Lýsing
Lýsing
Lýsing
Sendikvinnan úr USA var sera hugtikin av Klaksvík. Vit fingu eina felags mynd áðrenn hon skuldi víðari í skránni | Mynd: Oliver Joensen

Amerikanski ambassadørurin: Forsetavalið er vónleyst at spáa um

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  07.07.2020 - 22:47 Mentan Politikkur Tíðindi Vinna

Eitt tað heitasta samrøðuevnið í USA í løtuni er sjálvsagt forsetavalið í november. Carla Sands var bersøgin og erlig, tá hon segði, at tað ber ikki til at siga longu nú, hvønn veg tað ber. Hon harmaðist yvir, at støðan í USA var so ógvuslig og merkt av harðskapi í sambandi við valið, og hevði ynskt sær karmar sum teir, vit sjálvi fara at hava til kommunuvalið eina viku seinni – sum sendikvinnan væl visti um.

Carla Sands viðurkendi, at í USA er støðan í løtuni “komplicerað” (complicated). Hon er nógv merkt av rasu-ófriði, eins og av búskaparligu trongstøðuni, tí amerikanski búskapurin hevur tað ikki gott í løtuni. Hetta væntaði Carla Sands fór at spæla inn, men hon legði áherðslu á, at USA var kanska tað minst rasistiska landið í heiminum. Hon vildi fegin undirstrika, at sum samfelag stremba tey eftir so nógvari javnstøðu sum gjørligt, uttan mun til húðarlit.

Amerikanska sendikvinnan treiv í amerikonsku søguna, bæði í Grundlógina frá 1776, ið tryggjaði javnrættindi, og borgarakríggið 1861-1865, har Norðurstatirnir, ið vildu avtaka trælahaldið í USA, vunnu. Somuleiðis leggur núverandi amerikanska stjórnin dent á at seta fólk av øllum rasum og sannføringum í starv. Tað er ólógligt at gera mismun vegna rasu í USA.

Viðvíkjandi tí búskaparliga, so hevði sendikvinnan hug at rósa nøkrum av avgerðunum hjá Donald Trump, forseta, serliga at hann hevði gjøgnumført eina skattanýskipan og linkað um reguleringar. Sendikvinnan helt, at forsetin við hesum hevði fingið USA at líkjast meira Føroyum og Danmark. Hon vísti á, at í Føroyum og Danmark er eisini bannað at gera mismun á vegna húðarlit, eins og vit høvdu reist okkum skjótt eftir fyrstu bylgjuna av Corona-virusi. Tað fór USA eisini at gera, væntaði Carla Sands, og tendensirnir vóru longu farnir at vísa seg.

Tingini eru als ikki gingin, sum búskaparfrøðingarnir væntaðu, segði sendikvinnan.

Sí samrøðuna niðanfyri

 

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Búskapur í øllum 2: Føroyar sum lítil op…
Besta árið hjá Volunteer
Ídni verður goymsla
Nýggjur havmyndil fyri Føroyar
Høvuðsjóla­maðu­rin: “Vit eru á veg til Fø…
”Men hvar skulu tey parkera?”
Fongurin hjá Brandi vá 21.740 pund
Ingilín: - Taki ikki undir við pensiónsu…
Fíggjar­lógin: Álitið frá fíggjar­nevnd­ini…
Hall, høvuðbrýggj og hopleys fíggjarstýr…
Sam fyllir 50 ár
Stjørnan tekur ímóti Kyndil í kvøld
Eyðgunn: Vit hyggja uppá um okkurt kann…
Novembur 2025
KFUM & K hátíðarheldur 85 ár
Tunghoyrt á G! 2026
Myndarøð: Móttøka fyri Julian Gregersen
Treysti um høgtíðina desembur 2025
Irena Olsen 20 ára starvsdag
Rokdagur hjá útróðrinum