Lýsing
Lýsing
Lýsing

Metta landskassahallið í 2020 og 2021 er fíggjað

SKRIVAÐ: Landsbanki Føroya  |  19.05.2020 - 22:25 Tíðindaskriv

Landskassin hevur í dag tikið 1,6 mia. kr. í láni at fíggja metta hallið á fíggjarlógini í 2020 og 2021. Lánið tryggjar samstundis landskassanum  gjaldføri.

Fíggjarmálaráðið hevur í frágreiðing frá miðjum apríl mett um hallið á fíggjarlógini í ár og næsta ár, nú Covid19-sjúkan hevur rakt allan heimin. Óvissan er stór, men miðal framlitið vísur eitt hall á fíggjarlógini á 1,1 mia. kr. í 2020 og eitt hall á 500 mió. kr. í 2021, ella tilsamans 1,6 mia. kr.

Við lántøkuni hevur landskassin tryggjað sær fígging av metta hallinum, samstundis sum lánið tryggjar landskassanum tøkt gjaldføri, nú hjálparpakkar í sambandi við Covid19-sjúkuna, hava útsett rindanina av MVG og tolli.

Óvissan er stór, men vísur tað seg, at hallið verður størri enn mett, ber til at fremja nýggja lántøku, longri fram í tíð, tá vitanin er betri. Hinvegin, um hallið verður lægri enn mett, ber til at rinda niður aftur av skuldini, tá næsta lánið hjá landskassanum fellur til gjaldingar í juni 2021.

Lýsing
Seinastu tíðindini
- Errin bjóða vit øllum heiminum inn til…
Jógvan Júst talar í Betesda sunnudagin
Føroysku flogbóltsk­vinnu­r­nar vunnu 3-0 á…
Skommin í Gijón
Opið hús á KG í dag
Liðhamar inni við 22.000 pundum
Stásilig upplatingarveitsla á KG
Flogbóltur: Kvinnur­nar spæla tveir dysti…
Fólka­pensjónin og fyritíðar­pensjónin hæk…
Atgongumerkjasølan er byrjað til finalun…
Prógvhandan á Sjónámi
Ein ferð úr Føroyum suður í hitabylgjuna
Prógvhandan á Tøknibreytini
Rótin á shortlist
Ferða­vinnu­ætlanin fyri Klaksvíkar kommun…
Viðareiðis kommuna nýggja heimasíðu
Bárður í Gallarí Havnará
Fimm bøkur til summarið frá Bókadeildini
ICES-tilmæli fyri fiskiskap eftir gullla…
KG avhendað í dag