Lýsing
Lýsing
Lýsing
Á myndini sæst m.a. Jacob Vestergaard, fiskimálaráðharri á landsstýrisfundi. Jacob Vestergaard hevur lagt uppskotið um løgtingslóg um sjófeingi fyri løgtingið. | Mynd: Løgmansskrivstovan

Nú kemur varandi fiskivinnuskipanin

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  06.11.2019 - 08:15 Leiðarin Politikkur Vinna

Ikki sørt av órógvi hevur verið kring lógina um sjófeingi seinastu tveir mánaðirnar. Í veruleikanum hevur órógv verið í fleiri ár. Men nú ætlar Landsstýrið, at friður skal valda í nógv ár framyvir. Tí verða tey flestu rættindini gjørd varandi við drúgvari uppsagnarfreist. Nakrar broytingar eru tó í mun til, hvat samgongan ætlaði í samgonguskjalinum. Norðlýsið hevur hugt at tí 112-síðu drúgva uppskotinum.

Í samgonguskjalinum stendur, at leggjast skal um til 10-ára rullandi loyvi. Her hevur man bæði givið og tikið. Loyvini verða ikki rullandi hóast alt, men skulu góðkennast á hvørjum ári. Afturfyri verða tey longd úr 10 upp í 12 ár, og tað merkir í praksis, at ikki bert 3, men heili 4, Løgting á rað skulu vera samd um uppsøgnina. Fyrst tað løgtingið, sum sigur rættindi upp, síðani skulu tvey ting ikki ógilda uppsøgnina, og at enda skal løgtingið, sum situr tá loyvini ganga út, eisini lata vera við at ógilda uppsøgnina. Tástani kann eitt loyvi ganga út.

Sum skilst er tað Sambandsflokkurin, sum hevur ynskt at tingið á hvørjum ári skal leingja loyvini, meðan tað er Fólkaflokkurin, sum hevur ynskt at loyvistíðin skal vera 12 ár í staðin. Í lógaruppskotinum stendur tó framvegis 10 ár, so her má broytingaruppskot til.

 

Verður ein risauppboðssøla?

Nakað av iva valdar um, hvat skal henda við rættindunum, sum eru seld á uppboðssølu. Samgongan við Fólkaflokkinum á odda hevur nevnt eina stóra, endaliga uppboðssølu, har hesi rættindini skulu seljast endaliga, t.v.s. sum loyvi við 12-ára uppsagnartíð. Har hevur Reiðarafelagið tó verið frammi og sagt, at tað ikki er ynskiligt, men at rættindini eiga at falla aftur til teirra, sum tey vórðu tikin frá. Her er spenningur um, hvussu verður, tá avtornar.

Sum lógaruppskotið sær út nú, verður hendan stóra uppboðssølan í 2020, men hetta kann broytast, alt eftir hvussu leikur fer í Løgtinginum.

Menningarkvoturnar verða eisini avtiknar, men her er eisini spenningur um, hvørjar sleppa at halda fram, antin sum nýggjar í forminum royndarkvotur, ella hvørjar av teimum verandi verða gjørdar til varandi kvotur. Í útgongdspunktinum, lógaruppskotinum, stendur framvegis 8,5%, men hetta talið skal Fiskimálaráðið so redusera.

 

Fleksibul kaikantur

Prinsippið um at alt skal um føroyskan kaikant verður at síggja til hildið fast um. Men lagt er kortini upp til, at bloytast skal munandi upp fyri tí. Her verður serliga hugsað um fløskuhálsar, har móttøkuorkan er avmarkað. Vit hava sæð eitt nú við svartkjaftinum, at hann ikki kann móttakast á fleiri plássum, og at skip tí liggja í bíðirøð fyri at kunna avreiða hann í Fuglafirði.

Í vinnuni hevur ein ávís ónøgd verið við, at neyðugt hevur verið at siglt veiðuna av fjarleiðum til Føroya og so sama strekki hin vegin, har tað hevði verið munandi lættari bara at lagt hana upp uttanlands. Fyrst og fremst tí skipini missa nógvar dagar av hesum. Tí má tað metast at vera eitt framstig fyri reiðaríini, at sleppast kann undan hesum í serstøkum føri, meðan tað fyri flakavirkini kanska ikki er eins gott.

