Lýsing
Lýsing
Lýsing
Charles Olsen: Vinnari í 2019.

10.000 kr fyri roðslu

SKRIVAÐ: Fiskaaling  |  04.06.2020 - 07:00 Tíðindaskriv

Aftur í ár ber til at vinna 10.000 skattafríar krónur við at senda inn roðslu frá sjósílum til Fiskaaling.

Nú kunnu allir sílafiskarar, ungir sum eldri, luttaka í kappingini um 10.000 skattafríar krónur. Tað einasta, ið krevst, er, at nakrar roðslur frá hvørjum síli verða koyrdir í ein brævbjálva, sum verður sendur til Fiskaaling.

Serligir brævbjálvar eru gjørdir til endamálið, so at roðslan verður goymd, sum hon skal. Á bjálvanum stendur at lesa hvar á fiskinum, roðslan skal takast, umframt annað viðkomandi. Tað er bara at fylgja vegleiðingini.

Postgjaldið er longu rindað, so brævbjálvin kann tí latast beinleiðis í postkassan, sum hann er.

Meira kunning er eisini at finna her á heimasíðuni hjá Fiskaaling.  

Lítil vitan er um føroyska sjósílastovnin. Hetta átakið hevur tískili til endamáls at fáa betri vitan um sjósílini í Føroyum, og tá er júst roðslan eitt framúr gott amboð at brúka. Á roðsluni ber til at lesa hvussu gamalt sílið er, hvussu nógv ár tað hevur verið á sjónum, og hvussu ofta tað hevur gýtt.

Øll eru vælkomin at vera við til at lata roðslu inn til okkara. Brævbjálvar fáast ókeypis í handlum kring landið, har útgerð til sílaveiðu eru til keyps. Handlarnir eru: Berglon í Klaksvík og Runavík, Stanley við Norðskála, Jógvan Weihe í Tórshavn, Hjá Rólant á Sandi og Mangt og Hvat á Tvøroyri. Eisini kunnu brævbjálvar fáast við at skriva til fiskur@fiskaaling.fo ella ringja á tlf. 774703.

Lutakastið um 10.000 skattafríar krónur verður fríggjadagin 11. desembur 2020.

Verkætlanin verður fíggjað av Havbúnaðarfelagnum.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Takkarkvøða
Fínteljingin verður í dag
List við Løkin á páskum
Kendi hardrockbólku­rin Wolfgang gevur ný…
Høgni vann oddabrakið
Ex-javnaðar(løg)maður ávarar Javnaðarflo…
Team Klaksvík millum tey bestu í barnaho…
KÍ var sannfør­andi móti NSÍ
Hesi bíða nú í spenningi
Myndarøð: KÍ kvinnur - NSÍ: 4-0
Veðrið í vikuni
ABC kann koppa Klaksvíkar Býráði
Fólk tosa um KÍ tí tey hava áhuga og tað…
Roynt verður nú at skipa fyrstu breiðu s…
ABC fara til forhandl­ingar í morgin
Hópfígging til telduspælið Beyond the Py…
Fyrsti heimadystur hjá KÍ-kvinnum
KÍ-arnir fingu høvuðsleiklutir í San Mar…
Sjálvstýris­flokku­rin hevur djúpar røtur…
Páska­stevna í Eysturoynni