Lýsing
Lýsing
Lýsing
Lýsing
Roknskapartøl fyri Amplexa

Amplexa stóra skuld og stórt undirskot

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  30.06.2020 - 13:52 Leiðarin Politikkur Tíðindi

Tað sær út til at koma sera væl við hjá fyritøkuni Amplexa, at Landsstýrið hevur valt júst tey at standa fyri Covid-19-kanningunum á flogvøllinum saman við fyritøkuni Thetis. At tað kostar landinum 4 milliónir fyri bert 2 vikur talar fyri seg, hóast Amplexa sjálvandi ikki fær alla ta upphæddina.

P/F Conseco, ið m.a. hevur Pál Weihe, yvirlækna, sum nevndarlim, eigur Amplexa Genetics A/S, ið hevur Johan Dahl, løgtingsmann, sum nevndarformann. Kaga vit í roknskapin hjá fyritøkuni sæst, at hon liggur í tungum sjógvi, í øllum førum í 2018, tá langfreistaða skuldin var komin upp á 32 milliónir. Eginkapitalurin hevur verið negativur øll árini 2014-2018 (tøl fyri 2019 eru ikki tøk). Í 2018 stendur eginkapitalurin at vera minus 28.909.000 krónur.

Eitt hugsað dømi: Í juli í 2019 vóru ferðafólkini um flogvøllin 63.788 í tali, og í august 51.717. Eftir fleiri sólarmerkjum at døma koyra tiltøkini ímóti Corona fyribils fram til 31. august. Munandi færri ferðast nú, men um vit siga, at helmingurin av teimum, sum ferðaðust somu mánaðir í fjør ferðast í juli og august í ár, so ferðast 57.753 fólk í juli og august, og kosta kanningarnar 390 krónur fyri hvønn, koma 22,5 milliónir inn fyri kanningarnar. Her skal tó sjálvsagt havast í huga, at Amplexa ikki er einsamøll um uppgávuna.

Á landsstýrisfundi í dag verður avgjørt, hvussu kravdu kanningarnar av ferðandi til Føroya skulu fíggjast.

 

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Sølvará heldur føðingardagstalu
Klaksvíkar Boksing: - Kom og royn teg
- Onkur má for ólukkan vera góður við ty…
Myndarøð: Kappróður á Norð­oyastevnu
Midnáttarsamkoma á pallinum frammanfyri…
Fípan Fagra vann stórsigur hjá kvinnum
Havnarbátu­rin vann Norð­oyastevnuróðurin
Dreingir­nir á Fípuni Føgru vunnu tryggan…
KRF vann báðar róðrarnar í barnaróðri
Eg eigi at geva fólki okkurt at hugsa u…
Norð­oyastevnan sett
Stroyming: Nøglin metir um dagsins Norðo…
Framúr konsert hjá Klaksvíkar og Havnar…
Norðoya Listafelag fingið stórfingna gáv…
Norðoya Listafelag fingið stórfingna gáv…
Upptakt: KÍ-EB/­Streymur
Norð­oyastevnuskráin LEYGADAGIN
Myndarøð: KRF-manningar­nar 2026
Havnarbátu­rin, Klaksvík­ingur og Ormurin…
Eydna skal giftast!
Lýsing