Lýsing
Lýsing
Lýsing

Kemur hjálp til ferðavinnuna og trygging av arbeiðsplássum?

SKRIVAÐ: Bjørt Samuelsen, løgtingskvinna  |  13.05.2020 - 12:35 Politikkur Tíðindaskriv

Enn ein av stóru fyritøkunum í ferðavinnuni hevur sagt hópin av starvsfólki upp. Hesaferð Atlantsflog, ið sigur 90 fólkum úr starvi, orsaka av koronaátøkunum. Fleiri fyritøkur í ferðavinnuni hava longu sagt hópin av starvsfólki upp.

Vinnufyritøkur, sum liggja lamnar orsaka av koronakreppuni, vita ikki, um tær eru keyptar ella seldar. Tí enn eru eingi greið boð komin frá landsstýrinum um, hvørjar ætlanirnar eru frameftir. Í fyrsta lagi fyri at forða fyri hópuppsøgnum og í ringasta føri húsagangi, og í øðrum lagi fyri at fáa vinnuna á føtur aftur. 

Fyrstu hjálparpakkarnir tóku broddin av akutta hjálpartørvinum hjá vinnuni. Men, fyri tær vinnur, sum hava mist meginpartin av inntøkugrundarlagnum orsaka av korona, munar hjálpin langt ífrá nóg væl.

Serskipanin í ALS er bert galandi til 30. juni, og heldur ikki fyri rakstrarstuðulsskipanina vita vit, hvussu leingi hon verður í gildi.  Vinnan má sum skjótast fáa greið boð um, hvat hon kann vænta sær. Um ætlanin er at leingja hesar skipanir ella ikki.

Verður rætt ikki atborið beint nú, so er vandi fyri, at partur av teimum, sum í løtuni eru loftaði í koronaskipanini í ALS verða veruliga arbeiðsleys. Talið av arbeiðsleysum er spakuliga byrjað at vaksa, samstundis, sum talið av fólki í koronaskipanini minkar.

Í longri tíð hevur verið sagt, at landsstýrið arbeiddi við einum hjálparpakka fyri ferðavinnuna. Hetta segði løgmaður eisini, tá undirritaða í tinginum fyri tveimum vikum síðani spurdi um hjálp til vinnur, sum eru serliga hart raktar av koronaátøkunum.  Enn hevur eingin fundur verið við flokkarnar á tingi, og tíðin er meira enn búgvin at fáa fram, hvørjar ætlanir landsstýrisins eru.

Okkum tørvar at fáa svar uppá, nær og um meira hjálp kemur til ferðavinnuna og aðrar sperdar vinnur, og hvørjar ætlanirnar eru fyri at tryggja, at fleiri hópuppsagnir ikki verða.

Landsstýrið má sum skjótast koma við ætlanum, sum effektivt forða fyri vaksandi arbeiðsloysi. Og langstíðarætlanum fyri, hvussu tryggjast kann, at fyritøkur ikki fara á húsagang.

Er ætlanin at gera, sum summi lond hava gjørt, at veita endurgjald fyri part av mistari inntøku ella serliga lagalig “koronakreppulán”, til fyritøkur, sum hava mist stóran part ella alt inntøkugrundarlagið í rúma tíð orsaka av korona? Ella, hvussu skal ein effektiv hjálpandi hond síggja út? Vit hava stóran tørv á, at fólkavalda parlamentið fær høvi at viðgera tað, nú – og tíðin er meira enn búgvin at fáa fram, hvørjar ætlanir landsstýrisins eru.

Ferðavinnan er allar meinast rakt, men eisini onnur hava stórar avbjóðingar, eitt nú fiskivinnan landi, ið ikki er fevnd av hjálparpakka 2. Fáa sperdu vinnurnar ikki møguleikan at fóta sær skjótt, so fer tað at kosta hundraðtals arbeiðspláss. Og sum ferðavinnan eisini hevur víst á, kemur tað at raka ungu arbeiðsmegina serliga meint.

Fyrispurningur um hesi tingini er sendur løgmanni í dag.

 

Bjørt Samuelsen, løgtingskvinna

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Flogbóltur: 110 lið meldaði til Silva Cu…
Veðrið um vikuskiftið
Onki umval í Runavík
Trump: Ikki fleiri álop á Venezuela
Seglhúsmenni­nir áttu Háenni í 38 ár
Tyrlan partur av SAR venjing
Antoine Semenyo til Manchester City
Simona nýggj í FFT
At nápa eitt nápað hjáland
Skrivari Tjóðveldsins mótmælir landsstýr…
Eiði: Góð útgerð til kavagrevstur
Rættar­nevndin í Inatsisartut og grønlend…
“Viðhvørt er frægast ikki at gera ov nóg…
Fremmand tyrla í Klaksvík
Sløkkiliðsmenn í SKS verða heiðraðir
Evald Johannesen farin
Kavahugni
Tað byrjaði í 2019 – ella 1916?
SSL: Sam avlýst síðstu túrarnar í kvøld
Er Miðflokku­rin nú ein ultra-høgraflokku…