Lýsing
Lýsing
Lýsing
Olevina Sundskarð rekur Kondittarí Marietta | Mynd: Dávur Winther

Kondittarí Marietta í heimsflokki

SKRIVAÐ: Dávur Winther Myndir: Dávur Winther  |  10.05.2020 - 14:23 Myndarøð Tíðindi Vinna

Ein meistarabúð innan køkur, sum klaksvíkingar kunnu gera sær dælt av.

Ert tú í Keypmannahavn og hevur eina søta tonn, so leitar tú tær inn á Conditori La Glace ella enn betri á Conditori og Café H. C. Andersen.

Olevina Sundskarð sum hevði eina mathegniga abbasystir, Marietta, hevur eftir henni kallað sítt kondittarí upp: Kondittarí Marietta.

Olevina fór niður at læra til kondittara á EUC Ringsted, hagani hon var avlærd í 2008. Í lærutíðini var hon knýtt at Conditori og Café H. C. Andersen, sum praktikpláss. Tá ið hon var liðug at læra, arbeiddi hon har í tvey ár og fór síðani inn í Tivoli á Andersen Bacery. Her lærdi hon nógv, ja, hon lærdi eisini handverkið uppá tann ”harða mátan”, tí her helt landsliðið inna bakikappingar til, har Olevina eisini royndi seg, og kláraði seg væl.

 

Mammudagur

Vit fóru spent oman at royna eydnuna mammudagin í okkara La Glace ella Conditori ella Café H. C. Andersen - Kondittarí Marietta, tí mammudagin hevði hon lýst við spennandi køkum. Tá ið vit komu hagar, stóðu fólk úti í túni í bíðirøð – 15 fólk frammanfyri okkum.

”Einki eftir” hoyrdu vit út í tún, tó at bert 15 minuttir vóru farnir av tíðini, hon hevði latið upp. Vit fingu tó hjørtur og kransakakur við lakresi.

Gómin fekk eisini so tað passaði – heilt framúr væl smakkandi og nógvir yvirraskandi smakkir brutu fram, longur tú kom inn í køkuna – heit framúr!

Jú, sanniliga! Vit eiga okkara egnu Conditori og Café H. C. Andersen, sum er í heimsflokki, í Kondittarí Mariettu og Olevinu Sundskarð – Nógv fyri eygað og ikki minni fyri góman! Fantastiskt!

Minni enn ein tíma eftir, at hon hevði latið upp, var Kondittarí Marietta sleikt fyri køkur.

 

FaceBook

Í gjár skrivaði ”Kondittarí Marietta” á FaceBook: ”Gleð mammuna við einari leskiligari køku frá Kondittarí Marietta - Í morgin, mammudagin, er opið á kondittarínum frá kl. 12 og so leingi nakað er eftir.

Vit hava ein-persónshjarta v/browniebotni, passiónskaramell, karamellmousse og súrligum passiónspuré ovast. Hendan køkan bleiv “åretskage 2006.”

Og vit hava 4-5 stk. kirseberkøku v/sjokolátamandelbotni, passiónsntrøffel, einum løttum mandelbotni, kirsebermousse og kirseberglazé ovast.

Støkk inn á gólvið á kondittarínum, á Klaksvíksvegi 56, ímorgin frá kl. 12”.

Ein serlig uppliving, sum bert kann roynast í verki – ikki ber til at greiða frá slíkum smakki-tyssi!

 

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Betesda fær vitjan á møtinum sunnukvøldi…
Toy Story 5 setir sjóneykuna á skíggjar…
Tá ið vit fóru til stroks
Klaksvík­ingur bleiv smurdur av á jóansøk…
40 atgongumerki eftir
Setið borin í nú!
Valsvik staðfest í Runavík
Vitlíki trýstir prísin á iPhone og PlayS…
Nordea grunnurin stuðlar Drivinum - nýgg…
Undirmannað KÍ-lið vann eitt stig
Hvussu KANN MAN líta á tíðindi í Kringva…
Áheitan á 49'ararnar
8-kantaða kioskin aftur til heiðurs og æ…
Borgar­stjó­rin svarar borgarunum
Nýtt staklag frá Jónasi Gaard og Sigrið
Føroya Tele tekur fyrsta stig í 100 mill…
Nøglin sæst her
Klæða suðurendan á Varpinum
Tí valdu vit Fróða Benjaminsen
Fyrrver­andi KÍ-leikari er nú hjálparvenj…