Lýsing
Lýsing
Lýsing
Tað bendir mangt á, at Menningarætlanin ikki er forankrað í nýggju samgonguni. Á myndini sæst ovasta leiðslan á sjúkrahúsiøkinum í Føroyum. Fv: Steinar Eirikstoft, stjóri á Landssjúkrahúsinum, Súsanna Olsen, varastjóri á Klaksvíkar Sjúkrahúsi, Kaj Leo Holm Johannesen, landsstýrismaður, Alexandra á Dul, stjóri á Klaksvíksr Sjúkrahús, Hans Pauli Henryson, stjóri á Suðuroyar Sjúkrahúsi og Turið Arge, aðalstjóri í heilsumálaráðnum | Mynd: Dávur Winther

Menningarætlanin reduserað til form uttan innihald

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  25.05.2020 - 12:14 Leiðarin Politikkur

Síðani Menningarætlanin fyri sjúkrahúsverkið varð sett í verk, hevur tað nógva snúð seg um form og minni um innihald. Har varð settur ein forstjóri omaná lokalu stjórarnar, síðani var rokilsi um hvør formliga skuldi standa sum stovnsleiðari, og nú er rokan aftur í Fjørðinum um eitt møguligt navnaskifti. Tær stóru visiónirnar um innihaldið síggja vit minni til, og spurningurin er, hvussu stóra undirtøku menningarætlanin í grundini hevur í politisku skipanini. 

Tað vardi bara nakrar fáar tímar, frá tí at Heilsumálaráðið kom við einum tíðindaskrivi um navnabroyting av teimum trimum sjúkrahúsunum, til løgtingsmaður var úti og segði hetta vera beinleiðis ólógligt. Nøvnini eru staðfest í lóg, og tí má lógarbroyting til, um tey skulu broytast. Orsøkin til at hann er ímóti, er tí at navnið Klaksvíkar Sjúkrahús er partur av samleikanum hjá sjúkrahúsinum.

Tað er ikki so leingi síðani, at samtykt varð bæði ein menningarætlan fyri sjúkrahúsini, eins og at leggja tey øll undir eina felags leiðslu. Í menningarætlanini verður stórur dentur lagdur á hetta við individuellu sereyðkennini og samleikanum hjá sjúkrahúsunum. Navnið Klaksvíkar sigur nakað um lokalitet, meðan Sjúkrahús sigur nakað um funktionalitet, og at tað hevur verið navnið í 122 ár sigur nakað um, hvussu væl nøgd fólk hava verið við bæði navn og funktión.

Tað er heldur ikki so langt síðani, at Heilsumálaráðið heldur óheppið kom við eini umklassing av stjórunum, har stjórin á Landssjúkrahúsinum eisini varð settur sum leiðari á Klaksvíkar og Suðuroyar Sjúkrahúsi. Tað var so mikið óheppið, at tað ikki tóku 24 tímar, so varð tað broytt aftur. Fyrst og fremst tí at politikarar í Norðoyggjum og Suðuroy ikki funnu seg í tí.

Nú síggja vit so aftur eina útmelding frá Heilsumálaráðnum, sum higartil hevur fingið ein tinglim at reisa uggafjaðrarnar. At síggja til eitt nokkso “óskyldugt” mál um nøvn, men har illgruni kann reisast um, hvørt okkurt annað og meira dult liggur aftanfyri. Tað er onki at taka seg aftur í, at fólk í Norðoyggjum eru serstakliga eym um sjúkrahúsið, ið søguliga hevur verið fyri ágangi og niðurleggingartosi. Tí er eitt navn ikki bara eitt heiti, men ein boðskapur um samleikan.  

Menningarætlanin um sjúkrahúsverkið var samtykt undir undanfarnu samgongu, meðan Sirið Stenberg var heilsumálaráðharri. Hon segði í framløguskrivinum tann 27. februar 2017 soleiðis:

Eg ynski, at vit nú seta eina striku í sandin og fara undir eina nýggja byrjan fyri okkara sjúkrahúsverk. Eina tilgongd at fáa sjúkrahúsverkinum ein nýggjan samleika. Tað hevur eftir mínari metan týdning fyri sjúkrahúsverkið, at tað verður ein felags samleiki fyri alt sjúkrahúsverkið, har útgangsstøðið er, at øll broyta navn til eitt felags nýtt navn fyri alt verkið.

 

Nýggjur politiskur veruleiki

Síðani tá hava vit havt eitt val, og eftir øllum at døma hevur menningarætlanin ikki somu undirtøku í teirri nýggju samgonguni. Hetta vísti málið um roknskaparskipanina eisini. Og aftur í hesum málinum er greitt, at fyrisitingarmyndugleikin yvir sjúkrahúsunum vil nakað annað enn hvat fólk og politikarar á staðnum, har sjúkrahúsini eru, vilja.

Uttan at taka støðu til sjálva navnabroytingina, er ikki gjøgnumskygt, hví hon er neyðug. Hvat vil man uppnáa? Um tað er fyri at kamuflera ella fasilitera eina samanlegging, so er væl skilligt, at norðoyapolitikarar royna at køva hana í føðingini. Ella eru navnabroytingin og roknskaparmálið neyðaregg fyri at káva út yvir, at man ikki fær semju um annað og meira í menningarætlanini? 

Menningarætlanin inniheldur aðrar og størri visiónir fyri sjúkrahúsverkið enn at putlast við nøvn. Men tað tykist ikki, sum um Heilsumálaráðið hevur tað, tá tað brúkar lutfastaliga nógva orku uppá nøvn á leiðara í roknskaparskipan og nøvn til sjúkrahúsini, í mun til orku brúkta uppá uppgávurnar, sjúkrahúsverkið skal loysa.

Lýsing
Seinastu tíðindini
50 ár síðan Reyðu Khmerdrápini
Verja og visiónir
Eina stóð ph.d.-verjuna væl og virðiliga
Grant er í Klaksvík hvønn dag
Landið má leggja trýst á kommunur
Mjølnir enda á heimavølli
Sáttmáli undirskrivaður um lækna­miðstøði…
Aðalfundur verið í Íverksetara­húsinum
Methøg søla av elorku og methøg framleið…
Virkið vár byrjar og endar við renning
33 nýggjar íbúðir á Argjum
Havsbrún í Fuglafirði - 365 dagar uttan…
Útróðurin hevur ongan góðan í tinginum o…
Skíggjanýtsla og antibiotika ovast á dag…
Fiskimála­ráð­har­rin tekur og gevur
Rannvá Dahl vart ph.d. á Københavns Univ…
Kent ”Kenno” Petersen í Varpinum
Stjørnan hevur aðalfund
Nógv tann størsta stoypingin í Norðoyggj…
Heðin Kambsdal sýnir fram í Gamla Seglhú…