Lýsing
Lýsing

CO -neutralar farteldur koma til Føroyar

SKRIVAÐ:  P/F Formula  |  02.07.2020 - 12:32 Tíðindaskriv Vinna

Formula vil vera við til at tryggja framtíðina hjá børnum okkara. Tí hevur Formula lagt seg eftir at útvega grønar farteldur, sum eru CO2 neutralar og hava minst møguliga ávirkan á jarðartilfeingi, til tær fyritøkur og stovnar, sum ynskja hetta. Formula hevur gjørt eina samstarvsavtalu við Circular Computing, sum framleiðir heimsins mest burðardyggu farteldur. Hjá IRF verða 863 kg av farteldum, samsvarandi við 288 stk tveittar burtur árliga, meðan í Europa verða 160.000 farteldur dagliga tveittar burtur. Hetta høga burturkastið er heilt óneyðugt, tí yvir 70% kann endurnýtast. Tær nýggju farteldurnar vit nú kunnu veita, framleiddar hjá Circular Computing, eru endurframleiddar av hesum tilfari. Formula gongur undan á hesi leiðini, og er tann fyrsta KT-fyritøkan í Føroyum, millum fáar í Norðurlondum, sum kunnu bjóða so burðardyggar farteldur.

 

Hví skal ein umhugsa Circular Computing (Endurvunnið KT)?

Sera nógvar fyritøkur ynskja at hjálpa og gera okkurt gott fyri umhvørvið har tilber, men ofta hugsa tær tankan “Hvat kann man aktivt gera?”. Við hesum farteldum fáa fyritøkur og stovnar ein møguleika at hjálpa umhvørvinum her og nú.

Circular Computing (Endurvunnið KT) eru farteldur, sum er framleiddar at vera CO2 neutralar. Hesar farteldur eru bygdar á hugsanarháttin um ringbúskap og at endurnýta tað tilfeingið, sum longu er fingið burturúr jørðini. Tað vil siga, at fyri hvørja endurvunna farteldu steðgar tú áleið 380 kg CO2 útláti við ikki at keypa nýtt. Harumframt verður vatn og fleiri týdningarmikil mineral varðveitt. Fyri hvørja farteldu, ið verður seld, plantar fyritøkan Circular Computing 5 trø fyri at bøta um CO2 útlátið frá uppruna framleiðsluni, endurframleiðsluni og nýtsluna næstu 3 árini. Eitt træ tekur 120kg CO2 tað fyrsta árið – 600kg CO2 verður tískil tikið tað FYRSTA árið.

Ein Circular Computing fartelda hevur eina orkukraft á 97% av einari nýggjari farteldu. Fyri at kunna veita hesa høgu góðskuna, fer hvør fartelda gjøgnum eina drúgva endurframleiðslu og 100 punkt góðskueftirlit, sum tryggjar, at hvør einstøk fartelda livir upp til ISO 8887 krøvini. Hesi krøvini snúgva seg um at leiða aftur brúktar vørur til upprunaorkuna og garanti, sum svarar til, ella betri enn, tá vøran upprunaliga kom fram.

Møguleiki er at fáa 12’’ og 14’’ modell frá Lenovo T Seriu, HP Elitebook og Dell Latitude, og hvør fartelda fæst við einum 3 ára garanti.

Vil tín fyritøka ella stovnur gera okkurt gott fyri umhvørvið, so eru Circular Computing ella endurvunnar farteldur ein máti at gera okkurt her og nú!
Søgan um grønt KT
Í 2012 sendi Umhvørvisstovan øllum almennum stovnum og ráðum ein faldara, ið innihelt dømi um, hvussu keyp av vørum kundi gerast meira umhvørvisvinarligt. Í hesum skrivi var skrivað, at Umhvørvisstovan í fyrstu syftu fór at leggja innkeyp av bleytum pappíri og kopipappíri vm. um, og næst skuldu tey hyggja nærri at teldum, prentarum o.ø. Hesum tók Formula til sín og hevur arbeitt stigvíst við at kunna veita grønt KT. Í fleiri ár hevur Formula arbeitt miðvíst við jaligum árinum á okkara samfelag, og tískil eru veitarar valdir, ið endurnýta nógv tann størsta partin av gamlari útgerð. Í samstarvi við okkara veitarar savnar Formula saman brúkta útgerð, brúktar eykalutir og sendir hesar til endurnýtslu hjá hesum veitarum. Tá valið av útgerð skal takast, verður hugt eftir at brúka ta útgerð, sum brúkar minst orku, soleiðis at umhvørvisávirkanin er minst møgulig. Tí eru vit fegin og stolt av nýggja samstarvinum við fyritøkuna Circular Computing, sum inniber, at Formula kann veita 100% CO2 neutralar og umhvørvisvinarligar farteldur til føroyska marknaðin.

Nýggja samstarvið hóskar seg væl inn í umhvørvis- og CSR politikkin hjá Formula, og fara vit framhaldandi at arbeiða miðvíst við at útvega grønt KT til Føroyar!

Um tú vilt hoyra meira um farteldurnar ella umhvørvispolitikkin, so ring og hoyr nærri!

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Jákup B. Andreasen kann skjótt blíva klá…
Requiem í Varpinum skírisdag
Ein heimskendur hándverkari! 
Framsýning á Viðareiði á páskum - Undir…
Sangkórið og Jógvan Mortensen syngja í B…
Áhugaverdur djóragarður í Kunoy
Aðalfundir og lagnusøgur á Krígssavninum
Meistarar og lærisvei­nar í Gøtu
Fyrsta Reyða Kross Summarlegan
Pengar fyri bøtur úr Føroyum eiga at far…
Klaksvík kosið millum vakrastu býir í he…
Mass Hoydal leiðari fyri Visit Runavík
Svimji­høllin um Páska­høgtíðina
Frá Melodi Grand Prix til FríðuTónar
Hiddenfjord fingið altjóða góðkenning fy…
Stór ungdóms­páskastevna í Havn um vikusk…
Uni Holm Johannsen: - Tann fyrsta breið…
Stór listaframsýning við Løkin
Grundøki til sølu Undir Gerðhamri í Hvan…
Danmark hevði munin