Lýsing
Lýsing
Lýsing
Framvegis er ongin lestraríbúð bygd í Norðoyggjum, og ongin er heldur í gerð í løtuni. Eisini er støðgur komin í byggingina av vanligum íbúðum | Mynd: kvf.fo

Bústaðir ... til havnarfólk?

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  02.06.2020 - 23:46 Leiðarin Politikkur Vinna

Dagur og vika hevði í kvøld eitt yvirlit yvir hvussu nógvar íbúðir vórðu bygdar og stóðu í gerð kring landið. Tað sær sera gott út í Suðurstreymoy, og ein lítil glotti er at hóma fyri lesandi í Suðuroynni, men fólk kring landið hava hvørki fingið tað stóra frá Bústøðum ella skulu vænta sær tað stóra haðani.

Av bygdum íbúðum teknar Suðurstreymoy seg fyri 52% av vanligum íbúðum og 100% av lestraríbúðunum, tilsamans 215 av teimum higartil bygdu 333 íbúðunum. Hetta vil siga, at 64,5% av øllum íbúðunum, ið Bústaðir hava bygt, liggja í Suðurstreymoy. Tølini verða ikki nærri útgreinað, men tað er heilt víst, at tær allarflestu av hesum liggja í Tórshavn. Aðrastaðni eru tølini smá: 3 íbúðir í Sandoy, 5 í Vágum, 9 í Suðuroy, 36 í Eysturoy og 65 í Norðoyggjum. Og als ongin lestraríbúð uttanfyri Suðurstreymoy; nevndu tøl eru øll fyri vanligar íbúðir.

Avrundað fara sostatt 65% av bústøðunum til eitt øki við 40% av fólkinum.

Hyggja vit so fram í tíðina, sær uppaftur daprari út. Her ætla Bústaðir sær, at Suðurstreymoy skal hava 73,2% av vanligu íbúðunum, sum eru í gerð. Tilsamans 109 út av 149 íbúðum skulu byggjast í miðstaðarøkinum. 5 skulu gerast á Sandoynni, 7 í Norðurstreymoy, 10 í Vágum, 18 í Eysturoynni – og ongin afturat í hvørki Suðuroynni ella Norðoyggjum. Suðuroyingar hava tó ta troyst, at har verða hóast alt 24 lestraríbúðir bygdar.

Tá ið hetta byggistigið er liðugt, teknar Suðurstreymoy seg fyri 309 av 506 íbúðum hjá Bústøðum. Tað fer at merkja, at yvir 60% av bústøðunum hjá almennu Bústøðum fara at liggja í einum øki við “einans” 40% av føroyingum – og at øvugt fáa hini 60%’ini 40% av bústøðunum at býta sínámillum.

Tá ið ein hugsar um, at Bústaðir eru eitt átak undir Landsstýrinum og ikki hjá Tórshavnar Kommunu burturav, kann hendan raðfestingin undra. Serliga lýpur tað í eyguni, at ongin íbúð er í gerð í Norðoyggjum. Vit vita, at Húsarhaldsskúlin fer at fáa 24 íbúðir, ið ikki eru byrjaðar enn, men sum áður víst á í blaðnum, so teknar Suðurstreymoy seg eisini fyri 68% av framtíðar-íbúðarætlanunum hjá Bústøðum.

Gott hevði verið, um leiðslan í Bústøðum fekk eyguni upp fyri restini av tí føroyska samfelagnum og gjørdi meira burturúr at nøkta tørvin kring um allar Føroyar, í staðin fyri at hava eitt primert satsingsøki, ið er miðstaðarøkið, og so seks sekundér øki, ið fáa molarnar av ríkamanna borði, sum í dag. Her verður ikki bert hugsað um Norðoyggjar, har ongin íbúð er í gerð, men eisini um at Bústaðir eiga at taka hædd fyri nýggju tunnilsverkætlanunum og byggja íbúðir við báðar armarnar av Skálafjørðinum, eins og í Sandoynni. Ein og hvør dugir at síggja, at har fer at verða ein tørvur, og hví ikki vera proaktiv?

Sama innslag í Degi og viku vísti, at fleiri hava lúrt Bústaðir av og hava sett seg á bíðilista í meira enn einum øki í landinum. Hetta er bara gott og vísir, at fólk eru fleksibul. Gera Bústaðir nú tað, sum tey áttu at havt gjørt frá byrjan, at setir ferð á bygging uttanfyri Suðurstreymoy, so fara vit ivaleyst at síggja, at fólk taka seg av bíðilistanum til bústað í Suðurstreymoy og heldur seta seg á ein av hinum. Tá eru øll vinnarar. Trýst verður tikið av Havnini, onnur øki uppliva vøkstur, og týdningarmest av øllum: Fólk fáa ein bústað.

Í skrivandi stund er tað soleiðis, at tað er óvanliga torført at fáa eitt bankalán til ein bústað á bygd. Bankarnir vilja helst ikki fíggja bústaðir á smáplássum. Her eiga almennu Bústaðir at fara inn og vera ein kontravekt við at gera almennar bústaðir, har bankarnir ikki vilja veita fíggingina. Í øllum førum í eina tíð kundi verið sagt “Lat bankarnar bara eiga Havnina”, og fokusøkið hjá Bústøðum verið skift til onnur øki í landinum.

Í allarminsta lagi átti aktiviteturin hjá Bústøðum í miðstaðarøkinum at verið settur niður á eitt støði, sum sampakkaði við fólkatalið har, og øktur samsvarandi í hinum økjunum í landinum.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Trý aðalstjórastørv leys at søkja
Býráðið roynt nýggja borðið
Burhan G á OY Voxbotn 2024
Formula umboðar Marel í Føroyum
15 landmátarar á skeiði
Várframsýning hjá Anniku
Loyvisgjaldið skal byggja á skattliga úr…
Báta- og Kampingpláss á Bátafestivali­num…
Myndarøð: Sjóvinnustevnan í Barcelona
Vikuskiftismøtir í Emmaus
Bjóðað verður til almennan fund í Svínoy
Framsýning á Skúlanum á Fossanesi
Okkara framtíðar Klaksvík
Býráðsfundur mikudagin 24. apríl
Søguløta á Klaksvíkar bókasavni
Upptakt: KÍ-HB
Steypabrak í Klaksvík mikukvøldið
Trygd høvuðsstuðul hjá Badmintonsamb­andi…
Teitur Lassen nýggjan sáttmála við Editi…
Grøni Háskúlin letur uppaftur