Lýsing
Lýsing
Lýsing

Javnseting av kynunum

SKRIVAÐ: LÍV  |  29.05.2020 - 21:13 Mentan Tíðindaskriv

LÍV hevur tikið avgerð um, at kvinnur og menn skulu javnsetast í øllum teimum veitingum og tryggingum, sum felagið bjóðar

LÍV bjóðar eina røð av tryggingum. Fyri flest allar tryggingar er í dag ongin munur á kynum. Í ávísum førum verður tó gjørdur munur á kvinnum og monnum. Fyri at javnseta kynini, hevur LÍV tikið avgerð um at fara undir eina tilgongd, soleiðis at ongin munur verður á kynunum hvat viðvíkur kostnaði, ella teimum veitingum, sum felagið í dag veitir sínum kundum. Hetta hevur millum annað við sær, at lívrenturnar verða roknaðar eftir somu fortreytum fyri kvinnur og menn. Tilgongdin er farin fram í tøttum samstarvi og semju við eigarar og samstarvspartnarar.

Tað fer at krevja broytingar í skipanunum hjá felagnum og nú verður farið undir at fyrireika broytingarnar.

“Vit halda, at ein natúrligur partur av virkseminum hjá LÍV er at fylgja gongdini og ásetingunum á føroyska arbeiðsmarknaðinum, tí fara vit undir eina tilgongd sum hesa, ið fer at javnseta kynini”, sigur Jan Jakobsen, stjóri á LÍV.

Nýggja pensjónslóggávan, sum ásetir krøv um lívrentu, hevur ikki nógv ár á baki, tískil verða tær lívrentur, sum komandi tíðina verða útgoldnar, ikki ávirkaðar av hesi avgerð, tí verandi lóggáva hevur eitt minstamark fyri nær lívrentur eru eitt krav.

Ongin lógarbroyting er, sum tryggjar, at tað ikki verður gjørt mun á kynunum. Tó hevur LÍV tikið ta avgerð, at kvinnur og menn frameftir verða stillaði líka í øllum teimum tryggingum, sum felagið bjóðar. Í summum førum er hetta til fyrimuns fyri kvinnur og í øðrum førum til fyrimuns fyri menn.

Lýsing
Seinastu tíðindini
KÍ hevur fingið gongd á álopsspælið
Upptakt: B68-KÍ
Dynamit spælir á Summar Festivalinum
Bíbliu­skúlin Keldan gongur nýggjar leiði…
Serframsýning - Jógvan Asbjørn Skaale :
Væl eydnaður lands­fundur hjá Miðflokkinu…
Tórunn og KÍ hava munin
Bill til Sogndal
Eitt farligt experiment at selja fiskiræ…
Toymið á KG er nú sett
Sildakann­ingar norð­anfyri
Miriam og Rúni í Slovenia
Í felag seta vit eina grønari kós
Uppboðssøla av fiski­rættindum er eitt ek…
Tiltøk í vikuni
Vit seta eina fjølbroytta skrá saman til…
Skjótt at byggja
Einfaldari at avgreiða byggimál og endur…
KÍ vann sera undirhald­andi dyst
Myndarøð: KÍ - NSÍ (4-2)