Lýsing
Lýsing
Lýsing

Eg havi altíð vitað, at eg skuldi festa

SKRIVAÐ: Oliver Joensen  |  31.05.2020 - 18:23 Mentan Myndarøð Tíðindi Vinna

Tað sigur 50 ára gamli bóndin á Uppistovugarðinum, sum í 2011 tók við festinum í Hattarvík. Hagin er Eystfelli Uppistovupartur og hann ber 140 áseyðir. Men Símin Gullaksen, saman við konuni Jastrid Gullaksen, hava økt um virksemið á garðinum við eisini at troyta ferðavinnuna.

Hagin hjá okkum í Eystfellinum, er eystasti hagin í Føroyum, sigur Símun Gullaksen, nú vit práta við hann úti í Hattarvík. Áseyðatalið er 120, harafturat eru 11 veðrar í haganum og ein í fitilendinum í Leypurskor.

Rótfestur í Klaksvík

Alla mína tíð hevur tað nokk ligið í kortinum, at eg skuldi festa her. Við árunum vaks hugurin til landbúnaðin og tá pápi mín gjørdi av at lata festið frá sær, heitti hann á meg um at taka festið og var eg í veruleikanum til reiðar at taka av. Eg var rótfestur í Klaksvík og konan hjá mær, Jastrid hevði ongantíð fingist við landbúnað, men vit vóru bæði fús at taka dystin upp.

Familjan hjálpti

Í byrjanini var garðurin ógvuliga traditionelt rikin við tað at vit brúktu sera nógv fólk til alt arbeiðið. Tað hjálpti mær væl í gongd at nógv av familjuni bakkaðu meg upp. Serliga heppin var eg, tí eg hevði bæði seinasta bóndan, Gullak, pápa mín og næstseinasta bóndan, Símun, abba mín at fara til at fáa hjálp og ráð frá. Beiggjar mínir og harafturat pápabeiggjar og familjan annars vóru og eru eisini hollir stuðlar. Kvinnurnar í familjuni tóku eisini tøk, so skiftið kundi ganga væl.

Vildi økja raksturin

Eitt tað fyrsta eg fór at hugsa um var, hvussu eg kundi betra umstøðurnar og hvussu raksturin av garðinum kundi økjast. Sum nýggjur festari á garðinum hevði eg ikki nógvar pengar at arbeiða við, men sjálvur var eg í góðum árum og hevði eitt sera breitt og gott netverk bæði av familju og vinfólki.

Hagreiðingarhús

Eg kannaði møguleikar fyri fígging og tað er ikki lætt, at fáa fígging til nakað sum helst á útoyggj. Tó fann eg útav, at tað árliga er møguligt at søkja um útoyggjamenning, og so setti eg mær fyri, at eitt nýtt tíðarhóskandi hagreiðingarhús skuldi byggjast. Við stuðlinum eg fekk hagani og harafturat eini ótrúligari nøgd av arbeiðishjálp, eydnaðist tað at fáa eitt nútíðar hagreiðingar upp at standa her beint við fótin á haganum í Eystfellinum. Tað er fyrst og fremst konuni, familjuni og vinfólki at takka fyri, at hendan ætlanin hevur gingið so væl.

Kelduhúsið

Hendan fyrsta stóra broytingin á Uppistovugarðinum eydnaðist so væl, at hetta gav blóð á tánna, sum man sigur og vit fingu hug at fara longur.

Síðani eg festi, hava vit búð inni hjá abba mínum Símuni Gullaksen. Har gerst ov trongt hjá mær, tí virksemið mítt viðvíkjandi garðinum veksur. Tá so Kelduhúsini, sum liggja væl fyri mitt í bygdini eru til sølu, gera vit av at keypa. Hetta er í 2015. Líka síðani hava vit bygt eitt sindur um í húsunum og gjørt tey í betur stand. Vit eru tó enn ikki komin á mál við hesum, tí tað má takast so hvørt peningaligar umstøður eru til tað.

Hjallurin

Tá framkomna hagreiðingarhúsið varð liðugt, var eisini greitt, at tørvur var á einum nýggjum hjalli til millum annað at hanga kjøtið í. Vit hava tí bygt ein hjall, høgliga afturat slátúrhúsinum. Sláturhúsið er eisini bygt afturat seyðhúsinum. Hetta ger at vit í dag kunnu gera alt inni, tá slaktið er fyri.

Slaktið

Seyðurin ið skal flettast stendur í seyðahúsinum, verður førdur um rúmið har hann verður skotin og  bløðir, fer síðani víðari til flettingarrúmið har kroppurin eftir flettingina fer í hjallin og innvølirnirsum vomb og vil fara í vaskieindina, ímeðan mørrar, tálg nýrir og fótamørar fara á eitt arbeiðisborð, har alt verður skilt vaskað og pakkað.