 

Nakrar atfinningar tiknar til eftirtektar, aðrar ikki

Sum uppskotið sær út, so hevur samgongan tikið nakrar av atfinningunum til sín, síðani samgonguskjalið varð skrivað. Til dømis er nú staðfest (§3, stk. 4), at landið ikki hevur endurgjaldsskyldu, um loyvi verður tikið inn – sjálvsagt givið, at uppsagnartíðin ikki verður stytt. Ætlanin er eisini, at atfinningin um rullandi loyvi skal takast við í viðgerðina, soleiðis at Løgtingið á hvørjum ári skal góðkenna, at loyvið heldur fram.

Atfinningin frá eitt nú Føroya Arbeiðsgevarafelag, ið mælir til kvotaskipan, er hinvegin ikki tikin til eftirtektar. Landsstýrismaðurin ætlar at hava fiskidagar, og tað eru fleiri við honum, sum ynskja. Tá hugsað verður um, at tað var ein meira ella minni søgulig semja, sum varð gjørd um m.a. dagaskipan fyrr í ár, er neyvan sannlíkt, at lagt verður um til kvotur í heila tikið.

Sera lítið er skrivað í lógaruppskotinum um útróðrarflotan, tó er nakað. Høvuðsorsøkin sær út til at vera, at ætlanin er, at hann skal halda fram undir galdandi dagaskipan. Í tí stóra og heila eru ikki nógvar broytingar útróðrarflotanum viðvíkjandi, og hugsast kann, at tað verður tillagað í tingviðgerðini við støði í teimum avbjóðingum, flotin hevði í summar.

 

Lagt er upp til eina langtíðarskipan

Millum reglurnar í lógaruppskotinum er greitt, at tann, ið skrivað hevur, er troyttur av stutttíðarkørmum. Tað er serliga týðiligt í ynskinum um 10-12 ára uppsagnartíð. Upprunaliga var ætlanin eisini at hava automatikk í, so tingið ikki skuldi góðkenna rættindini leypandi. Sum heild er tað eisini í tráð við ynskini frá vinnulívinum, at karmarnir loksins verða tryggjaðir í nøkur ár fram.

Væntast kann, at andstøðan fer at tosa við stórum bókstavum og mæla frá lógini. Hetta tí at sera lítið av lógini um sjófeingi, ið varð samtykt í desember 2017, er varðveitt. Ongar ábendingar eru tó um, at núverandi samgongan fer at geva eftir fyri andstøðuni og lata partar av gomlu lógini halda áfram, heldur ikki hóast Føroya Arbeiðsgevarafelag mælir til heldur at justera gomlu lógina enn at kassera hana heilt til frama fyri eini nýggjari.

Og hendan samgongan, sum eins og undanfarna eisini bert telur 17 tingfólk, vil nú tryggja sær, at um forteknini aftur broytast eftir valið, sum í seinasta lagi skal vera í 2023, so kann tann komandi samgongan ikki einsamøll gera stórvegis broytingar, meðan hon sjálv situr.

Fyrsta viðgerð verður hósdagin, 7. november, kl. 10, og ivaleyst verður spennandi at fylgja henni.

Lýsing
Seinastu tíðindini
- Vit eru svangir at svara aftur
Kanjon: Stoyptu 710 rúmmetrar uppá 14 tí…
Beinleiðs stroyming: Stór svimjistevna í…
Upptakt: KÍ-B68
Tessa á OY Voxbotn 2024
Elsebeth Mercedis: Vit eiga framhald­andi…
Heðin Mortensen stillar upp aftur
50 ár síðan Reyðu Khmerdrápini
Verja og visiónir
Eina stóð ph.d.-verjuna væl og virðiliga
Grant er í Klaksvík hvønn dag
Landið má leggja trýst á kommunur
Mjølnir enda á heimavølli
Sáttmáli undirskrivaður um lækna­miðstøði…
Aðalfundur verið í Íverksetara­húsinum
Methøg søla av elorku og methøg framleið…
Virkið vár byrjar og endar við renning
33 nýggjar íbúðir á Argjum
Havsbrún í Fuglafirði - 365 dagar uttan…
Útróðurin hevur ongan góðan í tinginum o…