Lýsing
Lýsing
Lýsing

Føroyingar skulu ikki rinda danskan moms

SKRIVAÐ: Sjúrður Skaale  |  14.07.2020 - 11:04 Politikkur Tíðindaskriv

Føroyingar rinda av órøttum umleið 13,5 milliónir um árið í donskum momsi fyri stroymingartænastur. Danski skattamálaráðharrin ásannar, at hetta ikki er rætt, og vil hjálpa til við at fáa tað rætta. Men ábyrgdin liggur í Føroyum.

Í apríl almannakunngjørdi Javnaðarflokkurin á fólkatingi eina kanning, sum bendi á, at føroyingar rinda danskan moms, tá ið teir gjalda fyri síni hald av talgildum tænastum sum Spotify, Netflix, Viaplay og HBO, ella ogna tær appir og spøl til talgildu tólini.

Kanningin er send til Fíggjarmálaráðið og TAKS, og vit hava eisini tikið tað upp við donsku stjórnina.

 

- Føroyar eru ikki partur av danska skattaøkinum, og tí eigur danskur momsur ikki at verða kravdur inn frá føroyskum brúkarum, sigur Morten Bødskov, danskur skattamálaráðharri, ið skrivligum uppritið um málið.

Danska skattamálaráðið sigur, at tey, vegna vantandi innlit, ikki kunnu útgreina, hvussu nógvur momsur verður kravdur inn frá føroyskum brúkarum.

 

- Tað verður neyðugt at hava eftirlit við hvørji einstakari fyritøku, sum veitir tænastur til føroyskar brúkarar, um vit skulu fáa greiði á hesum, sigur skattamálaráðharrin.

 

Danska skattavaldið sigur seg hava tikið stig til at gera greitt í sínum kunningartilfari til útlendskar fyritøkur, at Føroyar ikki eru partur av danska moms-økinum, og tískil ikki skulu rinda danskan moms. Somuleiðis heitir Morten Bødskov, ráðharri, á føroyskar myndugleikar um at kunna útlendskar fyritøkur um tað sama.

 

Sambært kanningini hjá Javnaðarflokkinum, eru føroyingar ídnir brúkarar av talgildum tænastunum, og hava ofta fleiri tænastur í hvørjum húski. Ein varlig meting sigur, at talan er um 13,5 milliónir krónur, sum føroyski landskassin missir árið – sí kanningina hjá Javnaðarflokkinum her.

 

Hvørki TAKS ella Fíggjarmálaráðið høvdu tá sett tiltøk í verk fyri at fáa peningin í landskassan. Í svari til Aksel V. Johannesen, segði Jørgen Niclasen seg tó fara at virka fyri, at pengarnir skuldu koma í landskassan í framtíðini. Sí spurning og svar her.

 

 

 

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
- Vit skulu verða tryggari á bóltinum
KG fekk vitjan í dag
KG fekk vitjan í dag
HM byrjar í kvøld, og eitt lítið oyg…
Føroya Bjór: Sigfríður Venned 40 ára sta…
Lands­nevndin hjá SU er skipað!
Ótrúliga søgan um 10-talið
Líðhamar inni við góðum 20.000 pundum
- Ronaldo má á bonkin hjá Portugal
Klaksvíkar kommuna – helst heimsins stør…
Petur Reinert vitjar Norðlýsið
Óvissa um framtíð­ina hjá Sjónámi í Klaks…
Fráfaringarløta fyri Mariannu Skarðenni…
Summar­blaðið í gerð
Vónarljós siglur heim
Brekumboðið á ST ráðstevnu í New York
Várkonsertir­nar í Klaksvíkar Tónlistaskú…
- Uruguay er ein outside'ari
Meinhardt Joensen vitjar Norðlýsið
Rudda byggiplássið frammanfyri Varpið