Undir sama taki

Alt verður gjørt undir sama taki, so vit eru leys av veðrinum uttanfyri tá flettingin er fyri. Eyðsæð er, at hetta er ein stórur fyrimunur, tá tú ert partíðarstæddur í Hattarvík og skalt tilrættarleggja fjallgongu og fletting.

Seglhúsið 

Í samstarvi við Gamla Seglhúsið í Klaksvík, sum vit eisini eiga, eru vit farin inn í ferðavinnuna, sum eisini er eitt annað bein hjá garðinum at standa á.

Framleiða á garðinum

Umleið helvtin av tí, sum garðurin framleiðir, verður brúkt í ferðavinnuhøpi. Ferðafólk ella bólkar, sum vitja í Hattarvík, fáa m.a. vørur,  sum eru framleiddur er á garðinum. Er tørvur á matpakkum tá bólkar ella ferðafólk fara niðan í Eystfelli, so er hetta nakað, sum Uppistovugarðurin stendur fyri at framleiða.

Eisini í Klaksvík

Nakað av tí sum garðurin framleiðir, verður eisini brúkt til matna á Gamla Seglhúsinum í Klaksvík, tá skipað verður fyri tiltøkum har.

Fløskuhálsur

Á heimasíðuni uppistovugardur.fo síggjast almennu ferðavinnutiltøkini, sum garðurin stendur fyri. Har millum annað verður skipað fyri starvsbólkaferðum, Fugloyarrenning og ikki minst eru Floksmannadagarnir sera væl móttiknir. Hevur tú hug at luttaka á teimum døgunum, so er at vissa sær pláss í góðari tíð, tí í tí sambandinum er Strandferðslan ein fløskuhálsur, soleiðis at skilja, at luttøkan hevur verið so stór, at tað er meira enn so komið fyri, at ferðafólkatalið 121, sum Ritan kann hava til Fugloyar er ov lítið.

Gróðurseta grønmeti o.a.

Tað at vit skulu tilvirka nógvan mat til ferðafólk í summarhálvuni hevur gjørt, at vit eisini brúka várið til at gróðurseta okkara egnu epli og okkara egna grønmeti. Higartil hevur grønmetið verið gróðursett úti í frískari luft. Men í løtuni arbeiða vit við eini vakstrarhúsætlan her á ognini hjá festinum, soleiðis at vit fara at kunna gróðurseta meiri krevjandi grønmeti og kryddurtir.

Vilja sjálvbjargni

Endamálið er sjálvandi at vera so sjálvforsýnandi sum gjørligt. Vit skulu frameftir tilvirka okkara egna grønmeti til okkara egna kjøt, sum vit bjóða teim vitjandi her. Tá tú vitjan á Fugloynni, skalt tú fáa so nógv av fugloynni, sum vit yvir høvur eru før fyri at framleiða her.

Marknaðardagar

Eg nevndi í byrjanini, at umleið helvtin av tí, sum garðurin framleiðir fer til egna nýtslu. Partur av restini tekur konan sær av. Hon skipar av og á fyri marknaði við Gamla Seglhúsið í Klaksvík har ymiskir úrdráttir av garðinum verða seldir.

 Umframt tað, selja vit eisini ymiskar úrdráttir á facebook.

Talgilt durasøla

Símun Gullaksen hevur sera stóran áhuga í, og sær møguleikar fyri landbúnaðinum í Føroyum, og er m.a. stjóri í Jarðir. Símun sigur víðari, at Jarðir hevur eitt undirnavn, sum eitur Hjallur. Hetta felag skal arbeiða við eini elektroniskari durasølu fyri allar festarar og óðalsmenn.

Atkomuligt fyri øll

Málið er, at viðskiftafólk skulu kunna keypa alt, ið framleitt hjá føroysku bøndrunum á netinum og fáa tað sent til dyrnar. Endamálið við hesum hugskotinum er at gera føroyska matvøruframleiðslu betur atkomuliga hjá øllum, bæði føroyingum og útlendingum.

Stuðla undir framleiðslu

Ikki minst skal Hjallur motiverað bøndur at taka meira upp av slaktinum og virka tað til víðari sølu. við einum slíkum talgiltum palli verður hópin lættari hjá bøndum at selja sína framleiðslu, samstundis sum framleiðslan á teim ymisku gørðunum verður nógv atkomiligari hjá viðskiftafólkum.

