Lýsing
Lýsing
Lýsing
Mynd: Oliver Joensen

Óvanliga nógvir yngri rógvarar í KRF í ár

SKRIVAÐ: Jákup Ósá  |  07.06.2020 - 07:51 Ítrottur Tíðindi

(Úr Norðoyastevnublaðnum)

Manningarnar

Niðanfyri greiðir Magnus Norðberg, venjari, frá um manningarnar í felagnum til Norðoyastevnuróðurin.

Nevið Reyða – 8-mannafar

Nevið Reyða er í ár flaggskipið hjá KRF. Teir eru væl vandir, har teir flestu hava róð í fjør. Tvær útskiftingar eru í mun til Norðoyastevnuna í fjør. Nýggir eru Jón Ryan Petersen, sum róði við Orminum Langa í fjør, og Jógvan Højgaard, sum áður hevur róð við Klaksvíkingi og sum róði seinastu róðrarnar í fjør við Nevinum Reyða. Á pappírinum eru hetta sterkir menn við royndum í at vinna. Manningin hevur góð tøl á rógvimaskinunum og orkar væl at lyfta vektir. So vit hava góðar vónir til Nevið Reyða. Argjabáturin koppaði Nevinum Reyða í fjør, og tað gevur eina eyka motivatión til í ár, tá Argjabáturin skal koppast. Tað er eisini hetta sum ger, at teir halda fram í 8-mannafari, tí annars kundu teir farið upp í 10-mannafør. Tí kjarnin í hesi manningini hevur vunnið bæði 5-mannafør og 6-mannafør, men taptu 8-mannafør uppá finalutap á ólavsøku. Tað var so tætt, so teir føla, at gera teir tingini eitt lítið sindur betri og greiðari, so kunnu teir koppa tí til sín egna fyrimun í ár.

 


Sævarmoy – 5-mannafør dreingir

Hetta eru somu dreingir sum róðu við Karin í fjør. Sævarmoy verður tíverri ikki klár fyrr enn í juli, so teir koma at rógva við Karin fyrstu stevnurnar. Karin vann ein róður í fjør. Teir eru eitt ár eldri, sterkari og venja meir enn í fjør. Karin er heilt frá 2001.

 


Fípan Fagra – 5-ammanfør dreingir

Hesir vunnið FM í barnaróðri í fjør, har teir vunnu allar róðrarnar. Hesir dreingir rógva einastandandi væl hóast teir ikki hava stødd, aldur og royndir sum hinir við ymiskum ítrótti, so rógva teir so í takt, at teir kunnu vera jokarin í hasum róðrinum. Teir rógva flott og eru bara 14-15 ára gamlir og skulu rógva móti 17-18 ára gomlum rógvarum. Teir hava ein teknikk sum ger, at fyri meg hevði tað ikki verið óvæntað, um teir vunnu onkra stevnu.

 


Tekla - 5-mannafør dreingir

Hetta eru nakrir dreingir, sum hava ítróttarbakgrund. Teir hava nokk verið á ítróttarháskúlanum í Vági. Teir hava so valt at rógva við Teklu. Tað sá ikki gott út tann fyrsta dagin, men teir hava vant og vant. Og við tað at teir eru kropsliga væl fyri frá øðrum ítrótti, so er tað skjótt, at teir hava fangað teknikkin.

 


- Hesar áðurnevndu tríggjar manningarnar hava allar møguleika at kappast í toppinum og tað er okkara dreymur, at hesir kunnu kappast um FM og enda á trimum teimum fremstu plássunum.

 


Fípan Fagra - 5-mannafør gentur

Hesar hava allar róð fyrr. Tær løgdu út við, at tær ikki ætlaðu at venja so nógv, men ætlaðu at vita, hvat tær kláraðu við ikki so nógvum bindingum sum nógvar av hinum manningunum í felagnum. Men tær hava fingið blóð uppá tánna seinastu tíðina og hava vant meir og meir. Tað er ein manning, sum ætlar at gera seg galdandi millum tær fremstu, hóast tær løgdu út við at tær ætlaðu bara at vera við og vita, hvussu langt tað rakk. Tað er trupult at siga, hvussu langt tær kunnu koma, tí venjingarstøðið kundi verið hægri, men tær hava ein góðan teknikk.

 


Sævarmoy – barnaróður dreingir

Hetta eru dreingir, ið eru føddir í 2007. Tað ger so, at teir rógva við gomlum báti fyrstu stevnurnar til nýggja Sævarmoy er klár í juli. Tað er ikki ein fyrimunur at hava gamlan og tungan bát, so tað er eitt sindur harmiligt.

 


Fípan Fagra – barnaróður gentur

Tær eru føddar í 2006. Hesar hava ikki róð áður eins og áðurnevndu dreingir, so tær taka tað sum eitt læriár. Man lærir seg at rógva og so vita, hvussu langt tað røkkur.

 


Sævarmoy – barnaróður gentur

Tær róðu í fjør við Karin, og tað var ein øgiliga tungur bátur hjá hesum gentunum, sum tá vóru 11 ára gamlar. Tær eru eldri, so báturin er eitt sindur lættari at bera. Tað kann vera, at tað kemur at sita eitt sindur betri.

