Lýsing
Lýsing
Lýsing
Grillir kunnu keypast fyri skattgjaldarans pening | Mynd: kvf.fo

Kommunala Eftirlitið kannar valagn

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  03.07.2020 - 15:39 Leiðarin Politikkur Vinna

Nú fýra mánaðir áðrenn býráðsvalið hevur Tórshavnar Býráð togað eina kanin úr hattinum, ið sigur, at grannaløg í Tórshavnar Kommunu kunnu søkja um at fáa 10.000 krónur í part til at halda Ólavsøku fyri. Einasta treytin er, at pengarnir ikki fara til drekkivørur ella matvørur, og tá Ólavsøkan er av, sleppa grannaløgini sjálvi at býta tað, sum er keypt fyri pengarnar, ímillum sín.

Fleiri hava sett spurnartekin við, um hetta í heila tikið er lógligt. Ein býráðslimur í Tórshavnar Býráði hevur vent tumlinum niður, men hann stendur einsamallur ímóti restini. Kommunala Eftirlitið er farin inn í málið og roynir at finna fram til, um kommunan hevur heimild til hetta, men er ikki komin til eina niðurstøðu enn.

Hetta kann seta fólk í eina sera keðiliga støðu. Stuðulin verður latin aftaná Ólavsøku og eftir kvitteringum, ið vil siga, at grannaløgini mugu keypa útgerðina fyrst. Sum dømi um útgerð verða nevnd tjøld, grillir, ljósperur, hátalarar, benkur og undirhald. So kunnu tey koma í ta støðu, at kommunan sigur gott fyri at keypa hesi tingini, men at Kommunala Eftirlitið sigur tað vera óheimilað, og so hevur kommunan onga heimild at útgjalda pengarnar, hóast vørurnar eru keyptar.

Annfinn Brekkstein, ið er tann einsamalli býráðslimurin, ið ikki tekur undir við hesum gávupakkunum til upp til 50 grannaløg, er hvassorðaður í sínum viðmerkingum. Hann heldur at pengarnir heldur skuldu verið brúktir til eitt nú ítróttarfeløg, skótar v.m., sum hava upplivað ein inntøkumiss av, at Ólavsøkan ikki verður sum vant.

Brekkstein nevnir fleiri ferðir, at talan er um eina tjóðarhátíð, og tað sampakkar illa við stuðla grannaløgum við tíggju túsund krónum í part. Hetta sjónarmiðið er áhugavert, tí við at fyriskipanin er løgd út á grannaløg og eigarafeløg í Tórshavnar Kommunu ger man samstundis greitt, at Ólavsøkan í ár samstundis er ein høgtíð fyri tey, sum búgva í kommununi. Harvið kann Ólavsøkan ikki sigast at vera ein tjóðarhátíð, í øllum førum ikki í ár.

Summarstevnurnar, Ólavsøkan íroknað, hava annars havt sum sítt fremsta vørumerki at vera stevnur, har íbúgvar úr øllum landinum valfarta fyri at vitja bygdir og býir og at kappast í leikum. Men við hesum verður tann størsta summarstevnan reduserað til 50 grannalagsveitslur fyri teimum, sum búgva har. Harvið fáa grannaløg 10.000 krónur fyri at halda seg fyri seg sjálvi heldur enn at sýna stevnugestum blíðskap.

Eitt tílíkt gávumildni ber uttan iva bert til, tí vit í 2020 hava eitt valár. Tað er onki óvanligt í, at býráðspolitikarar gjara út í einum valári, men at gera tað uppá hendan mátan við beinleiðis peningaligum studningi er óhoyrt. Vit kunnu lættliga ímynda okkum, at ein íbúðarblokkur keypir sær eina dýra gassgrill fyri pengarnar, grillar 2 pylsur á henni á Ólavsøku, og sleppur so at eiga hana kvitt og frítt aftaná. Og gongur hon fyri í oktober, so ræður um at velja somu politikarar inn aftur, so man kann fáa eina nýggja árið eftir.

Tað er tí gott, at Kommunala Eftirlitið er farið inn í málið og skal gera av, um hetta er lógligt. Tí er tað tað, so letur hetta upp fyri ótrúligum møguleikum hjá sitandi kommunalpolitikarum at keypa sær atkvøður við veita beinleiðis peningaligan studning til grannaløg, samstundis sum tað versnar munandi um møguleikan hjá nýggjum politikarum, sum ikki hava atgongd til at brúka kommunukassan í sínum valstríði, at koma framat.

Lýsing
Seinastu tíðindini
800.000 kr í neyðhjálp til Venesuela
Tá KÍ bjargaði HB
Ferða­vinnu­ætla­nir fyri Norð­oyggjar til a…
Magnus Powell setti klárt met
Úr Føroyum til Michelin
Nýggjur karmsáttmáli um fiski­veiðisamsta…
Talið av hálskrabba sjeyfaldað síðani 19…
Trý ár at byggja Kalsoyar­tunnil
Tá tankarnir surra – Hví eri eg ikki sum…
Flogbóltsk­vinnu­r­nar vunnu bronsu
Konsertir við Haderslev Domkirkes Pigeko…
Tað er nú vit eiga at gera vart við okku…
Langar flottar røðir hjá KÍ eru nú brotn…
Sjey føroysk aftrat á Summar Festival
Julian føroyskt met á 5 km og danskur me…
Myndarøð: Upplatingarveitsla á KG
Kythira! -Ella kanska ikki?
Hitabylgjur verða sannlíkt vanligari kom…
Móðir KÍ-leikarar í skelkandi tapi
Varpið vorðið miðdepilin í Klaksvík