Lýsing
Lýsing
Lýsing

Lógaruppskot um bústaðaætlan til hoyringar

SKRIVAÐ: Almannamálaráðið  |  02.07.2020 - 15:29 Politikkur Tíðindaskriv

Landsstýriskvinnan í almannamálum, Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur, hevur í dag sent uppskot til broyting av løgtingslóg um Húsalánsgrunn til hoyringar. Uppskotið er partur av bústaðaætlanini hjá Føroya landsstýri

Landsstýrið ásannar, at bústaðatørvurin er átrokandi. Við lógaruppskotinum fær almenna bústaðafelagið tí møguleika at fíggja bústaðabygging fyri 400 mió. kr. komandi árini.

Bústaðir hevur higartil útvegað 333 leigubústaðir kring landið, og í løtuni eru uml. 170 leigu- og lutabústaðir annaðhvørt í gongd ella ávegis. Við fíggingini fær felagið møguleika at fara undir fleiri nýggjar verkætlanir.

Samstundis verður ein ráðgeving sett á stovn hjá Bústøðum. Ráðgevingin skal veita borgarum, kommunum, feløgum o.ø. ráðgeving um alternativar byggi- og fíggingarhættir. Endamálið við ráðgevingini er at seta gongd á onnur sløg av bústaðabygging enn sethúsa- og íbúðabygging.

Bústaðaætlanin hjá landsstýrinum fevnir harafturat um eitt alment-privat samstarv um búfelagsskapir til fólk við serligum tørvi.

Lógaruppskotið kann lesast HER.

 

Fíggingin markað

Fyri at tryggja, at fíggingin sæst aftur kring landið, hevur landsstýrið markað tær 400 mió. kr.:

200 mió. kr. eru markaðar til almannagagnligar verkætlanir, sum verða gjørdar eftir avtalu við landsstýriskvinnuna. Talan kann eitt nú vera um búfelagsskapir ella sambýlir til fólk við serligum tørvi, barnaverndarstovnar ella lestrarbústaðir.

100 mió. kr. eru markaðar til verkætlanir uttanfyri miðstaðaøkini, har tað ikki er grundarlag fyri kapping við privat virkandi.

100 mió. kr. eru ómarkaðar, men fara tær til verkætlanir í teimum økjum, har grundarlag er fyri kapping við privat virkandi, skal hetta vera á javnsettum grundarlagi.

Landsstýriskvinnan greiðir soleiðis frá:

"Bústaðir hevur í fleiri umførum víst á, at felagið ikki einsamalt megnar at nøkta allan bústaðatørvin í Føroyum. Tí er umráðandi at eggja privata kapitalinum at halda fram við og økja um íløgurnar í føroyska bústaðamarknaðin."

Mett verður eisini, at javnsettu treytirnar fara at betra um møguleikarnar hjá Bústøðum at taka lut í samstørvum við privatum virkandi og stovnsligum íleggjarum og harvið økja enn meira um útboðið.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Myndarøð: NSÍ-HJK - á Djúpumýru
Góður fyrri hálvleikur hjá KÍ
Her sæst KÍ dysturin
Ægir fyrra tíman og Torkil Mørkøre seinn…
Atgongumerkjaprísu­rin einaferð enn
Dómur úr leysum lofti
Tilgongdin til svartkjaftastovnin kann m…
Upptakt: SJK-KÍ
Tryggja tær atgongumerki til KÍ - SJK
Norskar gentur funnu fløskupost frá 2013…
KÍ: Dysturin byrjar kl. 17 føroyska tíð
Samtalur, bindiklubbar og spontanir kaff…
Forvitnisligar royndarverkætla­nir á Skúl…
Havsbrún er ein sera fjøltáttað fyritøka
Líðhamar 25.000 pund á bankanum
Lands­stýris­maðu­rin vitjaði JFK
Teistin royndi rampuna vestarumegin
Fiskaklettur og Búgvin landað í dag
Evropa dystirnir undir luppin
100 fermetrar stórt KÍ flagg