 


Um barnaróður

- Eg haldi, at barnaróður skal venda eitt sindur aftur til, at tað ikki skal snúgva seg um at vinna. Heldur skal tað snúgva seg um at fáa børnini at koma til, hava tað stuttligt og brúka tað sum eina fyrireiking til FM-róðrarnar. So vit taka tað ikki so øgiliga seriøst, men læra tey heldur rógviteknikkin og tann góða hugburðin, ið skal vera í kappróðri. Vit leggja í ár dent á at halda børnum til heldur enn at fara eftir nøkrum heiðursmerkjum. Tað skal vera stuttligt at rógva og man skal gleða seg til man kemur til FM-róður í 5-mannaførum gentum/dreingjum, har man fer at seta sær mál eftir gullinum. Barnaróður er fyri manningar, ið eru føddar í 2006, 2007 og 2008. Flestu róðrarfeløgini eru blivin samd um, at barnaróðurin hevur havt ov nógv fokus á at vinna. Eitt er at felag og manning hevur tað, men eg vil koma við eini áheitan á foreldur at minnast til, at hetta eru børn, sum fyrst og fremst skulu læra seg at rógva kapp. Tey hava valt ein ítrótt, tí tey kanska ongantíð vóru til fótbólt og hondbólt og nú vil man ítrótt, tá man er komin tannáringar aldur. Tá nyttar ikki at fara til fótbólt ella hondbólt, ið er so tekniskt, at tú mást byrja nógv yngri. So velur man kappróður, ið er púra rætt. Men barnaróðurin er til at læra seg at rógva, halda seg til, fáa nakrar royndir og ikki til at fara eftir nøkrum gulli í okkara siðbundna tjóðarítrótti. Tað mugu foreldur minnast til, tí tað er ofta tey, ið leggja trýst á felagið og vísa ónøgd um man ikki røkkur tí og tí plássinum, heldur Magnus Norðberg, ið sjálvur hevur nógvar royndir frá kappróðrinum bæði sum rógvari og venjari.

 


Nógvar ungar manningar

- Tað er stuttligt at síggja so nógvar ungar manningar í felagnum. Eg veit ikki, um vit nakrantíð hava havt fleiri ungar manningar. M.a. hava vit tríggjar dreingjamanningar, og tað er ótrúliga stuttligt. Vit gera ikki so nógv øðrvísi enn onnur feløg við venjing. Men tað sum er serligt við okkara felagi er hugburðurin til kappróður. Tað er samanhald og at ein skal gera tingini sum um ein var eitt heimselitu ítróttarfólk. At eta rætt, at sova rætt, at tosa rætt, at vera góður við hvønn annan o.s.v. Og so er tað rógviteknikkurin, sum vit brúka í felagnum. Hann er nokk eisini serstakur. Vit hava hesi longu seigu tøkini, sum vit halda førir bátin skjótast fram. Tú brúkar minst orku uppá hvørt tak, so man hevur nógva orku eftir til endaspurt. Hatta hava vit koyrt eftir líka síðani 2005, sigur hann.

 


Sakna eldri rógvarar

- Vit sakna eldri rógvarar í felagnum. Tann elsti rógvarin í felagnum haldi eg er 20 ár. Vit sakna 10-mannafarið og teir rógvararnir, sum hava verið við Klaksvíkingi fyrr. Fleiri av teimum sum vóru við afturi í 2006 kundu saktans sitið umborð á einum 10-mannafarið og róð í 2020. Vit sakna eisini 6-mannafør kvinnur, tí at hava kvinnur í einum felagi setur beinanvegin ein annan dám. Tað blívur meir ein heimligheit í neystinum. Eldri rógvarar kunnu hjálpa til við eini rúgvu av tingum og við at hava kvinnur í felagnum blívur atburður og reinføri meira sømiligt og natúrligt. Tað er ikki ein trupulleiki í dag, men tað verður bara betri uppfylgt. So vit sakna eldri rógvarar í felagnum.

Ein orsøk til at eldri rógvarar velja kappróðurin frá kann vera tíðin í samfelagnum. Ynskir ein at tjena eyka pengar, so eru allir møguleikar til tað í dag. Man sær at róðrarfeløg blóma, tá tað eru ringar tíðir. Tá er ikki so nógv arbeiði, so ein má takast við okkurt og hevur tíð til at rógva.

 


10-mannafør í kreppu

Magnus Norðberg hevur sjálvur róð nógv við 10-mannafarinum Klaksvíkingi. Í ár sá leingi út til, at bara ein bátur bleiv mannaður hjá 10-mannaførum. Magnus heldur, at vit mugu hugsa nýggjar vegir hjá 10-mannaførum.

