Lýsing
Lýsing
Lýsing

KBI yvirtekur akkumulatorvirkið Pólar

SKRIVAÐ: Tíðindaskriv  |  28.05.2020 - 09:23 Tíðindaskriv Tíðindi

KBI í Klaksvík hevur keypt vælkendu akkumulatorfyritøkuna Pólar Havn, sum Margeir Ørvarodd hevur átt og rikið í mannaminnir.

Pólar er ein sera kend og nógv vitjað fyritøka, sum liggur í Sigmundargøtu í Havn, beint yvir Rættará.

Kaffistovan hjá Pólar er tiltikin millum Havnarfólk, og dagliga leggja nógv folk leiðina framvið Pólar til ein kaffinum og eitt stutt prát. 

Hendan gongdin fer at halda fram, tí Pólar fer við nýggja eigaranum at halda fram sum sjálvstøðug fyritøka, just sum vit øll kenna hana. 

Karl Birgir Isaksen, sum eigur KBI, sigur í stuttari viðmerking, at “tað er við størstu virðing og stoltleika, at KBI nú yvirtekur vælkendu akkumulator fyritøkuna Pólar. Vit fara at veita kundunum eina so góða tænastu, sum til ber. Pólar er kend fyri at kunna nøkta einhvønn tørv hjá vinnu- og privatkundum, tá tað snýr seg um akkumulatorar og battaríir. Soleiðis verður eisini framyvir. Og fólk eru eisini altíð vælkomin inn til ein kaffimmun og eitt prát.”

Margeir Ørvarodd, sum nú hevur selt sítt lívsverk og verður pensioneraður, er sera fegin um, at Pólar nú fer at halda fram sum áður.

Hann ætlar sær sjálvur at vitja dúgliga omanaftur til kaffi, prát og hugnaløtur, saman við øllum hinum, sum vanliga hava sína gongd inn á Pólar. 

Tað eru Axia Advokatar, sum hava staðið fyri søluarbeiðinum.

“Vit halda, at tey í Axia hava verið sera dugnalig og professionel í sínum arbeiði.”

Hetta eru vit báðir sera væl nøgdir við, siga Margeir og Karl Birgir. 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Stuðul játtaður til tríggjar fótbóltshal…
- KÍ spælir ikki fótbólt
Veðrið í dag og um vikuskiftið
Kvøldskúla­framsýningin sunnudagin
- Alt í Norð­oyggjum er spennandi
Flaggdagshald í Vágstúni
- Visit Faroe Islands arbeiðir fyri Føro…
Nýggj kanning: Tær flestu pensjónir­nar e…
Útróðurin í dag
Yvir 21 milliónir bilar verið ígjøgnum N…
Vága Floghavn 9,4 milliónir í halli
Lands­stýris­maðu­rin hitt starvs­felagar úr…
Rósa og Elisabeth í praktik í kommununi 
Lands­stýris­maðu­rin á fisk­vinnu­messu í Ba…
Skip liggja við heimarukai
Atlantic Airways: Hall hóast ferðafólkam…
Símun: - Eg vildi vita meira um veðrið o…
Sommerson Band á Country Festivali­num
Skulu vit hava fólkaræði ella teknokrati…
Standmynd avdúkað í Oyndarfirði sunnudag…