Lýsing
Lýsing
Lýsing

Corona órættvísi: Góðan dag harra Løgmaður

SKRIVAÐ: Ein Varða maður  |  04.04.2020 - 14:33 Lesarabrøv Politikkur Vinna

Eg sendi tær eitt dulnevnt bræv, grunda á at eg ikki vil vera kendur.

Eg arbeiði á Varðanum Pelagic á Tvøroyri.
Takk og lov fyri at vit hava eina skipan, ið nevnist "Fiskavirkis skipannin".
Henda skipan er góð, tá alt gongur sum vanligt.

Tó - nú eru óvanligar tíðir.

Vit eru fleiri. sum eru í hesi skipan.
Vit sleppa ikki í Als, uttan við uppsøgn frá okkara síðu.
At siga upp merkir, at um eg tá søki um at koma uppí Als, 
fái eg eina sokallaða "karantenutíð" uppá 5 vikur.


Tí koma vit til at "hanga føst" í hesi skipan.

Vit fáa í mesta lagi fyri 32 tímar um vikuna.

Mín vikuløn er í verðandi stødu 3320,16 kr - brutto.
Seinasta útgjald fyri tvær vikur var 3338,72 kr. - netto.


Havi viðheft klipp, frá seinasta útgjaldið mínum úr Als.


Hetta er sum so í ordan, undir vanligum umstøðum - tó meini eg hetta vera í minna lagið.

Men - tað fellir mær og fleiri av okkum fyri hjarta, nú hvør Per og Pól fær upp til 20000 kr um mánaðin.


Fólk sum eru í Alsskipannini (ikki Coronaskipannini) fáa í mesta lagi 17500 kr. um mánaðin.

At fótbólt spælarar og gud viti hvør, skal fáa so myki meira enn vit, haldi eg vera rættuliga órættvíst.

Vinarliga
Ein Varða maður.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Gamla Slanga á Tvøroyri
Fleiri námsfrøð­ingar og hjálpar­fólk til…
Ægir nýtt mett í 4x100 frí fyri mix-lið
Veðrið um vikuskiftið
Partalagsfundur millum Føroyar og USA hi…
Føroyar vann 3-2 á Georgia
Mai 2026 – miðal heitur og eitt sindur t…
Flogbóltsmenni­nir vunnu á Norð­urírlandi
Nevndin í Stjørnuni hevur skipað seg
Fullveldis­politikkur og vantandi viðlíka…
Skulu skapa fleiri kjansir
Knit in Public - Klaksvík
Tá menn gerast pápar, broytist meira enn…
Frits í stýrhúsrúti­num á Lisshøvda undir…
Menniskjansligt ríkidømi
Oljuleiting her og nú!
Effo byggir Føroya størstu orkugoymslu
Felagið Føroysk Bygdarsøvn
Stjørnan styrkir venjaratoymið
ASC - arbeiðstíð og tørvurin á einum fak…