Lýsing
Lýsing
Lýsing
Lýsing

Nýtt staklag við Marius DC og Jonas Langgaard

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  24.04.2020 - 08:15 Kykmynd Mentan

Marius DC og Jonas Langgaard geva í dag lagið Straight Up Icy út, eitt melodiskt og popputt lag við einum fangandi niðurlagi

Útgávan verður markerað við eini online konsert leygarkvøldið kl. 20, á Facebooksíðuni hjá Marius DC. 


Hóast Marius DC og Jonas Langgaard bert hava arbeitt saman seinasta árið ella so, so hevur hetta verið eitt stórsligið ár fyri duoina, ið endaði við eini FMA heiðursløn sum besta nýggja navn í 2019. Nú geva teir fyrsta staklagið sum duo út, har Jonas, ið vit kenna handan DJ pultin, eisini syngur saman við Mariusi.


Marius DC kom brakandi inn á føroyska tónleikapallin, sum eitt av bestu og mest sjónligu nøvnunum í Sementkappingini í fjør, hetta var samstundis fyrstu ferð, at Marius og Jonas framførdu saman, Marius á vokali og Jonas við DJ pultin. 


Teir høvdu einans kent hvønn annan í tríggjar dagar, tá teir í finaluni vóru millum mest sannførandi bólkarnar, m.a. við einum nýskrivaðum lagi, ið teir høvdu gjørt saman, innspælt og útgivið á Soundcloud.


Hetta var byrjanin til eitt ár hendingaríkt ár við trimum stakløgum og EP’ini The MZA EP, ið umframt heiðurin sum ársins nýggja navn, hevði við sær tilnevningar fyri ársins útgávu, ársins tónleikanavn og ársins sangara. Men eisini við nógvum konsertum og framførslum á festivalum. 


Jonas Langgaard er sjálvur virkin sangskrivari og sangari, hann skrivaði lagið Woah, á The MZA EP, og hevur somuleiðis framleitt og skrivað nógv av løgunum, ið Marius DC framførir á konsertum. 


Nógvar bókingar eru longu gjørdar í summar eitt nú á stóru festivalunum, um hesir verða hildnir. Eisini eru áhugi uttanlands fyri hesum føroyska Hip Hop nýbrotinum. 


Í løtuni brúka teir steðgin, ið samfelagið er í, til at framføra online konsertir, og til sangskriving og framleiðslu av nógvu løgunum, ið teir longu hava skrivað saman. 


Hoyr lagið her: 
https://www.youtube.com/watch?v=0u-_KnRDYVM

Lýsing
Seinastu tíðindini
2025 var heitasta árið á Landgrunni­num í…
Torratingið avlýst!
Magnus Rasmussen stillar ikki uppaftur
Beinir spyr um Kalsoyar­leiðina
Januar 2026 - hvussu royndist veðrið?
Torramatur í Skálanum kl. 11.30 - 17.00…
Petur á Roykheyggi í Betesda í kvøld
Oyggja­fundur um undirsjóvar­tunnil
Framvegis stórt trýst á bústaðarmarknaði…
Torraskráin Mikudagin
Bílig fígging ger dýrar verkætla­nir lokk…
Brøgd á sjónum
Video: Kafé Fríða við góðum mati á Ferða…
Judith Holm Kjærbo 100 ár
Video: Marietta leverar køkur til Ferðav…
Video: Amarant leverar lekkurt morgunábi…
Umhvørvis­kanningin av Suður­oyartunli­num…
Video: Ferðavinnu­ráð­stevnan er eisini ti…
Klaksvíkar bókasavn - Bindiskeið
Skráin fyri Faxe Kondi steypafinalurnar
Lýsing