Lýsing
Lýsing
Lýsing
Mynd: J&K Petersen

J&K Petersen: Nóg mikið av uppgávum í ár

SKRIVAÐ: Industry.fo  |  14.05.2020 - 11:50 Tíðindaskriv Vinna

J&K hevur ríkiligt av arbeiði restina av árinum, men færri byggiuppgávur koma frá landi og kommunum í løtuni. Virksemið í byggifyritøkuni, J&K Petersen Contractors, hevur gingið nøkulunda sum vanligt, hóast ein stórur partur av landinum hevur ligið lamið orsakað av tiltøkunum at basa COVID-19.

Tey eru í gongd við fleiri verkætlanir, og arbeiði er til allar hendur í fyritøkuni.

 

Stór arbeiði

Umleið 190 starvsfólk starvast hjá J&K. Virksemið fevnir um jørð- og lendisarbeiði, byggiarbeiði, brúgvar, dýpa og byggja havnir og tunnilsgerð. J&K fevnir eisini um dótturfelagið, J&K Betong, sum veitir betong til kundar kring landið umframt ymisk arbeiði hjá móðurfelagnum.

 

- Tað góða er, at vit hava nógv stór arbeiði í gongd í løtuni, sum í øllum førum vara alt hetta árið, sigur Stein Olvur Petersen, stjóri í J&K.

 

Av stórarbeiðum kunnu nevnast útbygging av Tórshavnar Havn, ídnaðarøki í Klaksvík og arbeiði í Eysturoyar- og Sandoyartunlinum, har tey levera betong og gera vegir til tunlarnar.

 

Arbeiðini máttu ikki steðga

J&K heldur til á Hjalla í Hoyvík, har høvuðsskrivstova, verkstaður og betongvirki eru. Tey býttu beinanvegin økið upp í eindir fyri at minka smittuvandan. Flestu starvsfólkini á skrivstovuni vórðu send til hús at arbeiða, og neyðugir fundir hildnir gjøgnum Teams.

 

Stein Olvur Petersen sigur, at tað var umráðandi at tryggja, at arbeiðini og framleiðslan ikki steðgaðu. Til dømis framleiðslan á betongvirkinum, sum er í gongd alt samdøgrið allar dagar í vikuni. Steðgaði framleiðslan upp, kundi hetta seinka bæði tunnilsarbeiði og øðrum virksemi hjá felagnum.

 

Á ymsu arbeiðsplássunum var lætt at tryggja frástøðuna, tí tey flestu arbeiða einsamøll í lastbilum, kranum og maskinum.

 

Tilsamans 10 fólk hjá J&K hava verið 2-3 vikur í ALS-skipanini, m.a. tí tey máttu broyta vaktirnar. Nú er onki starvsfólk í skipanini.

 

Útlendsk starvsfólk

Felagið hevur umleið 20 útlendingar í starvi.

 

Fleiri teirra hava starvast leingi hjá J&K, og vanliga vitja tey í heimlandinum umleið 3. hvønn mánað. Nú hava tey fyribils avgjørt at vera verandi í Føroyum, tí tilmælini um sóttarhald siga, at tey, sum hava verið uttanlands, skulu avbyrgja seg frá øðrum í tvær vikur.

 

Umframt føstu útlendsku manningina hevur J&K fingið serfrøðingar úr Hollandi heim til onkra uppgávu. Teir hava arbeitt og búð avbyrgdir frá øðrum í ásettu tvær vikurnar.

 

- Nú hava vit biðið teir um at vera nakrar dagar aftrat og gera nakrar uppgávur, sum ætlanin var at serfrøðingar úr Danmark skuldu taka sær av, sigur Stein Olvur Petersen. Á tann hátt sleppa tey undan at fáa nýggj fólk hendanvegin, sum aftur skulu í sóttarhald.

 

Tilfar og eykalutir seinkað

Ein onnur avbjóðing hevur verið at fáa eykalutir og byggitilfar til landið. Serliga úr Italia hevur verið trupult, tí landið hevur verið stongt niður, men eisini úr Danmark og Týsklandi hevur viðhvørt gingið striltið.

 

- Í flestu førum hevur tað gingið kortini, men onkuntíð hava maskinur staðið stillar, meðan vit hava bíðað eftir eykaluti, sigur Stein Olvur Petersen.

 

Hetta við flutninginum er tó batnað aftur.

 

Ætlanir í høvuðsstaðnum

Byggivirksemið hjá J&K gongur sostatt rættiliga ótarnað, og nóg mikið er av arbeiði í ár. Men tey síggja onkrar broytingar í bransjuni.

 

- Færri byggiuppgávur koma frá Landsverki og kommununum. Har er minkað. Eisini er okkurt tilboð til privata verkætlan steðgað orsakað av corona. Tað eru ikki útlit til nakra stóra verkætlan beint nú, men vit eru ikki í panikki. Vit vóna at kunna halda støðið, sigur Stein Olvur Petersen.

 

Stjórin í J&K sigur, at tey arbeiða við ymiskum ætlanum í høvuðsstaðum, sum tey vóna, at býráðið tekur undir við. Hann vil tó ikki koma nærri inn á hesar ætlanir.

 

Von við sveiggj

J&K byrjaði virksemið í 1975 og hevur sostatt nógv ár á baki í føroysku byggivinnuni. Felagið hevur upplivað bæði framgongd og kreppur hesi árini.

 

- Byggivinnan er von við upp- og niðurtúrar. Ikki øll eru so bjartskygd í vinnuni, men lat okkum síggja, hvørjir møguleikar eru.

 

Fyritøkurnar í Føroyum mugu bara laga seg eftir broyttu umstøðunum, heldur Stein Olvur Petersen.

 

- Tann sterkasti yvirlivir. Tað hevur verið nógvur hákonjunkturur. Nógvar fyritøkur eru í dag, og nógvir útlendingar eru í arbeiði. Mann má bara regulera eftir konjunkturunum.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Nú ''byrjar'' kappingin hjá KÍ
Korona hevur ávirkað kappróðrarfyrireiki…
Dartfelagið nógv at gera á Norð­oyastevnu
Maskinsmiðir prógv á TSK
Tónleika­rundferð við Danny og Inga
Rókur Davidsen vann øll talvini
Stroyming: Dartkapping á Norð­oyastevnu
Heimið er, har hjartað er
Tónleika­rundferð við Danny og Inga í dag
FLEIRI KONSERTIR VIÐ DANNY OG INGA LEYGA…
Hjálparpakki 4 verður nú settur í verk!
Poul Mohr (21.08.1929  - 16.06.2018) - f…
Norð­oyastevnan í dag
Neytabúffar av Sandi á Norð­oyastevnu
KÍ kann fara frá hinum
Myndarøð: Fuglberg og Skoraberg afturkom…
Kappróðu­rin útsettur til sunnudagin
Nei til lættari atgongd til rúsdrekka
Magnus Heinason kannað æti, fiskalarvur…
Ráðstevnan ið kostaði 250 tús. kr.