Lýsing
Lýsing
Lýsing

Fólkakirkjan fram til 10. mai 2020

SKRIVAÐ: Uni Næs og Jógvan Fríðriksson  |  10.04.2020 - 08:24 Tíðindaskriv

Coronasmittan ger um seg í øllum heiminum. Kirkjuligu myndugleikarnir hava fylgt gongdini frá degi til annan. Vit hava lurtað eftir tilmælunum frá landsins myndugleikum, og vit takka fyri gott arbeiði.

Løgmaður helt tíðindafund í dag 8. apríl. Við støði í tilmæli Løgmans verður boðað frá, at áður givnar leiðreglurnar framhaldandi eru galdandi við atliti at virkseminum í fólkakirkjuni.

          • Allar gudstænasturnar verða avlýstar fram til og við 10. mai 2020.

          • Fólk eru vælkomin at venda sær til sóknarprestin við fyrispurningi um dóp og vígslu. Er talan um bráðneyðugar umstøður, eru dópur og vígsla eyðvitað ein møguleiki.

           • Fólk eru altíð vælkomin at venda sær til sóknarprestin umvegis telefon ella netið. Bæði tá ið talan er um vanligar spurningar, sálarneyð ella aðrar átrokandi umstøður.

          • Andlát og jarðarferð eru eitt viðkvæmt og sárt øki, ið eigur at handfarast hóvliga og við størstu virðing. Tey avvarðandi eru vælkomin at venda sær til sóknarprestin til tess nærri at vita, hvussu jarðarferðin á virðiligan hátt í stillum kann fara fram í kirkjuni.

Við støði í komandi tilmælum frá myndugleikunum endurskoðar fólkakirkjan í viku 20 avgerðirnar, ið tiknar eru.

 

Tórshavn 08. apríl 2020.

Uni Næs, dómpróstur
Jógvan Fríðriksson, biskupur

Lýsing
Seinastu tíðindini
Gamla Slanga á Tvøroyri
Fleiri námsfrøð­ingar og hjálpar­fólk til…
Ægir nýtt mett í 4x100 frí fyri mix-lið
Veðrið um vikuskiftið
Partalagsfundur millum Føroyar og USA hi…
Føroyar vann 3-2 á Georgia
Mai 2026 – miðal heitur og eitt sindur t…
Flogbóltsmenni­nir vunnu á Norð­urírlandi
Nevndin í Stjørnuni hevur skipað seg
Fullveldis­politikkur og vantandi viðlíka…
Skulu skapa fleiri kjansir
Knit in Public - Klaksvík
Tá menn gerast pápar, broytist meira enn…
Frits í stýrhúsrúti­num á Lisshøvda undir…
Menniskjansligt ríkidømi
Oljuleiting her og nú!
Effo byggir Føroya størstu orkugoymslu
Felagið Føroysk Bygdarsøvn
Stjørnan styrkir venjaratoymið
ASC - arbeiðstíð og tørvurin á einum fak…