu eftir viðgerðini á Føroya Løgtingi m.a. av lógini um almannatrygd og tænastur, fingu vit at vita frá tingformanninum, at alt virksemi í Løgtinginum varð niðurlagt og Løgtingið sent heim.

Sum løgtingsformaðurn segði, so er støðan serlig og álvarsom.

Vit kunnu ikki annað enn vera takksom fyri, at myndugleikarnir hava kunnað bæði væl og ofta um støðuna og ymisku tilmælini. Og enn er tørvur á, at vit halda fast.  

Tó mugu vit viðurkenna, at tá ið Føroya Løgting ikki kemur saman, so liggja týðandi mál og bíða. Og lógaruppskotið um almannatrygd og tænastur hevur bíðað leingi.

 

Hava longu bíðað ov leingi

Uppskotið um almannatrygd og tænastur er fyri borgarar, ið av ymsum ávum hava tørv á sosialari hjálp í styttri ella longri tíðarskeið.

Endamálið við lógini er at virka sum fíggjarligt trygdarnet hjá fólki, sum ikki megna at uppihalda sær sjálvum og sínum. Samstundis er endamálið at skapa karmar fyri, at fólk, sum hava tørv á sosialum tænastum, í størst møguligan mun gerast sjálvbjargin.

Vit hava longu bíðað leingi. So upplagt er, at viðrakningin av føroyska samfelagnum byrjar við Føroya Løgtingi.

 

Ongin dagsskrá

Í dag er ongin dagsskrá á Føroya Løgtingi til vanligt lógararbeiði. Hetta skilji eg sjálvagt væl og taki undir við øllum tilmælum, ið myndugleikin setir. Tó eiga vit at hugsa um stóra týdningin í løgtingsarbeiðinum. So leingi Løgtingið ikki kemur saman, verða færri nýggj frambrot.

Eftir páskir, um avgjørt verður spakuliga at lata samfelagið rakna við aftur, byrja so við Føroya Løgtingi. So fáa vit týðandi mál á skrá og hóskandi viðgerðir og samtyktir, áðrenn ólavsøkan nærkast.

Til ber at halda frástøðu, vaska og spritta hendur – eisini á Føroya Løgtingi.

 

Tóra við Keldu, forkvinna í MEGD

Lýsing
Seinastu tíðindini
Thorvald er ein dreymur
Ægir flest gull til FM á langgeil
Føroyar vunnu á San Marino í finaluni
- Vit hava góðan kjans í finaluni
Veðrið í vikuni
Unglingi meiddi seg illa av fløskubroti
Ísland vann U-lands­dystir­nar í Klaksvík
Ikki nóg kaldir í hitanum
Livandi Varmakelda
DUOPOL: Føroyskur rokkari skiftir kós –…
Føroyar í finaluni eftir fimmsettara ímó…
FML: Føroyskt met til Ægir, og enn flest…
Góðar 220.000 krónur til EB
Gamla Slanga á Tvøroyri
Fleiri námsfrøð­ingar og hjálpar­fólk til…
Ægir nýtt mett í 4x100 frí fyri mix-lið
Veðrið um vikuskiftið
Partalagsfundur millum Føroyar og USA hi…
Føroyar vann 3-2 á Georgia
Mai 2026 – miðal heitur og eitt sindur t…