Lýsing
Lýsing

Paulus, Korona, fjarstøða og páskir – ein stutt hugleiðing

SKRIVAÐ: Jóannes Purkhús  |  10.04.2020 - 09:00 Lesarabrøv Tíðindi

Seinastu vikurnar hava verið undarligar, ja, øðrvísi enn nakað, ið eg (og helst mong onnur við) hava roynt áður. Myndugleikarnir hava mælt til, at vit halda okkum heima við hús við tí endamáli at verja hvør annan við at halda fjarstøðu. Vit menniskju eru sosialar verur, og okkum dámar væl at vera saman við øðrum: At hálsfevna okkara kæru. At koma saman til føðingardagar, gudstænastur, ítrótt, konsertir og annað. Ja, at heilsa teimum, ið vit møta á alfaravegi, við at taka vinarliga í hondina. Men nú Korona-smittan ger um seg kring allan knøttin, er einki, sum tað plagar at vera. Alt er øðrvísi, er á so mangan hátt vent á høvdið, og hjá mongum er hetta eyðvitað ein avbjóðing.

Vit skulu sum sagt vísa umsorgan við at halda fjarstøðu: Men hvussu kunnu vit sýna hvør øðrum umsorgan og kærleika á henda hátt? Og kunnu vit nýta fjarstøðuna til nakað skilagott?

 

Sjálvur nýti eg heilt fitt av tíð at granska í Nýggja Testamenti, serliga Paulus og hansara brøv. Nú so nógv verður tosað um fjarstøðu, kann í hesum sambandi verða víst á, at var tað ikki orsakað av júst fjarstøðu, høvdu vit neyvan nøkur brøv eftir Paulus. Í øllum førum hevði ikki verið neyðugt hjá honum at skriva tey brøv, ið hann skrivaði. Paulus hevði jú sjálvur grundað eina røð av kirkjuliðum ymsastaðni kring um í rómverska heiminum. Hann hevði tí eisini alstóran kærleika til teirra og kendi eina serliga ábyrgd fyri teimum. Hesi kirkjulið vóru nýstovnað, óroynd og tí eisini “ung”. Tey vóru staðsett í býum, har aðrir átrúnaðir, m.a. grikskur, rómverskur, egyptiskur, vóru frammanundan og høvdu fastatøkur. Spurningar og ivamál stungu seg tí heilt natúrliga upp hjá teimum: Hvussu skulu vit liva? Hvat er rætt og skeivt? Hvat merkir nýggja trúgvin fyri okkara lív og tilveru? Tað er eyðsæð, at Paulus ikki kundi vera allastaðni samstundis, og júst tí var hann noyddur at samskifta á annan hátt, nevniliga umvegis brøv, ið hann sendi kirkjuliðunum, tá ið ivamál ella spurningar stungu seg upp, tá ið tey høvdu tørv á leiðbeining og hjálp.

 

 

 

Vit kunnu tí siga, at brøvini eru eitt beinleiðis úrslit av ítøkiligu fjarstøðuni millum Paulus og tey kirkjulið, ið hann hevði grundað og samskifti við. Tey vóru ein háttur hjá honum at minka um fjarstøðuna. Carl R. Holladay, fyrrverandi professari í Nýggja Testamenti við Emory University, hevur víst á, at tað vóru júst brøvini, ið gjørdu tað gjørligt hjá Paulusi at vera ápostul á júst tann hátt, ið hann var tað, hóast ítøkiligu fjarstøðuna. Brøvini komu í staðin fyri ítøkiliga samskiftið andlit til andlits. Tey vóru ein háttur hjá honum at vera hjá teimum, at vera nærverandi, hóast hann var staddur í øðrum býi langt burturi. Paulus ferðaðist jú víða um, men nýtti brævið sum tekstslag, sum amboð og miðil, til at fremja tað, ið er gott og gagnligt, til at bera kirkjuliðunum gleðiboðini um Jesus Krist.

 

Eisini vit, ið liva 2000 ár seinni, kunnu nýta fjarstøðuna til nakað gott, gagnligt og uppbyggiligt. Vit hava ongantíð havt betri møguleikar at samskifta enn í dag. Vit hava altíð møguleika at bera onkrum troyst ella vón umvegis telduna ella telefonina. At gleða onkran og vísa umsorgan og kærleika hóast likamliga fjarstøðu. Vit kunnu altíð skriva ella ringja til onkran, ja, nýta fjarstøðuna til tað, ið byggir upp og er gott. Vit noyðast ikki, eins og Paulus, at bíða í dagavís, ja, kanska í vikuvís, eftir einum brævi. Eitt er vist: Paulus hevði øvundað okkum teir møguleikar og hentleikar, ið vit hava í dag!

 

Páskirnar stunda nú til, og umvegis fyrra bræv sítt til kirkjuliðið í Korint kundi Paulus bera teimum tey gleðiligu boð, at lívið er sterkari enn deyðin. At Kristus við deyða og uppreisn síni hevur vunnið sigur á deyðans og myrkursins valdi. Henda vikan, stilla vika, minnir okkum á, at lívsins vegur gekk umvegis deyða og grøv. At kongurin, ið reið inn í Jerúsalem á asnabaki, sigraði við at verða krossfestur og rísa upp aftur páskamorgun. Hjá okkum er júst hetta hin størsta troystin í hesum døgum, ið eru so nógv øðrvísi enn alt annað, ið vit hava roynt áður.

 

Jóannes Purkhús, prestur á Viðareiði og doktaralesandi við universitetið í Münster

Lýsing
Seinastu tíðindini
Jákup B. Andreasen kann skjótt blíva klá…
Requiem í Varpinum skírisdag
Ein heimskendur hándverkari! 
Framsýning á Viðareiði á páskum - Undir…
Sangkórið og Jógvan Mortensen syngja í B…
Áhugaverdur djóragarður í Kunoy
Aðalfundir og lagnusøgur á Krígssavninum
Meistarar og lærisvei­nar í Gøtu
Fyrsta Reyða Kross Summarlegan
Pengar fyri bøtur úr Føroyum eiga at far…
Klaksvík kosið millum vakrastu býir í he…
Mass Hoydal leiðari fyri Visit Runavík
Svimji­høllin um Páska­høgtíðina
Frá Melodi Grand Prix til FríðuTónar
Hiddenfjord fingið altjóða góðkenning fy…
Stór ungdóms­páskastevna í Havn um vikusk…
Uni Holm Johannsen: - Tann fyrsta breið…
Stór listaframsýning við Løkin
Grundøki til sølu Undir Gerðhamri í Hvan…
Danmark hevði munin