Lýsing
Lýsing
Lýsing

Ein gongutúrur á Kalsoynni í dag

SKRIVAÐ: Oliver Joensen  |  27.06.2020 - 20:51 Mentan Myndarøð Tíðindi Vinna

Vit báðir Árni Elttør plaga at ganga túrar saman. Í dag funnu vit uppá at taka Sam til Syðradals, bussin til Mikladals og so ganga frá Mikladali til Syðradals. Vit hildu, at tað átti at vera møguligt, tí Ólavur Samson segði okkum at tað eru 12 kilometrar frá Mikladali til Syðrdals og tað hildu vit okkum kunna klára upp á góðar tveir tímar. Sam fór av Klaksvík klokkan 14 og sigldi av aftur Syðradali kl. 17.35.

Ná, sum sagt so gjørt. Vit fingu ein framúr góðan túr í brennandi sól. Men kópakonan fangaði, so tað tók longri tí í Mikladali. Eisini tí Ólavur Samson hevði bjóða okkum summarhúsið hjá sær, har vit fóru inn og fingu okkum kaffi, sum vit høvdu við til túrin.

Á veg til Mikladals avtalaðu vit við bussføraran, at hann skuldi hyggja eftir okkum, tá hann koyrdi aftur til Sam, tí vit hildu at tað kundi væl vera, at vit ikki náddu at ganga allan vegin. -Og tað var ein fín avtala, tí eg brúkti nógva tíð, fyrst at tosa við Hanus Lassen áðrenn vit fóru úr Mikladali eftir kaffiuppihaldið í húsinum hjá Ólavi og síðani at avmynda alt, sum eg bleiv bergtikin av á túrinum, at vit kláraðu bert at ganga ígjøgnum tvær tunellir áðrenn bussurin fangaði okkum.

Á túrinum aftur við Sam, fangaði eg Klakk, sum fór norður ígjøgnum Kalsoyarfjørð og ein sum lá hugnaligur í fjørðinum við tráðu. Seinast trý, sum stóðu á Kósabrúnni eisini við tráðu.

Ein fínur túrur. Beint áðrenn Sam legði at á Stongunum fingu vit nakrar grovar regndropar. Her vóru vit heppin, tí úr Vágunum ljóðar frá grovari regni í dag og ógvusligum torusláttri.

Njótið myndirnar: Ferðast í egnum landi...

Lýsing
Seinastu tíðindini
Tøkk - Hildibjarta Jacobsen
GroAqua letur Bakkafrost nýggjan 700 ton…
Atlantic Fair hevur ment Klaksvík
Norð­oyastevnan nærkast
Kamarkórið Dorimus í Varpinum í kvøld
Fólkini eru so vinarlig í Føroyum
Málið móti skip­ara­num á Galaxy slept
Atlantic Fair – 25 ár á baki
KÍ hevur fingið gongd á álopsspælið
Upptakt: B68-KÍ
Dynamit spælir á Summar Festivalinum
Bíbliu­skúlin Keldan gongur nýggjar leiði…
Serframsýning - Jógvan Asbjørn Skaale :
Væl eydnaður lands­fundur hjá Miðflokkinu…
Tórunn og KÍ hava munin
Bill til Sogndal
Eitt farligt experiment at selja fiskiræ…
Toymið á KG er nú sett
Sildakann­ingar norð­anfyri
Miriam og Rúni í Slovenia