Lýsing
Lýsing
Lýsing

Tredivutúsund ára gamlir, ella eldri, træstubbar stinga undan

SKRIVAÐ: Oliver Joensen  |  05.04.2020 - 12:10 Mentan Myndarøð Tíðindi

Vit klaksvíkingar eru alt ov vánaligir, tá tað ræður um at kunna um okkara søgu. Ein skuldi trú, at vit í hesi “turistøld” hugsaðu meira um at seta sjóneykuna á tað vit eiga av søgu her í býnum, men har tykist næstan vera øskukalt.

Gekk mær av Bumshamri og niðan á hædd, sunnumorgunin. Eyguni kundu ikki lata vera við at dvølja við gamla einahandilsbygningin úti í Klaksvík, sum er okkara fornminnasavn. Bygningurin allur sum hann er skríggjar eftir viðlíkahaldið. Líkasælan frá okkara ábyrgdarfólkum sæst eisini av vegnum, ið liggur tætt fram við bygninginum, tú fært ilt fyri hjartað at síggja hvussu koyrivegurin liggur tætt oman at og sprænurin frá ferðsluni í regnveðri stendur inn ímóti vegginum.

Borðoyarvík

Men tað var ikki handilsbygningurin úti í Klaksvík eg ætlaði at siga nakað um. Tað, ið eg haldi at vit mugu fáa nakað burturúr er mórenubakkin - ella leirbakkin ímóti Borðoyarvík, ið vit eiga at gera meira ásýniligan og tekkiligan almenninginum

Norðlýsið hevur áður skrivað um hetta. Tað var tá býargartnarin, Hans Hjalti Skaale, saman við Lis Mortensen frá Tjóðsavninum, gjørdi eitt stórt arbeiði við at vísa á hetta ótrúliga pláss, sum við eini sera lítlari íløgu hevði kunna verið eitt sera áhugavert stað hjá bæði ferðafólki og okkara skúlaungdómi at kunna seg um.

Jóannes Rasmussen í 20. Fróðskaparritinum

Í 1972 hevur Jóannes Rasmussen eina sera áhugaverda vísindaliga grein í Fróðskaparritinum nr. 20. Jóannes var jarðfrøðingur.

Í greinini spyr hann Robert Joensen um eitt træ, sum er funnið í leirinum undir bakkanum við Mækjuvík

Robert svarar soleiðis:

“… Har eru neyst tætt vestan fyri staðið, har træið kom úr bakkanum….”

 


Jóannes skrivar víðari: “Træið, sum funnið varð í 1938, og leirið, tað lá í, var ikki gjøllari kannað tá…”

Víðari skrivar hann: Vanligt er at finna træsprek í leirlindini millum mórenurnar. Træið, sum kom fram í 1938 hevur nú verið til gjøllari kanningar á Institut for Planteanatomi og cytologi við lærda háskúlan í Keypmannahavn….

Træið er C14 aldursmett á náttúrufrøðideildini á Nationalmuseet í Keypmannahavn hjá Henrik Tauber. Úrslitið sigur aldurin vera hægri enn 30.000 f. 1950,men tað sigur einki um hvussu nógv hægri aldurin er.

Býargartnarin gjørdi eina roynd

Sum eg skrivaði, so gjørdi býargartnarin eina roynd í 2002 ella har á leið, at seta eitt skelti upp við vegin Oman Eið yvir í Gerðar. Síðani 2002 er nógv hent á øðrum økjum, millum annað er vegurin nú umlagdur, soleiðis at skeltið stendur uppi við Tekniska Skúla, ímeðan ferðslan fer eftir nýggja vegnum úr rundkoyringini yvir í Oyravegin. Enn kanst tú væl lesa skeltið, men tað átti at verið flutt, soleiðis at tað stóð meira ásýniligt við nýggja vegin.

Gøtu oman og fram við bakkanum

Tað hevði ikki kosta nógv at flutt skeltið og gjørt gøtuna oman og harafturat framvið bakkanum, soleiðis at økið var meira atkomuligt fyri gestir.

Varð hetta gjørt rætt, so hevði hetta óivað verið eitt gott klípið til at fingið pening burturúr ferðavinnuni.

Ferðavinnan

Fyri at koma aftur til gongutúrin av Bumshamri. So gekk eg eisini fram við Ídni, Faktorshúsunum. Minnist at Tróndur Fuglø sáli einaferð hevði eitt uppskot um at gera túnið her, frá Ídni og suður um einahandilshúsini til eitt veruligt tún, har ferðslan kundi krúpa ígjøgnum, tvs gera gongubreytir og leggja vegin við grótflísum.

Haldi onki endamál vera í, at gera eina breiða ferðsluæðr her. Hetta eigur at vera partur av okkara gamla býi í staðin. Gamla posthúsið, sýslumanshúsini, einahandilin og gamla Havnaskrivstovan. Her liggur nógv av søgu okkara púra opin.

Nú tað sær út til, at tunnilin norður um Fjall, skal ganga ígjøgnum Kjølin, er komið fram, at neyðugt verður at verja toftirnar eftir skalvalopini í Gerðum. Her er í umbúna kanska at leggja tær opnar, eisini tí at eingin veit neyvt hvussu býlingurin sá út. Um vit megnaðu tað, og kanska eisini fingu víkingatoftirnar úti í Grøv lagdar opnar, so høvdu vit havt eitt stórt grundarlag fyri ferðavinnuni í Klaksvík.

Í hesum sambandi eiga vit ikki at gloyma Vevskúlan. Báturin hjá Ajnu Søderblom Hevur ikki havt góðar umstøður, síðani hann var givin upp í almennar hendur. Enn er hann til og hann átti at verið settur í eitt savn saman við Vevskúlanum úti í Grøv.

Nevndu søguligu støð áttu at fingið okkum í Klaksvík at hugsa meira hendan vegin, ikki minst nú tað sær út til, at vit fara at fáa eitt hotel afturat í býnum - gestirnir skulu eisini hava eitthvørt at koma til.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Elsebeth Mercedis: Vit eiga framhald­andi…
Heðin Mortensen stillar upp aftur
50 ár síðan Reyðu Khmerdrápini
Verja og visiónir
Eina stóð ph.d.-verjuna væl og virðiliga
Grant er í Klaksvík hvønn dag
Landið má leggja trýst á kommunur
Mjølnir enda á heimavølli
Sáttmáli undirskrivaður um lækna­miðstøði…
Aðalfundur verið í Íverksetara­húsinum
Methøg søla av elorku og methøg framleið…
Virkið vár byrjar og endar við renning
33 nýggjar íbúðir á Argjum
Havsbrún í Fuglafirði - 365 dagar uttan…
Útróðurin hevur ongan góðan í tinginum o…
Skíggjanýtsla og antibiotika ovast á dag…
Fiskimála­ráð­har­rin tekur og gevur
Rannvá Dahl vart ph.d. á Københavns Univ…
Kent ”Kenno” Petersen í Varpinum
Stjørnan hevur aðalfund