Lýsing
Lýsing
Lýsing

Maskinsmiðir prógv á TSK

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  06.06.2020 - 13:48 Myndarøð Tíðindi Vinna

Ellivu lærlingar fingu í dag prógv sum maskinsmiðir á Tekniska Skúla í Klaksvík. Tað mest forkunnuga hesuferð er, at Sofia Juel Rasmussen, sum tann fyrsta kvinnan hevur tikið útbúgving í maskinsmiðyrkinum á TSK

Hóast tiltakið var nakað merkt av korona-tilmælum, við tað at luttøka var avmarkað, gjørdist løtan hugna- og heiðurlig við felagssangi og røðum. Gestarøðari hesuferð var Ísak Mikladal, sum dagliga starvast á Klaksvíkar Sleipistøð. Hann hugleiddi m.a. um menningina av yrkinum og framtíðar møguleikunum hjá nýklaktu sveinunum.

TSK ynskir lærlingum, læruplássunum og avvarandi hjartaliga til lukkum á degnum.

Á floksmyndini síggjast sveinarnir. Frá vinstru á aftara rað eru: Jógvan Andrias H. Joensen, KSS, Torkil Poulsen, Áway Service, Óli Jógvansson, KSS, Jógvan Gullaksen, Pomek, Heri Z. Samuelsen, KSS, Esmundur L. Sørensen, KSS.

Á fremru rað frá vinstru eru: Eyðun Josephsen, KSS, Harald Østerø, Pomek, Sofía J. Rasmussen, Andersens Beding, Hans Jákup J. Lervig, KJ Hydraulik, Eliesar Høj, Mest.

 

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
KÍ vitjar besta heimaliðið í ár
Paz letur upp kokkteylbarr
Ein trúgvur KÍ’ari er farin
Hans Arni og Marion – mikukvøldið í Bete…
Prógvhandanin hjá Tøknibreyt­ini verður ú…
Trivnaðar­nevndin á vitjan í norð­urøkinum
Spurnarkapping: Vinn krúss og fótbóltsbl…
Mylnuhúsið savnaði pengar inn til Team R…
Per Busk settur sum nýggjur forstjóri fy…
Íslendski forsetin kemur til Klaksvíkar…
Rannvør Fríða Eyðunsdóttir og David Thom…
Sylvia Thomsen umboðaði Klaksvíkar kommu…
Amanda Hansen 100 ár
Óstabilitetur úti í heimi krevur stabili…
Nýggj floksstjórn vald í Miðflokkinum
Vágbingur er bílagdur til 2028
Søguligur dagur á TSK
Kósin besta úrslit nakrantíð
Summar­blaðið í gerð
Útivikan 2026