Lýsing
Lýsing
Lýsing

Masterskeið í námsfrøðiligari leiðslu

SKRIVAÐ: Tíðindaskriv  |  27.05.2020 - 19:00 Tíðindaskriv

Námsvísindadeildin á Fróðskaparsetrinum bjóðar eitt 15 ECTS skeið á masterstigi í heysthálvuni í ár í yvirskipaðari  námsfrøðiligari leiðslu. Skeiðið er ætlað bæði skúlaleiðarum og til námsfrøðingar, ið hava leiðarastørv. Somuleiðis er skeiðið egnað til fólk, ið umhugsa at søkja eitt námsfrøðiligt leiðslustarv seinni eins og til fólk, ið arbeiða við organisatiónsmenning á námsfrøðiliga økinum.

Endamálið við skeiðinum er at geva teimum lesandi kunnleika og hegni til at virka sum námsfrøðiligir leiðarar, ið nýta nútíðar námsfrøðilig leiðsluástøði, við einum jarðildi í føroyska samtíðar samfelagnum. Hesi evni vera viðgjørd: Yvirlit yvir námsfrøðiliga leiðslu-fakøkið, nýggjastu rembingarnar á námsfrøðiliga leiðsluøkinum, føroysk viðurskiftir viðv. námsfrøðiligari leiðslu, fyrisitingarlig og strategisk leiðsla í námsfrøðiligum høpi, námsfrøðilig stovnsmenning, tann lærandi námsfrøðiligi stovnurin, spjadd námsfrøðilig leiðsla, samstarv í námsfrøðiligum stovnum og leiðsla í tvørsektionellum og tvørprofessionellum samstarvi á námsfrøðiliga økinum.

Seinni fer Setrið at bjóða eina 120 ECTS masterútbúgving í leiðslu og stýring/fyrisiting, har tað er møguligt at steðga eftir 60 ECTS og fáa eitt diplomprógv í leiðslu og stýring/fyrisiting á masterstigi. Tá er møguligt at søkja um at fáa hetta skeiðið yvirskipaða námsfrøðiliga leiðslu góðskrivað. Tá vit siga “master”útbúgving eftir Bologna-leistinum so er tað tað sama sum kandidatútbúgving í Danmark.

Undirvísarar vera Súsanna Olsen, stjórnamálafrøðingur og master í virðisleiðslu og Jóhannes Miðskarð, Cand. ped. í námsfrøðiligari sálarfrøði og PhD.

Umsóknarblað finst her: https://www.setur.fo/media/6563/ums%C3%B3knarbla%C3%B0-stakskei%C3%B0-%C3%AD-n%C3%A1msfr%C3%B8%C3%B0iligari-lei%C3%B0slu.pdf

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Ommu- og abbakaffi í Varpinum
50 ár í starvi á Estra
Hugnaløta fyri sjómansfamiljur
Minningarorð um Fastur mína, Eydnu Kjeln…
Norð­oyastevnan = Norð­oyastevnuteitið
Føroya Tele útlutaði 50 milliónir krónur…
Atlantic Fair maritima framsýningin 25 á…
Fimleikur: Ein barndómsdreymur at sleppa…
Smáskótadagur í Klaksvík
Trump: Norð­sjóvaroljan kann bjarga Keir…
Upptakt: KÍ-NSÍ
ABC samgongan kemur ikki væl frá byrjan
Bíbliu­felagið við nýggjari týðing av Nýg…
Norð­oyastevnu­framsýningin
Fyrra hálvfinalan í Klaksvík mikukvøldið
Undirsjóvar­tunnil um Kalsoyarfjørð
Námsfrøð­ingar til Mylnuhúsið
Stongt fyri allar ferðslu undir Fossunum
Hvar er harmonikan Martin?
Hjarta, blóðrensl, blóðflokkar og blóðge…