Føroyskt flutt til dyrnar

Viðskiftafólk skulu hava møguleikan at royna framleiðslur úr ymiskum økjum í landinum, so sum blóðpylsu, speril, seyðarhøvd, turt kjøt, feskt kjøt, livur, sperlar, røtur, ymisk kál, ja hví ikki haru og fugl, snøgt sagt alt, ið verður framleitt ymsastaðni í landinum og fáa tað flutt til dyrnar heima.

Ikki bert mongd

Gistingarmøguleikarnir í Fugloynni fara vit eisini at gera nakað við. Eg haldi at tað ser sera umráðandi at ein so stórur partur av nýtsluni hjá ferðafólkum, ið koma til Føroya, liggur eftir á bygdunum har tey vitja. Í prinsippinum dámar mær betur at vit fáa 10 ferðafólk, ið gjalda 1000 krónur hvør, heldur enn 100 sum gjalda 100 krónur hvør.

Sum prísurin so tænastan

Skulu vit hava high-end ferðafólkamál, so er neyðugt hjá okkum at skapa eina tænastu úti umkring, ið livir upp til at ferðafólkini gjalda meira.

Lonin við brimið

Vit her á Uppistovugarðinum í Hattarvík eiga eina lítla lon niðrið við brimið, ið vit fara at gera í stand til útleiðing til liggjandi gestir. Harafturat hava vit grivið út fyri tveimum øðrum lonum, ið eisini skulu byggjast við útleiging til ferðafólk.

Styttri vitjanir

Tað sum liggur í kortinum er ikki, at fólk skulu búgva her í longri tíð, heldur skal tað vera soleiðis at tey búgva her eina nátt ella báðar tvær, soleiðis at tey hava góða tíð til at luttaka í teimum tiltøkum, sum garðurin nú einaferð fer at bjóða, tað verið seg serligar matupplivingar, gongutúrar og onnur átøk, ið vit leggja til rættis.

Um framtíðina

Tá vit spyrja Símun Gullaksen um møguleikarnar hjá Fugloynni í framtíðini, heldur hann, at her eru møguleikar.

Sum nú er hava vit eitt gott samband við restina av landinum. Ritan siglir tríggjar ferðir um dagin, og harafturat er tyrlan tríggjar ferðir um vikuna. Umframt tað, er tyrlan klár, um eitthvørt álvarsligt skuldi verið í oynni, so í so máta eru vit væl fyri.

Ferðavinnan eitt íkast

Men um ung fólk aftur fara at seta búgv her, er ikki so lætt at spáa um. Eg haldi tó, at við seyðinum er eitt áhugavert tilfeingi í oynni, og duga vit saman við okkara politisku skipan at skipa ferðavinnuna so, at peningurin frá ferðafólkastreyminum til Føroya ikki bert miðsavnast í høvuðsstaðarøkinum, so vildi tað skapt gróðrarbotn fyri menning bæði á útoyggjum og útjagaraplássum í Føroyum.

Menna spennandi økini

Sum eg segði, so haldi eg at vit bert skulu satsa uppá ferðafólk, sum vilja gjalda tað ta kostar og at vit menna møguleikarnar úti á teim mest spennandi økjunum í landinum. Vit mugu ansa eftir, at hópferðavinnan ikki oyðileggur tað vit elska at kalla fyri okkara óspilta land.

Møguleikar á Fugloynni

Jú, verður farið fram við skynsemi, so síggi eg avgjørt møguleikar á Fugloynni, hóast kanska tað vera tey fáu, ið fara at búgva her alt árið. Umráðandi er at kunna skapa eitt lívsgrundarlag, soleiðis at tað á henda hátt kann menna møguleikan at búleikast og at virka her ein størri part av árinum og at eftirkomarin fær eitt gott grundarlag at byggja víðari á, sigur Símun Gullaksen, fryntliga,  at enda.

 

 

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Morten Messerschmidt til Føroyar at hald…
Úrslitini tala fyri uppsøgnini
Seinastu strokini
Nýggj duet útgáva Kristina Bærendsen og…
Røða: Flaggdagsrøða løgmans í Fámjin
Nu gælder det om at stå sammen om KÍ; sp…
Várframsýning hjá Anniku
Kom og hoyr um afturkomu Jesusar – Betes…
Mjølnir vann lættliga á SÍ í fyrru FM-fi…
Ikki ein óvæntað avgerð
Hesin verður fyribils venjari hjá KÍ
KÍ og Haakon Lunov fara hvør til sítt
Frálík flaggdagsrøða
Fimm prosent møguleiki fyri at KÍ vinnur…
Lands­stýris­maðu­rin lýst svartkjaftakunng…
Lutur Mansins í Fosturtøkuni
Flaggdagshald
USS Albany í Nólsoyarfjørð
Hoydalar til Tjóðpall og Symfoniorkestur
Semjan um tøkugjøld­ini hevur stóran týdn…