- Í 10-mannaførum gert tú tað so seriøst, at tú venur sjey ferðir um vikuna í fleiri mánaðir. Man ger tingini øgiliga røtt o.s.v. við kosti o.ø., og tað er dýrari. Tú fert frá tínum arbeiði, har tú kundi arbeitt til kl. 20 um kvøldið, men tú steðgar kl. 17.00. So kappróður blívur ein útreiðsla, har vit í øðrum ítrótti síggja, at ítrótturin er beinleiðis ein inntøkukelda hjá íðkarunum. Vit meta, at í kappróðri gert tú minst líka nógv sum í øðrum ítrótti. So tað er eitt sindur ein farin tíð, at alt skal vera sjálvboðið. Nú má eitt sindur av pengum til. Fingu rógvararnir eina samsýning sum gjørdi tað motiverandi, so høvdu vit heilt vist sæð fleiri 10-mannafør. Í KRF arbeiða við fram ímóti, at manna Klaksvíking aftur. Vinnur Nevið Reyða FM í ár, so er mest natúrligt, at teir fara beint upp í 10-mannafør. Vónandi verður tað soleiðis, at róðrarsambandið og t.d. kommunur fara at leggja pengar av. Har tey siga, at tey vilja hava 10-mannafar mannað á staðnum og leggja eina játtan av til venjara og rógvarar til at manna eitt 10-mannafar. Tí at tað eru vit stolt av og vit duga at síggja tað, at teir hava ongan annan møguleika at fáa inntøku, so vit fara at stuðla hesi mentanini og halda at tað er sunt fyri býin bæði sum fyrimyndir og at fólk hava nakað at ganga uppí. Gjørdu t.d. sjey tær størstu kommunurnar hetta og lótu eina upphædd, um tað so var 250.000 ella 500.000 kr., so hevði man 10-mannafør frá sjey teimum størstu kommununum. Tað kundi eisini verið samstarv gjøgnum ymiskar kommunur. So høvdu vit eina ordiliga kapping hjá 10-mannaførum, sum er avgjørt tað flottasta vit síggja innanfyri kappróðurin. 10-mannafarsróðurin er í eini kreppu. Man hevur í ár fingið Havnarbátin mannaðan í síðstu løtu. Eg veit ikki, hvussu royndir teir eru og hví teir manna bátin. Av tí sama, so er mótstøðubáturin Ormurin Langi farin niður í ferð skilt soleiðis, at tað er blivi minni seriøst enn undanfarnu ár, tí tað kanska ikki er neyðugt við meir enn hesum fáu venjingunum. Tað er harmiligt men skilligt. Tað vera so tvey 10-mannafør. So kann onkur vera glaður, men onkur annar harmast, um tað fer niðurum eitt ávíst støði. Men givið er, at vit sum varða av kappróðri mugu ordiliga fara at leggja høvdini saman, so at vit fáa 10-mannaførini til nakað spennandi og stórt.

- Eg havi hug at leggja afturat, at á ólavsøku, so møtti eg einum enskum fjeppara hjá Tottenham. Hann hevði verið til allar teir størstu dystirnar hjá Tottenham. T.d. til hálvfinaluna millum Ajax-Tottenham í fjør, har Tottenham vendi 0-2 til 3-2. Hetta var størsta uppliving, sum hann hevði havt. Hann segði, at tá hann stóð og hugdi eftir kappróðri á ólavsøku, so var tað sama kensla sum til tær størstu løturnar hjá Tottenham. Hann segði, at føroyingar hava fjøll og dalar og tað er fínt nokk. Men um vit innanfyri ferðavinnu vístu á kappróður, har tað samlast so nógv fólk sum hyggja eftir hesum, sum er so intenst, so høvdu vit veruliga eina inntøkukeldu eisini. So kappróður kann vera nakað, ið lokkar ferðafólk til landið. So tordi man at fara handan vegin, so liggja kanska ótroyttir møguleikar. Tí sambært hesum Tottenham-fjepparanum, so var nakað øgiliga stórt í føroyskum kappróðri.

 


Áheitan um at stuðla við atgongumerki

Magnus heitir á øll sum eru góð við KRF, kappróður og annars vanliga gjalda atgongumerkið á 100 kr. fyri at síggja einasta ''heimadystin'' hjá KRF um at gjalda fyri eitt vanligt atgongumerkið, sum felagið kunnar um aðrastaðni í blaðnum, nú felagið ikki fer at krevja inn vegna tilmælini móti koronasmittuni. Hetta munar væl og kann gera, at Norðoyastevnan ikki verður ein útreiðsla fyri felagið.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Heðin Kambsdal sýnir fram í Gamla Seglhú…
Varpið fær tríggjar milliónir krónur
Nordic Music Camp í Føroyum
Atlantic Airways 36 mió. í avlopi í fjør
Á floti sunnanfyri í gjár
Meira hjálp frá lærlingum
Eldrahugni í Betesda
Atlantic Fair nærkast
Nær verða skaddu KÍ-leikarar­nir aftur?
Útistovuhagin: Lembingin byrjað
Ein øgiligur munur á viðferð
Gadus fór nýggjan túr í kvøld
Toppdystur í Klaksvík í kvøld
Varpið avhendað
Dragin til umvælingar í Danmark
Skrúvuguds­tænasta í Christians­kirkjuni
Gøtudals­tunnil, nú!
Áhugafelagið Spinnarríið hevur aðalfund
Fleiri ymisk skeið innan vitlíki
Góða gongdin hjá J&K Petersen heldur fra…