Lýsing
Lýsing
Lýsing

TB leigar málverja frá KÍ

SKRIVAÐ: Jákup Ósá  |  25.05.2020 - 11:38 Ítrottur Tíðindi

KÍ og TB hava gjørt leiguavtalu um málverja.

Tað var í dystinum millum júst TB-KÍ, at danski málverjin Frederik Mehder fekk heilaskjálvta og má sita uttanfyri í nakrar vikur. 

Leygardagin var eykamálverjin John Jacobsen í TB-málinum. Men reglar siga, at í serligum førum kann kappingarnevndin geva undantøk til at at lið sleppa at leiga málverjar, tá fyrsti málverji er skaddur. Sum skilst eru reglar gjørdir fyri fáum árum síðani, at eftir ein ella tveir dystir frá tí at skaðin til fyrsta málverja er komin kunnu lið leiga málverja. Og tað er hetta sum ger, at TB nú kann leiga málverja.

Tað verður 40 ára gamli Meinhardt P. Joensen, sum skal verja málið hjá TB. Tummas Lervig, formaður í KÍ, váttar fyri Norðlýsinum, at TB og KÍ hava gjørt avtalu fyri komandi tveir dystirnar. Hetta er ikki heilt nýtt fyri partarnar, tí sama støða hendi í 2016, tá TB leigaði Meinhardt frá KÍ í tríggjar dystir mitt í kappingini. 

Komandi tveir dystirnir hjá TB eru á heimavølli móti B36 og á útivølli móti Víkingi. Tá Meinhardt fer á vøllin mikukvøldið, so verður hann samstundis elsti leikarin, ið hevur spælt í Betri Deildini higartil í 2020.  

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Stillføri kassameista­rin hjá KÍ seinastu…
Tær stúrdu, hóast tað ikki var neyðugt!
Beinir letur væl at
Komandi løgmaður er bjartskygdur
VG: Ungur klaksvík­ingur tjenar kassan
Sami formansskapur heldur fram
Almennur føroyskur dansur annað páskakvø…
Høgni endurvann FM-heitið
Dupult­konsert við Guðrið Hansdóttir & SW…
Lena Anderssen syngur: “Mín psyka er ikk…
Garpar og Klaksvíkar Manskór í Messuni
Blokkurin verður fastfrystur
Remis í oddabraki
KÍ-hópurin telir nú 28 sáttmálar
Tað er eingin lækna­fak­lig forðing fyri d…
HB tapti í Gøtu - nú hava øll liðini mis…
HOYDALAR: Eyðun Nolsøe eisini at hoyra V…
Páska­framsýning
Norðlýsið tippar valdsbýtið í ABC
Altjóða Autismudagur 2026