Lýsing
Lýsing

Nýggjur Christian í Grótinum

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  07.07.2020 - 15:03 Myndarøð Tíðindi Vinna

P/F Christian í Grótinum hevur í dag undirskrivað sáttmála um bygging av uppisjóvarskipi.

Nýggja skipið er sniðgivið av Karstensen skipasmiðjuni í Skagen, sum eisini stendur fyri byggingini. Skipið verður eftir ætlan handað P/F Christian í Grótinum í januar 2022. Byggikostnaðurin verður umleið 300 mkr.

Nýggja skipið, M/S Christian í Grótinum, verður slakar 90 metrar langt og 17 metrar breitt. Skipið hevur 16 RSW tangar, sum tilsamans fara at rúma 3.550 m3. og skipið fer at lasta góð 3.000 tons av niðurkøldum fiski.

Fyri at minka um umhvørvisligu ávirkanina, verður øll útgerðin til nýgga skipið vald við umhugsni. Endamálið er at tryggja bestu góðsku, samstundis sum útlátið verður minst møguligt. Sniðið á skrokkinum ger, at hann gevur minst møguliga mótstøðu undir sigling. Motorurin, Wärtsila 31, er tann mest orkusparandi á marknaðinum. Motorurin hevur katalysator (SCR) fyri at minka um útlátið, og lýkur hann IMO Tier III-krøvini. Spillhiti frá motorinum verður brúktur til upphiting.

Við bryggju kann skipið binda í landstreym. Um ongin landstreymur er, verður umhvørvisvinarligur havnageneratorur brúktur, ið gevur lítið ljóð frá sær.

Nýggja skipið hevur elektrisk spøl og fiskapumpur, ið krevja minni orku enn hydraulikkspøl. El-orka verður genererað, tá trolið verður skotið, og verður m.a. brúkt til køliskipanina.

Skipið hevur tríggjar RSW køliskipanir á 1100 kW og eina lítla skipan til viðlíkahaldskøling. Hetta gevur eina effektiva køling av fiskinum í tangunum. Snið og stødd á tangunum gera sítt til at veiðan verður væl handfarin.

Umstøðurnar hjá manningini eru sera góðar við øllum nútímans hentleikum.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Hesi spæla til Summar­hugnan
Asta Højgaard við nýggjum sangi
Christian í Grótinum í Skagen
Sundabátu­rin kann vinna FM í dag við sig…
Norð­oyastevnuróðurin
Fólksliga eldsálin Oliver Joensen trýkva…
Sheep latið nýggjan handil upp í Klaksví…
Karl Olivar Bærentsen hevur sjey FM við…
Framsýning í Galerie Focus
Mini-Zoo í Klaksvík
Magnus Norðberg kann javna og taka metin…
Nú má tað verða well
Karlamagnus ikki á flot í dag
Triði partur: Fram við landi í Fugloy
Áheitan á SSL um samferðsluna í Kalsoynn…
Ókeypis summarhugni í Klaksvík
Summar­tiltøk í Mikladali
Annar partur: Um Heltnina og Eysturhøvda
Ferð sett á endaligu fyrireikingarnar
Nýggja ljósskipanin tænir ikki borgarunu…