Lýsing
Lýsing
Lýsing
Luftin rekur til Føroyar av leiðunum við Kappan. Hetta er næstan á somu breidd sum Føroyar. Tí er ikki so kalt, sum tað hevði kunnað verið á høgætt. Lufthavið er støðugt (stabilt), og tá sæst á skýlagnum omanfyri okkum. Ovast eru nyðruskýggj (altocumulus); niðanfyri eru bert spjaddir smáir bøklar (cumulus). | Mynd: Vár Hanusardóttir Kjølbro

Høgætt í nógvar dagar afturat

SKRIVAÐ: Hanus Kjølbro  |  13.05.2020 - 20:36 Tíðindi Veðrið

Hann hevur ligið norðaneftir – ella har á leið – í nakrar dagar. Soleiðis fer tað at vera næstu 4-5 dagarnar. Ættin fer at liggja ímillum norðan og vestan. Vindferðin fer at veru undir 10 m/s mestsum allatíðina, tó ikki ein løtu fríggjadagin, tá ið vindferðin fer upp ímót i 15 m/s.

Veðrið næstu dagarnar fer at verða soleiðis:

Í morgin – hósdagin – fer ættin at mala ein løtu fyrrapartin úr útsynningi og upp í útnyrðing (lítil og eingin vindur), men seinnapartin er hann aftur norðan, og vindferðin fer at liggja um 5 m/s. Eitt sindur av ælaveðri við regni fyrrapartin, men eftir tað turt kring mestsum alt landið líka til seint um kvøldið. Tá fer eitt brúgvalag við regni framvið Føroyum.

Hitin í morgin fer at liggja um 5 til 7 stig.

Fríggjadagin fer ættin at vera útnyrðingur-norðan. Vindferðin lítil og eingin tíðliga á morgni, men so fer at veksa spakuliga. Á middegi eru 8 til 12 m/s, og tað er vindferðin restina av degnum. So er tað avfallið. Turt mestsum allan dagin, tó kann okkurt ælið vera í støðum.

Hitin fríggjadagin fer at liggja um 4 til 5 stig.  

Leygardagin fer ættin eisini at liggja um útnyrðing. Hann fer eitt sindur uppum og niðurum í løtum. Vindferðin fer at minka úr 8 til 12 m/s tíðliga á morgni niður um 5 m/s eftir middag. Eitt sindur av avfallið verður leygardagin í ælingum, og tað er bland av regni og vátakava.

Hitin leygardagin fer at liggja um 3 til 5 stig.

Sunnudagur fer at líkjast leygardegnum nógv.

Soleiðis sum viðurskiftini í lufthavinum eru í kvøld, fer heitari luft sunnaneftir ikki at koma fyrr enn mánadagin.

Lýsing
Seinastu tíðindini
KÍ var sannfør­andi móti NSÍ
Hesi bíða nú í spenningi
Myndarøð: KÍ kvinnur - NSÍ: 4-0
Veðrið í vikuni
ABC kann koppa Klaksvíkar Býráði
Fólk tosa um KÍ tí tey hava áhuga og tað…
Roynt verður nú at skipa fyrstu breiðu s…
ABC fara til forhandl­ingar í morgin
Hópfígging til telduspælið Beyond the Py…
Fyrsti heimadystur hjá KÍ-kvinnum
KÍ-arnir fingu høvuðsleiklutir í San Mar…
Sjálvstýris­flokku­rin hevur djúpar røtur…
Páska­stevna í Eysturoynni
Hesir byrja ímóti San Marino
Bjargingarbátur rekur til Føroya  
Fólka­floksháborgin er á Viðareiði, Miðfl…
Nýggja forkvinnan í MEGD ynskir samstarv
Beinir kann aftur gerast yngstur – so nó…
Høgni stórur FM favorittur
Skeið innan spreingitøkni styrkir trygd…