Lýsing
Lýsing
Lýsing
Lýsing

Vága Floghavn: 20 fólk uppsøgd

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  28.05.2020 - 15:11 Tíðindi Vinna

Nú virksemið hjá Vága Floghavn er svunnið burtur í næstan einki orsakað av koronakreppuni, sær felagið sær ikki annan møguleika enn at laga starvsfólkahópin til nýggja veruleikan.  Farsóttin hevur fullkomiliga tikið grundarlagið undan inntøkum felagsins og hevur felagið tí einki arbeiði til lutfalsliga stóran part av starvsfólkahópinum.

Av tí at útlitini fyri ferðafólkaferðslu framvegis eru sera ivasom, og síggja út til at fara at vera tað í rúma tíð enn, hava nevnd og leiðsla felagsins avgjørt at laga starvsfólkahópin til broyttu umstøðurnar. 

Í hesum sambandi hevur leiðslan í Vága Floghavn raðfest at varðveita tey starvsfólk, sum eru neyðug fyri at lúka myndugleikakrøv og fyri at reka fyritøkuna forsvarliga, til gongd aftur kemur á flogvinnuna.

Regin I. Jakobsen, stjóri, sigur: ”tað harmar okkum almikið at taka hetta stigið, men vit kunnu snøgt sagt ikki forsvara at hava fólk í starvi, sum arbeiði ikki er til” og leggur afturat at: ”útlitini fyri flogvinnu eru sera døpur í løtuni, men vónandi kemur gongd á aftur komandi ár”.

Tillagingin rakar bæði umsitingarlig og operationel starvsfólk.  Ítøkiliga merkir hetta, at umleið 20 størv verða rakt.  Samstundis verða ósett størv ikki sett fyribils, eins og færri tímalønt starvsfólk verða knýtt at Vága Floghavn komandi tíðina.

“Hetta eru ógvuliga tung stig at taka, tí talan er um at siga farvæl við bæði røsk og dugnalig starvsfólk, sum vit sum fyritøka als ikki ynskja at vera fyri uttan, so vit vóna veruliga at kunna bjóða teimum aftur sum skjótast, um umstøðurnar verða øðrvísi”, sigur stjórin at enda.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Marius Ziska á Tórsfest 2026
Vikuskiftirmøtir hjá kirkjuliga missións…
Býráðsskráin 30. apríl
Virkið Vár: Verkstova um matoyðsl í Róti…
Næmingar á Matvørubreyt­ini á TSK staðið…
Klaksvíkar kommuna tekur niðurstøðuna hj…
Summar­ansing 2026
Fóðurflaki á Lambavík
Sakaris spælir á Summar Festivalinum
Vit vilja hava fimleikar­høll­ina fyrst!
Virkið Vár: Figurmáling og borðspæl fyri…
KOM TIL DYST OG VINN GÁVUKORT Á 1.000 KR
Nýggj íbúðarverkætlan á Eiði
Virkið Vár: ÍÐKA SOSIAL RUN
Tá brøðurnir Wright vildu flúgva
Flutningur er meira enn bilar: Avtakið e…
Virkið Vár: Familju­súkklutúrur við Norðs…
- Kvinnur­nar skulu hava lønarsáttmálar!
- Vit geva vinnaramentalitetin víðari ti…
Hvat hevur Norðoya­tunnilin haft at týða…
Lýsing