Lýsing
Lýsing
Lýsing

Útleigan av matstovu- og handilshølum við Biskupstorg

SKRIVAÐ: Klaksvíkar kommuna  |  01.07.2020 - 16:58 Tíðindaskriv Vinna

Veghæddin í bygninginum við Biskupstorg, við tilhoyrandi goymsluhølum í undirhæddini, sum liggur í hjartanum av nýggja miðbýnum í Klaksvík, verður við hesum bjóðað út at leiga til eitt samlað konsept av 4-6 sølustøðum, ið skal vera við til at skapa fjølbroytt lív og virksemi í miðbýnum.

 

Stutt um nýggja miðbýin:

Byggingin í hjartanum av nýggja miðbýnum fer við tíðini at fevna um fleiri spennandi bygningar, torg, bryggjukantar v.m. Fyrsta byggingin á økinum er stóri bygningurin við Biskupstorg við 30 íbúðum, veghædd til kommunalt virksemi, umframt handils- og matstovuvirksemi og eina undirhædd til tøkni og goymsluendamál, bæði hjá íbúðunum, kommununi og virkseminum í veghæddini.

Ein annar partur er sjálvt Biskupstorg, sum verður karmur um nógv virksemi og afturvendandi tiltøk, ið skapa lív, trivnað og hugna fyri borgararnar, og sum eisini skal draga onnur vitjandi til býin, og soleiðis geva meir lív og virksemi til allan býin.

Endamálið við leiguhølunum á veghæddini, sum við hesum verða lýst leys at leiga, er at vera karmur um eina hóskandi samanseting av leigumálum á veghæddini í Biskupstorgi, har viðkomandi handlar og matstovur v.m. eru sínamillum komplementerandi, eins væl og teir geva býnum sum heild eina størri atdráttarmegi.

Við støði í hesum verða niðanfyristandandi høli hjá Klaksvíkar kommunu á veghæddini við Biskupstorg lýst leys at leiga út til eitt samlað konsept við hesum treytum:

 

Hølisviðurskifti:

Parturin hjá Klaksvíkar kommunu av veghæddini er íalt umleið 830 m2 til víddar
Afturat koma umleið 100 m2 av goymsluhølum í undirhæddini
Kunningarstova verður í sunnara/eystara enda av veghæddini, umframt almenn fríøki – samanlagt umleið 200 m2
Til leigu eru sostatt írestandi umleið 630 m2 av veghæddini, umframt tilhoyrandi goymsluhølir í undirhæddini
Leiguprísurin verður ásettur eftir galdandi marknaðarprísi
Kommunan ger hølini klár til nýtslu, herundir gólv, loft og vesir, sum verða staðsett við Kunningarstovuna
Sølustøðini skipa sjálvi síni ljósviðurskifti, tó sambært minstamørkum ásett av kommununi

 

Heildarútbjóðing:

Økið verður boðið fram sum ein samlaður pakki/konsept við leigarum fyri alla hæddina
Leigusáttmálar verða tó gjørdir við hvønn einstakan handil/matstovu, men sølustøðini skulu undir einum hanga saman sum konsept, sum kommunan kann taka undir við.
Miðað verður ímóti varandi leigumálum, men treytir verða settar til virksemið
Minst 4 eindir (sølustøð) skulu vera partur av pakkanum/konseptinum
Við atlitið at fjølbroytni skal minst eitt sølustað, ið skal vera partur av pakkanum/konseptinum, har til ber at keypa kaffi og ábit
Í mesta lagi 2 matstøð kunnu vera partur av pakkanum/konseptinum
Ongin eind kann brúka meira enn 180 m2 av veghæddini
Onki matvørusølustað kann brúka meira enn 100 m2

 

Støðutakan

Støða verður tikin til innkomnar leiguumsóknir út frá omanfyri nevndu treytum og eini heildarmeting út frá endamálinum við veghæddini við Biskupstorg. Kommunan tilskilar sær rætt frítt at velja ella at havna øllum umsóknum.

Umsóknir um leigukonsept skulu latast: Klaksvíkar kommunu, Nólsoyar Pálsgøta 32, 700 Klaksvík, viðmerkt “Leigumál Biskupstorg”, og skulu vera kommununi í hendi í seinasta lagi mánadagin 20. juli 2020 kl. 12:00.

 

Klaksvíkar kommuna

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Pallborðsfundur í Húsinum
Sjógvpumpu­skipan til Elverkið á Strond (…
Sjógvpumpu­skipan til Elverkið á Strond (…
Sjógvpumpu­skipan til Elverkið á Strond (…
Stjørnan tekur ímóti VÍF
KÍ formaðu­rin: Vit føra ein sunnan fótbó…
Nærveruvika á Skúlatrøð
KÍ hevur bara einaferð í søguni skorað f…
FM Radio: Árni og Páll vitja Norðlýsið
Búskapu­rin hevur tað gott, men...
Rættartrygdin sett til viks í Klaksvíkar…
Ongin doyði - men ferð drepur nógv annað
Felagsdøgurði og pallborðsfundur - almen…
4. flokkur granskar hjartað, lungu og ný…
Gadus siglir heim
Terji tikið sæti á tingi
Hjartastart 2025
Skipið kommunur­nar í størri eindir
U19 lands­liðskapping í flogbólti í Havn…
FM Radio: Tummas og Jógvan vitja Norðlýs…