
Spennandi tingdagur um fiskivinnuna
Loksins kemur tað so, løgtingslógaruppskotið um skatting av avhending av fiskiloyvum. Hetta er ein fylgilóg til lógina um sjófeingi, ið varð samtykt í desember 2019, og sum var ein treyt fyri at fáa tað uppskotið samtykt. Eins og fráboðað verður skatturin á avhending av loyvum rættiliga høgur, væl omanfyri 50%. Vit hava hugt at innihaldinum í lógini, sum uttan iva fer at elva til miklan orðadrátt á tingi, tá tað kemur fyri fríggjadagin 15. mai.
Eftir øllum teknum í sól og mána, um uppskotið verður samtykt í verandi líki, verður avhending av loyvum altíð fyrst skattað við 35%, sum er ein serskattur, og síðani verður restin skattað á vanligan hátt. Hetta merkir, at er tað eitt partafelag, sum selur rættindini, so verður tikin vanligur partafelagsskattur à 18% og síðani ein vinningsbýtisskattur av 35% av restini, soleiðis at tað almenna fær knapt 2/3 av søluvinninginum.
Er tað hinvegin ikki eitt felag, men ein privatpersónur, ið selur rættindini, so verður søluvinningurin skattaður fyrst við sama serskatti uppá 35%, og síðani skal hesin gjalda vanligan inntøkuskatt av restini, tað vil siga landsskatt, kommunuskatt og møguligan kirkjuskatt, og í døminum í viðmerkingunum til lógina endar hetta við, at hann skal gjalda heili 67,5% av søluvinninginum til tað almenna. Í døminum er lands- og kommunuskattur tó settur til 50%, ið er í so høgt mett. Men aftur her er talan um umleið 2/3 til tað almenna.
Ein triði møguleiki er at avhenda rættindi sum partabrøv, og verður tann hátturin brúktur, verða goldin tvær ferðir 35%, fyrst serskatturin uppá 35%, og síðani vanligi kapitalvinningsskatturin uppá onnur 35% av restini. Av tí at hendan seinna upphæddin sjálvsagt er minni, gevur hesin hátturin tí almenna umleið 58%.
Tað almenna fær so bróðurpartin í øllum førum, har loyvi verða handlað innanlands, úr 58% og upp í 67,5%. Men í førinum útlendskur ognarskapur er tó ásett, at tey als ikki verða skattað í Føroyum, um so er, at Føroyar hava tvískattaavtalu við landið, har seljarin er heimahoyrandi. Hesi eru Norðurlond og Bretland. Búgva útlendingarnir aðrastaðni enn í Norðurlondum ella Bretlandi, verða teir avmarkað skattskyldugir í Føroyum, treytað av, at ein onnur lóg um hetta eisini verður samtykt.
Hendan seinna lógin er eisini løgd fyri tingið, og viðgerðin verður fyri báðar saman. Í teirri lógini standa eisini ásetingar um vinnuligar royndir, verkætlanir, endaligar avhendingar av rættindum, tillagingar, rættingar, broytingar – og so ein samanlegging av bólkunum 4A og 4B, soleiðis at talan framyvir bert verður um ein bólk, Bólk 4. Hetta kann uttan iva eisini viðføra nakað av kjaki í tingsalinum.
Sum heild tykist tað sum um Landsstýrið við hesum roynir at rudda upp í øllum teimum ivamálunum, sum komu í kjalarvørrinum av nýggju sjófeingislógini, eins og at loysa gordiska knútin við gjaldi fyri avhendingar av rættindum.
Tað sær longu út til, at Landsstýrið kann skjóta ein hvítan pinn eftir eini breiðari semju. Bæði fyrrverandi fíggjarmálaráðharrin fyri Tjóðveldi, Kristina Háfoss, og fólkatingslimurin fyri Javnaðarflokkin, Sjúrður Skaale, eru úti og geva uppskotinum av grovfílini. Háfoss fyri at landið ikki kann selja rættindi, og Skaale fyri at útlendingar úr ávísum londum ikki verða skattaðir av í Føroyum sínum parti av søluvinninginum.
Lagt er soleiðis upp til eina heita viðgerð fríggjadagin, ið Norðlýsið fer at fylgja gjølla við í.