Lýsing
Lýsing
Tá Jóhan Dahl kom av røðarapallinum fall hann beinavegin í prát við undanfarna fiskimálaráðharra Høgna Hoydal | Mynd: Jóhann Lützen

Allir samgongutinglimir ikki álvuligir við fiskivinnupolitikkin

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  07.11.2019 - 16:45 Leiðarin Politikkur Vinna

Fyrsta viðgerð av løgtingslógaruppskotinum um sjófeingi er fyri á Løgtingi í dag, og nú eru flestu ivamálini løgd fyri dagin. Serliga vóru tað suðuroyartingmenninir báðir, Erhard Joensen og Johan Dahl, ið vildu hava broytingar gjørdar, áðrenn teir kundu taka undir við lógini.

Johan Dahl ynskir at skattalógin innan fiskivinnu verður “kalibrerað” soleiðis at hon sampakkar við ætlaðu broytingarnar á fiskivinnuøkinum, eins og við fíggjarlógina. Fíggjarlógin hevur inntøkur frá fiskivinnuni við, og nú er ynskiligt, sambært Johan Dahl, at tað framgongur av fiskivinnulóggávuni og tilsvarandi skattalóggávuni, hvussu tær inntøkurnar fáast til vega. Dahl fór so langt sum til at siga, at hann kanska ikki fór at taka undir við uppskotinum, um tað ikki bleiv gjørt.

Tað var helst ikki óvæntað, at Johan Dahl fór at leggja síni ivamál fyri dagin undir fyrstu viðgerð, og nú fer tingið so undir at viðgera málið í nevnd, har áskoðanirnar hjá Johan Dahl helst fara at verða tiknar við. Andstøðan á tingi kom heldur ikki við nøkrum óvæntaðum. Hon var hart ímóti uppskotinum og hevði ikki tað stóra góða at bera tí. Og eiheldur var tað óvæntað, at Kristin Michelsen helt kortini tætt inn at kroppinum. Vísir tað seg, at samgongan ikki kemur til eina semju, kann hann faá ein avgerandi leiklut. Men einans um ósemjan bert fevnir um ein einstakan samgongutinglim.

Nakað av orðaskifti var eisini um ta stóru uppboðssøluna, sum eftir ætlan skal vera í 2020, og varð hetta eisini tikið upp í útvarpstíðindunum. Valevnið hjá Fólkaflokkinum, Hans Andrias Kelduberg, ið varð ov stuttur til løgtingsvalið, var frammi og segði, at hóast hann ikki tók undir við lógini um sjófeingi frá 2017, so tekur hann heldur ikki undir við hesi skipanini, um hon merkir hesa stóru uppboðssøluna.

Grundgevingin var, at tær smáu fyritøkurnar, harímillum hansara egna, ikki megnaðu at reisa eins nógvan kapital sum tær heilt stóru í føroyskari fiskivinnu. Hann nevndi ikki hvørjar, men tær størstu í dag eru Varðin, Christian í Grótinum, Framherji og JFK, ið eisini hava gjørt seg galdandi við at keypa tað mesta á undanfarnum uppboðssølum.

Á fundinum førdi andstøðan fram, at undir verandi skipan bar ikki til at handla við loyvum. Hesum vísti fiskimálaráðharrin staðiliga aftur og grundgav við, at tað at loyvishavarar uttan skip biðja aðrar um at fiska fyri seg, er ikki annað enn kamuflerað søla. Her kemur eitt dýrkandi lið inn, við tað at loyvishavarin skal hava pening afturfyri at lata onnur fiska síni rættindi.

Nú fer uppskotið so í Vinnunevndina, og har hevur andstøðan meirilutan. Tað er tí rættiliga sikkurt, at meirilutin í Vinnunevndini fer at mæla til at fella uppskotið, og møguliga mælir meirilutin eisini til at gera sítt egna andstøðuuppskot. Tað áliggur tí teimum trimum Jákupi Mikkelsen, Beini Johannesen og Johan Dahl sjálvum at gera eitt minnilutatilmæli, sum samgongan so kann samtykkja.

Vinnunevndin kann eisini velja at spæla hund við ikki at lata málið koma úr aftur nevndini, og tá kann tað vera neyðugt fyri samlaða Løgtingið at atkvøða tað úr nevnd. Tey sum fylgdu við í 2017 og 2018 vita eisini, at Vinnunevndin tá ongantíð kom við uppskoti um veiðigjøld, men ta ferðina hevði CEF-samgongan meiriluta og visti ikki, um tað í heila tikið fór at verða samtykt, so hon atkvøddi tað heldur ongantíð úr nevnd.

Fundurin í dag hevur gjørt greitt, at samgongan helst má fremja onkrar justeringar, og hesar fara at verða gjørdar í nevndarviðgerðini og møguliga eisini uttanfyri nevndina áðrenn 2. viðgerð, sum allarhelst fer at vera í aðru viku í desember. Tá fer atkvøðugreiðslan at vísa, um uppskotið hjá Jacob Vestergaard ber á mál.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Fantastiskt Requiem í Varpinum skírisdag
Jákup B. Andreasen kann skjótt blíva klá…
Requiem í Varpinum skírisdag
Ein heimskendur hándverkari! 
Framsýning á Viðareiði á páskum - Undir…
Sangkórið og Jógvan Mortensen syngja í B…
Áhugaverdur djóragarður í Kunoy
Aðalfundir og lagnusøgur á Krígssavninum
Meistarar og lærisvei­nar í Gøtu
Fyrsta Reyða Kross Summarlegan
Pengar fyri bøtur úr Føroyum eiga at far…
Klaksvík kosið millum vakrastu býir í he…
Mass Hoydal leiðari fyri Visit Runavík
Svimji­høllin um Páska­høgtíðina
Frá Melodi Grand Prix til FríðuTónar
Hiddenfjord fingið altjóða góðkenning fy…
Stór ungdóms­páskastevna í Havn um vikusk…
Uni Holm Johannsen: - Tann fyrsta breið…
Stór listaframsýning við Løkin
Grundøki til sølu Undir Gerðhamri í Hvan…