Lýsing
Lýsing
Lýsing
Á myndini síggjast frá vinstru: Kári Johansen, arbeiðsleiðari hjá J&K. Petersen, Súsanna Berg, umhvørvisleiðari hjá IRF, Súni Christiansen, verkætlanarleiðari hjá J&K Petersen, Pætur Húsgarð, PB Consult, Stein Olvur Petersen, stjóri hjá J&K Petersen og Hans Haraldsen, HMP Consult.

J. &. K. Petersen: 1. byggistig avhendað til IRF í Nýggjheiðum, Kvívík

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  29.05.2020 - 17:03 Tíðindi Vinna

J&K Petersen Contractors hava í dag avhendað 1. byggistig av arbeiðinum í sambandi við gerð av nýggjum tyrvingarplássi, ið IRF letur byggja í hagapartinum í Nýggjheiðum millum Kvívík og Vestmanna.

1. byggistig hevur umfatað gerð av eini 270 m langari uppsamlingsveit og betonggarði undir tyrvingarplássinum umframt gerð av reinsiskipan við sandfangum og olju skiljarum.

Hegn er uppsett um alt tyrvingarplássið. Eisini er løgd uml. 1.900 m long rørleiðing frá nýggja tyrvingarplássinum og gamla niðurlagda tyrvingarplássinum, sum er har nærhendis, og oman gjøgnum brattan undir landsvegnum og út á sjógv.

Hóast tað mesta av arbeiðinum er framt á háveturstíð, hevur tað gingið skjótt og væl.

IRF er byggiharri fyri verkætlanini og PB Consult og HMP Consult hava staðið fyri projekteringini og eftirlitinum.

Í løtuni er J. &. K. Petersen í gongd við 1. part av 2. byggistigi, sum umfatar spreinging og flyting av gróti og planering av økinum. og planering av økinum. Hetta arbeiðið skal vera liðugt 24. Juli 2020.

 

 

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Myndarøð: NSÍ-HJK - á Djúpumýru
Góður fyrri hálvleikur hjá KÍ
Her sæst KÍ dysturin
Ægir fyrra tíman og Torkil Mørkøre seinn…
Atgongumerkjaprísu­rin einaferð enn
Dómur úr leysum lofti
Tilgongdin til svartkjaftastovnin kann m…
Upptakt: SJK-KÍ
Tryggja tær atgongumerki til KÍ - SJK
Norskar gentur funnu fløskupost frá 2013…
KÍ: Dysturin byrjar kl. 17 føroyska tíð
Samtalur, bindiklubbar og spontanir kaff…
Forvitnisligar royndarverkætla­nir á Skúl…
Havsbrún er ein sera fjøltáttað fyritøka
Líðhamar 25.000 pund á bankanum
Lands­stýris­maðu­rin vitjaði JFK
Teistin royndi rampuna vestarumegin
Fiskaklettur og Búgvin landað í dag
Evropa dystirnir undir luppin
100 fermetrar stórt KÍ flagg