Lýsing
Lýsing

Hvussu fær Klaksvík størri lut í fólkavøkstrinum

SKRIVAÐ: Jógvan við Keldu  |  27.05.2020 - 14:52 Lesarabrøv Vinna

Vinnan og Klaksvík (3)

Løntakarar í tænastuvinnum økjast staðiliga

Hóast ali- og fiskivinnan í Føroyum togar upp ímóti 50 prosentum av okkara BTÚ og liggur um 95% av okkara heildarútflutningi, eru løntakararnir í hesi vinnuni umleið 16% av  samlaða løntakaratalinum eini 4.000 í tali. – Seinnu árini hevur ali- og fiskivinnan so við og við megnað at rationalisera talið merkisvert,  samstundis sum sølan og útflutningstølini støðugt eru økt.

Hyggja vit síðani  at prosentuellu broytingini  í samband  við løntakarum sum heild, sær býtisbroytingin  soleiðis út:

Tað vil við øðrum orðum siga, at løntakarar í tænastuvinnum eru  ídag stívliga 68% -  2/3  - meðan tilfeingisvinnan liggur um  16%  av heildini.

Hvørja ávirkan hevur hetta á Klaksvík
Eg  fari tí at skjóta upp, at vit taka hetta  upp á breiðum grundarlagi og fáa kannað, hvussu tað ber til, at vit liggja afturút í fólkavøkstri. - Meðan miðalfólkavøksturin liggur um 1.6%, er vøksturin í Klaksvík bara 1,3%.

Klaksvík skuldi havt allar møguleikar til  eina størri framgongd við teirri “breiðu viftu” av trivnaði við sterkum vinnufyritøkum innan ali- og fiskivinnu, innan tænastufyritøkum, eina breidd av tøkniligum fyritøkum, við tekniskum skúla, og skúlaskapi á Kambsdali,  einum sjúkrahúsi sum treingir til eitt “veruligt lift” (serliga fígging)  frá landsalmennari síðu, býráðið hevur framt og fremur nógvar útbyggingar, skúlabygging, miðbýin,  bara fyri at nevna onkur, populera svimjihøllin er har, alt ítróttaøkið eykast,  mentanarhúsið er skjøtul settur á, her eru hátíðardagar á vári, festivalar, Sjómannadagur, Atlantic Fish Fair o.m.a. -  Klaksvík hevur eisini fleiri almennar stovnar.  Havi heldur ikki varðhugan av, at vantandi grundøki eru til privata bygging. Arbeiðsloysið er av tí lægsta í landinum.

Trupulleikin má takast upp breitt
Alt í alt, so fari eg at skjóta upp, at umboð fyri býráðið, vinnuna, handilsvinnuna, miðnámsskúlaskap og mentanarlívið – nøkur heilt fá – seta seg saman á breiðum grundarlagi og síðani út frá einum práti, koma hvør við sínum hug- og uppskoti!  - Síðani mugu okkara løgtingsfólk, koma upp í leikin.

Vit eiga at hava í huga, at er ikki fólkavøkstur, gerst grundarlagið bæði hjá handlum og øðrum tænastufyritøkum so sum byggifyritøkum o.ø. so veikt, at tað við tíðini fánar, tá viknar trivnaðurin við!

Støðan er ikki nóg góð, “vit eiga at hava nógv støri lut í fólkavøkstrinum”!

Lýsing
Seinastu tíðindini
Meðan vit bíða eftir Janus
Veðrið á páskum
Fantastiskt Requiem í Varpinum skírisdag
Jákup B. Andreasen kann skjótt blíva klá…
Requiem í Varpinum skírisdag
Ein heimskendur hándverkari! 
Framsýning á Viðareiði á páskum - Undir…
Sangkórið og Jógvan Mortensen syngja í B…
Áhugaverdur djóragarður í Kunoy
Aðalfundir og lagnusøgur á Krígssavninum
Meistarar og lærisvei­nar í Gøtu
Fyrsta Reyða Kross Summarlegan
Pengar fyri bøtur úr Føroyum eiga at far…
Klaksvík kosið millum vakrastu býir í he…
Mass Hoydal leiðari fyri Visit Runavík
Svimji­høllin um Páska­høgtíðina
Frá Melodi Grand Prix til FríðuTónar
Hiddenfjord fingið altjóða góðkenning fy…
Stór ungdóms­páskastevna í Havn um vikusk…
Uni Holm Johannsen: - Tann fyrsta breið…