Lýsing
Lýsing
Lýsing

Fortreytirnar hjá KÍ til B36-dystin sunnudagin versnaðu nógv

SKRIVAÐ: Jákup Ósá  |  09.07.2020 - 11:27 Ítrottur Tíðindi

Hálvtannað tap kann onkur kalla tað.

KÍ bleiv í gjár útsligið í kappingini um løgmanssteypið eftir dramatiskan dyst á 120 minuttir umframt brotssparkskapping móti HB í Klaksvík, har HB, sum so ofta fyrr hesi síðstu trý árini, dró longra stráið.

Men KÍ hevur longu sunnudagin aftur týdningarmiklan dyst, har B36 tekur ímóti á Tórsvølli í einum dysti sum avgerð, hvat av hesum liðum fyribils skal fylgja HB og NSÍ. Og fortreytirnar hjá KÍ til hendan dystin versnaðu nógv í gjár. Talan bleiv um longda leiktíð, sum kemur undan dysti, har bara fýra dagar er millum dystirnar, sum føroysk lið ikki eru so von við. Harafturat byrja skaðar o.a. at raka KÍ-hópin. Odmar Færø og Ísak Simonsen mátti báðir skiftast út vegna skaðar. Jákup B. Andreasen mátti byrja á bonkinum og kom ikki inn fyrr enn í hálvleikinum. Hann hevur tí helst spælt nakað longri enn ætlað, og tí er ivasamt, um hann verður førur at spæla frá byrjan sunnudagin. Og so sóu aðrir leikarar sera troyttir út eftir 120 minuttir har ímillum Ole Erik Midtskogen. Kappingarárið er langt og dysturin sunnudagin avger einki meistaraheitið. Tí er neyvan hugsandi, at nakar fer at taka møguleikar við leikarum. Tí kunnu vit síggja eitt broytt KÍ-lið, sum tá fær somu avbjóðingar við skaðum, sum t.d. HB hevur havt síðstu vikurnar. 

B36 hevði hinvegin ‘’lættan’’ dyst móti B71 úr næstbestu deildini. B36 spardi fleiri leikarar og vann stórsigur 7-2.

 


B36-KÍ spæla á Tórsvølli sunnudagin kl. 15.00.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Framsýning hjá Kvøldskúla­num og Handarbe…
Norðoya Gongufelag: Túr í Føgrulíð í mor…
Morten Messerschmidt til Føroyar at hald…
Úrslitini tala fyri uppsøgnini
Seinastu strokini
Nýggj duet útgáva Kristina Bærendsen og…
Røða: Flaggdagsrøða løgmans í Fámjin
Nu gælder det om at stå sammen om KÍ; sp…
Várframsýning hjá Anniku
Kom og hoyr um afturkomu Jesusar – Betes…
Mjølnir vann lættliga á SÍ í fyrru FM-fi…
Ikki ein óvæntað avgerð
Hesin verður fyribils venjari hjá KÍ
KÍ og Haakon Lunov fara hvør til sítt
Frálík flaggdagsrøða
Fimm prosent møguleiki fyri at KÍ vinnur…
Lands­stýris­maðu­rin lýst svartkjaftakunng…
Lutur Mansins í Fosturtøkuni
Flaggdagshald
USS Albany í Nólsoyarfjørð