Lýsing
Lýsing
Lýsing

Gera boriroyndi fyri nýggja Húsarhaldsskúlanum

SKRIVAÐ: Dávur Winther Myndir: Dávur Winther  |  08.05.2020 - 01:46 Mentan Myndarøð Tíðindi

Í góðveðrinum í kvøld stóð Martin Sivertsen, sum eigur felagið, Bora, og riggaði til at gera boriroyndir í miðbýnum.

Talan er eini fýra hol, sum verða boraði 6 m niður. Hetta fyri at vita hvat tilfar er undir, tá ið grivið verður fyri nýggja Húsarhaldsskúlanum, sum skal liggja áleið har, sum verandi kappróðrarneyst stendur og so nakað nærri móti Nólsoyar Páls húsinum.

Fyrsta boriroyndin skuldi gerast við ánna og síðani eysturyvir, har skúlin skal standa.

Slíkar boriroyndir vórðu eisini gjørdar fyri at kanna undirlendið, har sum nýggja mentanarhúsið skal standa. Borað varð 6 m niður. Niðri í bønum var mógvur og mold niður á 4,5 m og síðani bláleirur – ikki hella.

Liðna kjallaragólvið í mentanarhúsinum - tilbygninginum vestanfyri verandi Posthús - kemur at liggja eini fýra metrar undir verandi fortovi við Klaksvíksvegin.

 

Liðna kjallaragólvið í mentanarhúsinum - tilbygninginum vestanfyri verandi Posthús - kemur at liggja eini fýra metrar undir verandi fortovi við Klaksvíksvegin.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Framsýning hjá Kvøldskúla­num og Handarbe…
Norðoya Gongufelag: Túr í Føgrulíð í mor…
Morten Messerschmidt til Føroyar at hald…
Úrslitini tala fyri uppsøgnini
Seinastu strokini
Nýggj duet útgáva Kristina Bærendsen og…
Røða: Flaggdagsrøða løgmans í Fámjin
Nu gælder det om at stå sammen om KÍ; sp…
Várframsýning hjá Anniku
Kom og hoyr um afturkomu Jesusar – Betes…
Mjølnir vann lættliga á SÍ í fyrru FM-fi…
Ikki ein óvæntað avgerð
Hesin verður fyribils venjari hjá KÍ
KÍ og Haakon Lunov fara hvør til sítt
Frálík flaggdagsrøða
Fimm prosent møguleiki fyri at KÍ vinnur…
Lands­stýris­maðu­rin lýst svartkjaftakunng…
Lutur Mansins í Fosturtøkuni
Flaggdagshald
USS Albany í Nólsoyarfjørð