Lýsing
Lýsing
Lýsing

Toftirnar uppi á Grundum og toftirnar í Grøvini

SKRIVAÐ: Oliver Joensen  |  17.05.2020 - 19:22 Mentan Myndarøð Tíðindi Vinna

AT toftirnar Uppi á Grundum í Gerðum skulu liggja til minnist um stóru vanlukkurnar eftir bæði skalvalopini á Grækarismessu í 1745 og á Grækarismessu í1765 vilja bøndurnir í Gerðum gera sítt besta fyri.

Orsøkin til at spurningurin um toftirnar “Uppi á Grundum”  nú er komin upp, kemst av at politiski myndugleikin møguliga vil leggja ein tunnil ígjøgnum Kjølin. Tunnilin skal vera farvegurin hjá teimum Norðanfyri Fjall og hjá øðrum, ið vilja vitja tann vegin.

Hendan ætlanin hevur við sær, at ein koyrivegur úr vegnum við Mækjuvík og niðan til tunnilsmunnan kann koma at raka toftirnar “Uppi á Grundum”.

Tað er ein sannroynd, at nógv verður koyrt burtur, sum stendur í vegin fyri nýggjari tíð og harvið framburðinum.

Men enn situr óhugnaliga søgan um bæði skalvalopini í Gerðum, sera føst í minninum hjá okkum eftirkomarum. Skalvalopini kostaðu óhugnaliga nógv mannalív eftir tátíðar fólkatali í Gerðum og í Klaksvík.

Í hesum sambandi vilja festararnir í Gerðum, Karl Heri Joensen, Jógvan Joensen og Levi Joensen, at toftirnar Uppi á Grundum verða varðveittar og um tað ber til, at tað sum kann vísast visuelt av tí, sum eftir er, verður lagt opið til almenningin at síggja og at brúka til minnisløtur um hesar ógvusligu vanlukkur forfedrar okkara vóru fyri.

Tjóðsavnið

Í samband við at ein vegaføring møguliga skal gerast á skriviborðinum hjá Landsverki, eru fólk frá Tjóðsavni okkara í hesum døgum uppi á Grundum við dronu og myndatólum og royna, so neyvt, sum tað er gjørligt, at staðfesta hvussu býlingurin Uppi á Grundum hevur sæð út.

Tað verður sera áhugavert at síggja, hvat hesir serfrøðingarnir koma til, tí sum skilst, so er ongi kort til frá tí tíðini, sum neyvt vísa Norðistovu og Niðristovu við úthúsum frá tí tíðini og enn minni er nøkur myndatøka til.

Tó - okkara navnframi Robert Joensen hevur í síni tíð gjørt eina roynd. Hann hevur gjørt eina tekning av býlinginum Uppi á Grundum. Dóttur Robert Joensen, Magna Thomasen sigur, at Robert helst hevur gjørt hetta kortið, sum vit almannakunngera niðanfyri, í samband við at hann var undangongumaður  fyri at seta ein minnisstein upp á Grundum á 200 ára dagin fyri fyrra skalvalopið 12. mars 1945.

Hvussu Robert er komin fram til úrslitið vita vit onki um, men óvist er ikki, at hann bæði við spurningum til eldri fólk og eygleiðing av økinum er komin  til niðurstøðuna á tekningini.

Ferðavinnan

Okkara borgarstjóri, Jógvan Skorheim vísti støðuni hjá bøndrunum í Gerðum stóran áhuga, tá hon var fyriløgd honum.

Hugsanin í Gerðum gongur út upp á, at nú ein vegur skal leggjast framvið Grundum, at toftirnar blíva lagdar opnar, soleiðis at nakað meira er at síggja uppi á Grundum, tá vit í framtíðini vísa gestum okkara niðan har. Harvið skal óhugnaliga søgan um skalvalopini gerast meira livandi fyri eygað.

Nú Tjóðsavnið er í Klaksvík við amboðum, hava festararnir í Gerðum eisini heitt á Tjóðsavnið um at taka myndir úti í Grøv, har søgnin sigur at ein víkingatoft er. Um so er og økið verður funnið áhugavert til tað, so gongur ynskið hjá bøndrunum eisini út upp á, at toftin har í hvussu so er verður løgd opin fyribils.

Um tað Jógvan  upplivdi í 1765:

Jógvan Jacobsen hevur fest í Niðristovu og greiðir soleiðis frá á Vártingi í Vági 15. apríl 1765 (kelda: Tey byggja land:

Tað ar á kvøldið 12. mars, vit høvdu tendrað í glasstovuni, har eg, kona mín mamma og tvey onnur húsfólk vóru stødd, meðan hini vóru í roykstovuni. Sum vit sita har hoyrist eitt hvølt ljóð, sum av eini hvirlu, og í somu løtu breyt kavin húsið niðir yvir okkum; eg lá flatur undir viðinum og fekk ikki rørt meg. Mamma, sum lá tætt hjá mær, bað meg fara út í roykstovuna og grava fólkini leys har; hon rópti fleiri ferðir á meg, men fór so alt meir og meir at vena seg, og táið ein hálvur tími var farin, tagnaði hon heilt - mundi vera deyð tá.

Kona mín, Anna og eg, lógu so mikið nær saman, at vit akkurat rukku at taka í hondina á hvørjum øðrum, og soleiðis lógu vit alla ta fyrstu náttina, allan dagin eftir og aðru náttina við. Um 9 tíðina 14. mars hevði eg fingið skotrað og brotið meg so frætt leysan, at eg uttan hjálp fekk brotið meg upp gjøgnum viðin, flagið og húshøgan skalv

Har var onki fólk at síggja, so eg helt beinanvegin niðan í Uppsalar; teir vóru eisini skjótir yvir í Gerðar og fingu konuna, ein son, eina dóttir og eina arbeiðiskonu grivna leysa; tey vóru øll á lívi. Hini vóru øll deyð, bæði pápi og mamma, tvey børn, ein beiggi, ein bróðursonur, ein húskallur og ein arbeiðiskona.

Jógvan endað frágreiðing sína og segði, at hann dagin eftir skalvalopið, hoyrdi fólk ganga og grava beint uppi yvir sær; hann rópti tað dýrasta hann var mentur, men ongin segði seg hava hoyrt nakað….

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Upptakt: KÍ-HB
Steypabrak í Klaksvík mikukvøldið
Trygd høvuðsstuðul hjá Badmintonsamb­andi…
Teitur Lassen nýggjan sáttmála við Editi…
Grøni Háskúlin letur uppaftur
Gongd á samráðingu­num hjá arbeiðarafeløg…
ABBA ” Show ” á Gníst í Nólosy 6. juli
Kavarar stóran týdning fyri alivinnuna
30 leiguíbúðir afturat – Miðbýurin í Kla…
Seafood Expo Global í Barcelona sett
GRÓA er ein bólkur vit máttu hava á G!
Grindamanna­felagið haft aðalfund
Flaggdagshald í Vágstúni 
Vøkur gáva til Varpið
Nýtt býráðsborð
Vinnan á ferð við 62°N Vinnu
30 nýggjar leiguíbúðir í Klaksvík
Vælkomin til Ársmøti – ein dagur við fel…
Silvarenning á Guttabreyt 27. apríl kl.…
NS hálvmaraton 4. mai í Klaksvik